- Lógir eftir navnarað
- Leigumál
- Avgerðir hjá Brúkaraumboðnum
- Avgerð: Mál um sølu av gomlum mati hjá Bónus á Tvøroyri.
- Avgerð: Mál um villeiðandi og skeiva lýsing hjá Elding
- Avgerð: Mál um sølu av feilmerktum kjøti hjá Føroya Keypssamtøku í Suðuroy.
- Avgerð: Mentamálaráðið – Marknaðarátak hjá Eik mótvegis 8. flokkum við skúlans byrjan.
- Avgerð: Mál um kortleiguhækkan hjá Televarpinum.
- Avgerð: Sosialurin – redaktionellur tekstur og lýsingar.
- Avgerð: Vágs Kommuna – avgreiðslugjald ísv. neystaleigugrundir.
- Avgerð: Mál viðvíkjandi Føroya Banka um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar.
- Avgerð: Mál viðv. Vodafone, um órímiligar ófullfíggjaðar upplýsningar
- Avgerð – mál um ómaksgjald hjá Sandavágs Timburhandli
- Skemman/Prentmiðstøðin
- FT Samskifti
- Eik Banki
- Fróðskaparsetrið
- Ónevndur lýsari
- Brúkaraumboðið tekur ikki mál upp mótvegis Uttanríkisráðnum, fyri at rinda tíðindafólkum hjá Kringvarpið Føroya ísv. ferð til Brussels
- Keypilógin
Avgerð: Mál um sølu av feilmerktum kjøti hjá Føroya Keypssamtøku í Suðuroy.
Útgivið, tann 30. Oktober 2009 (Seinasta rættað, tann 10. Mars 2010)
Við heimild í marknaðarføringarlógini § 1 um góðan marknaðarføringarsið, so hevur Brúkaraumboðið tikið mál upp, sambært framsend skjøl. Talan er um vøru, sum er farin um síðsta søludag tann 7. okt. 2009. Talan er um kjøt, sum var keypt úr frostdiskinum hjá Føroya Keypssamtøku í Suðuroy tann 26. okt. 2009.
Tá ið talan er um brot á matvørulógina, so kann Brúkaraumboðið taka málið upp, við tað at talan er um brot á aðra brúkaraverndarlóg, sum hevur stóran samfelagsligan týdning, og tískil eisini, tá ið talan er um brúkaravernd fyri einstaka brúkaran.
Føroya Keypssamtøka hevur havt málið til hoyringar, og hava greitt frá, við hoyringsskrivi dagf. 27. okt. 2009, at í pakkideildini er hendur ein feilur í samband við pakkingina av kjøtinum. Um rætt var atborði, undir merkingini av vøruni, so var vøran merkt sum frystivøra. Haldføri skuldi ikki verði 1 dagur, men 30 dagar. Malið oksakjøt, sum skal seljast fekst, skal merkjast kølivøra við haldføri í 1 dag og skal ikki seljast aftaná hesa tíðarfreist.Sostætt er talan um ein feil. Føroya Keypssamtøka hevur lovað, at tað framyvir verður gjørt meira burtur úr at kanna vørunar, áðrenn tær verða lagdar fram.Vit harmast um mistakið og vilja royna at sleppa undan feilum av hesum slagi framyvir.
Brúkaraumboðið er fegið um skjóta og greiða avgreiðslu frá Føroya Keypssamtøku, og ger ikki meir við hetta mál.
Føroya Keypssamtøa o.a. handlar eru góðkendir eftir § 32 í Matvørulógini, og eru undir regluligum eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Útgingin vøra skal ikki seljast – og feilmerking er villeiðandi um haldbari og uppruna av vøruni.
Slík mál kunnu eisini kærast til Heilsufrøðilga Starvsstovuna.
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboð, Vágur tann 30. okt. 2009.
