- Lógir eftir navnarað
- Leigumál
- Avgerðir hjá Brúkaraumboðnum
- Avgerð: Mál um sølu av gomlum mati hjá Bónus á Tvøroyri.
- Avgerð: Mál um villeiðandi og skeiva lýsing hjá Elding
- Avgerð: Mál um sølu av feilmerktum kjøti hjá Føroya Keypssamtøku í Suðuroy.
- Avgerð: Mentamálaráðið – Marknaðarátak hjá Eik mótvegis 8. flokkum við skúlans byrjan.
- Avgerð: Mál um kortleiguhækkan hjá Televarpinum.
- Avgerð: Sosialurin – redaktionellur tekstur og lýsingar.
- Avgerð: Vágs Kommuna – avgreiðslugjald ísv. neystaleigugrundir.
- Avgerð: Mál viðvíkjandi Føroya Banka um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar.
- Avgerð: Mál viðv. Vodafone, um órímiligar ófullfíggjaðar upplýsningar
- Avgerð – mál um ómaksgjald hjá Sandavágs Timburhandli
- Skemman/Prentmiðstøðin
- FT Samskifti
- Eik Banki
- Fróðskaparsetrið
- Ónevndur lýsari
- Brúkaraumboðið tekur ikki mál upp mótvegis Uttanríkisráðnum, fyri at rinda tíðindafólkum hjá Kringvarpið Føroya ísv. ferð til Brussels
- Keypilógin
Avgerð: Mentamálaráðið – Marknaðarátak hjá Eik mótvegis 8. flokkum við skúlans byrjan.
Útgivið, tann 6. November 2009 (Seinasta rættað, tann 6. November 2009)
Brúkaraumboðið tók mál upp mótvegis Mentamálaráðnum tann 23. september 2009, og bað um øll skjøl í málinum, og eisini hevur verið fundur í Mentamálaráðnum tann 1. oktober 2009, har ið frágreiðing var givin av Olaus Jespersen, deildarstjóra.
Marknaðarføringslógin hevur serligar ásetingar um brúkaravernd fyri børn og ung sambært § 8.:
§ 8. Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.
Stk. 2. Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.
Tað hevur verið góðkent og eisini siðvenja í norðanlondum, at børn/ung í skúlunum hava móttikið ymiskt tilfar og hjálpiamboð frá t.d. bankum og øðrum vinnufyritøkum, og hetta hevur Brúkaraumboðið onga viðmerking til.
Brúkaraumboðið vil tó gera greitt, at vinnufyritøkur/stovnar ikki í sjálvdrátti ella sjálvstøðugt kunnu gera marknaðarátøk, sum ikki fyrst er góðtikið av skúlans leiðslu.
Tað er ikki altíð lætt at vita, hvar markið gongur, og tí eru leiðreglur sendar til hoyringar í hesum sambandi, so at skúlastýrini og skúlaleiðslurnar saman við foreldrum fáa eitt felagsstev, tá ið talan er um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum innan skúlagátt.
Brúkaraumboðið metir vegleiðandi, at vandi er fyri brot á marknaðarføringslógina mótvegis børnum og ungum, har ið talan er um sjálvstøðuga marknaðarføringarátøk av vørum og tænastum, har ið børn og ung er undir ávirkan at velja ella seinni skulu tekna hald frá einum ávísum vinnuligum veitara.
Sambært fyriliggjandi skjølum, so er skriv frá Eik send víðari við innanhýsis kunningarskipanini hjá Mentamálaráðnum til skúlaleiðslurnar í Føroyum. Sambært frágreiðing og teimum skjølum, sum eru í málinum, so er hetta bert sent víðari til skúlaleiðslurnar sum kunning.
Brúkaraumboðið vil tí gera greitt, at eingi skjalprógv eru fyri at Mentamálaráðið hevur brotið marknaðarføringarlógina á nakran hátt, og hevur Brúkaraumboðið í hesum máli havt gott samstarv við Mentamálaráðið, og sum omanfyri nevnt er ein vegleiðing um marknaðarføring mótvegis børnum og ungum send skúlaleiðslunum kring landið til hoyringar, sambært avtalu millum Brúkaraumboðið og Mentamálaráðið. Málið er endað.
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboð, Vágur tann 6. november 2009.
