Brúkarakærulógin

Útgivið, tann 24. August 2009 (Seinasta rættað, tann 10. Mars 2010)

Lóg um brúkarakærur skipa kærunevndir til brúkaran. Eingin slík lóg er galdandi í Føroyum.

Ein kærunevnd er hornasteinurin í øllum brúkararætti. Eitt er at hava rætt, eitt annað er at fáa rætt. Hevur tú sum brúkari í dag rættin á tínari síðu í einari ósemju við vinnurekandi, mást tú bert vóna, at tann vinnurekandi hevur so frægt av samvitsku, at hann eftirlíkar. Vil tann vinnurekandi ikki tað, er einasti møguleiki at fara í rættin við málinum. Og tað er kann tykjast sera møtumikið, og kanska ógvusligt, um ósemjan einans snýr seg um eina minni upphædd.

Ein lóg um brúkarakærunevnd letur upp fyri møguleikanum at seta eina skjótt arbeiðandi nevnd at viðgerða kærur frá vanligum brúkarum, og koma við skjótum og bindandi avgerðum.

Sostætt er hetta ein lóg, ið má raðfestast sera høgt.

Í Danmark er galdandi LOV nr 456 af 10/06/2003: Lov om forbrukerklager og BEK nr 598 af 14/06/2006

Í Norra er galdandi LOV 1978-04-28 nr 18: Lov om behandling av forbrukertvister

ES-fyriskipanir á økinum:

Endar onkur slóðin blint, ella hava tit onkra viðmerking, eru tit vælkomin at senda okkum eini boð á postur@bs.fo