Marknaðarføringslógin
Útgivið, tann 24. August 2009 (Seinasta rættað, tann 5. Oktober 2009)
Nýggj marknaðarføringslóg
Frá 1. januar 2009 kom nýggj marknaðarføringslóg í gildi fyri Føroyar. Í stuttum verður greitt frá, hvørji rættindi tú hevur sum brúkarari.
Lógin er at finna her: http://www.logir.fo/foldb/llofo/2008/0000019.htm
Høvuðsgreinin í lógini snýr seg um góðan marknaðarføringssið. Hetta merkir, at fyritøkur skulu sýna góðan atburð mótvegis øðrum fyritøkum og brúkarum. Kortini er í fleiri førum neyðugt við neyvari ásetingum. Niðanfyri lýsa vit nakrar av teimum týdningarmestu broytingunum, ið nýggja marknaðarføringslógin hevur fyri teg sum brúkara.
Lýsingar skulu vísast sum lýsingar
Lógin ber við sær, at tað greitt skal standa í eini lýsing, at hon er ein lýsing, og ikki ein grein ella ein søga. Onkuntíð kann okkurt líkjast eini grein, men í veruleikanum vera ein lýsing. Sum brúkari skal tað vera eyðsæð, hvat í blaðnum er tilfar hjá blaðstjórnini og hvat er lýsingartilfar.
Alt skal vera við í prísinum
Lógin ásetur, at tú sum brúkari frammanundan keypið skalt kunna vita, hvør samlaði prísurin fyri vøruna er. Hetta merkir, at allar tænastur og ómaksgjøld skulu vera íroknað kostnaðinum. Eitt dømi er, at oljuavgjaldið eigur at vera við í prísinum á einum ferðaseðli. Fløskupant eigur at vera íroknað prísinum á eini sodavatn. Eisini skal mvg vera við í einari rokning fyri eina vøru ella tænastu og ikki leggjast afturat aftaná.
Villleiðandi lýsingar
Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar í marknaðarføringini. Eitt dømi um villleiðing er ein mynd við 6 pakkum av margarini og tekstinum ”5 pk. fyri kr. 37,95”. Tú kanst til eina og hvørja tíð krevja prógv fyri, at tað, sum lýsingin sigur, er satt. Um ein fyritøka lýsir við, at hon er betri enn ein onnur líknandi fyritøka, skal hetta kunna skjalprógvast.
Óumbidnar áheitanir
Vinnufyritøkur hava ikki loyvi at senda út lýsingar ella á annan hátt at marknaðarføra við elektroniskum samskifti, so sum telduposti, sms, mms, telefaxi ella telefon, uttan so, at tú frammanundan hevur biðið um hetta. Tá talan er um óumbidna marknaðarføring, sum verður send við postinum, er møguleiki at biðja seg undan at fáa áheitanir við at seta seg í samband við Landsfólkayvirlitið. Hetta er bara galdandi fyri lýsingar til navngivnan persón. Er einki navn á, sum flestu lýsingarnar, ið vit fáa í postkassan, eru tær ikki umfataðar av lógini.
Vegleiðing skal vera fullfíggjað
Um onkur selir tær eina vøru ella tænastu, skulu allar umráðandi upplýsingar um vøruna vera við. Tú hevur rætt til eina nøktandi brúkaravegleiðing, og um sølufólkið veit okkurt, sum er umráðandi at vita um vøruna, eigur viðkomandi at siga tær tað. T.d. eigur tú, tá tú tekur avgerð um keyp, at fáa at vita, hvussu bilurin heldur sær best ella hvussu træborðið skal viðgerast.
Keypsupplýsingar skulu vera greiðar
Tá talan er um sølufremjandi tiltøk, so sum tilboð ella útsølu, skulu tilboðstreytir um vørurnar vera eyðsýndar og lættar at finna. Tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vøruni. Um tú fært tveir pakkar av kaffi fyri 40 kr., skalt tú kunna síggja, at vanligi prísurin á einum kaffipakka er 30 kr.
Børn og ung
Lógin tekur hædd fyri, at børn eru góðtrúgvin og løtt at ávirka og skulu tí verjast. Øll marknaðarføringslógin verður sostatt tulkað strangari, tá talan er um marknaðarførslu mótvegis børnum. Harumframt skulu lýsingar til børn ikki eggja til harðskap, alkohol- og rúsevnismisnýtslu.
Innpakking og merking skal vera røtt
Lógin gevur møguleika fyri nærri ásetingum um merking. Tað vil siga, at landsstýrismaðurin við kunngerð kann gera ásetingar um, hvørt talan er um føroyska ella útlendska vøru. Eisini kunnu gerast ásetingar, ið krevja, at vørur, ið verða seldar sum t.d. vistfrøðiligar, svanamerktar ella FSCmerktar veruliga eru tað. Harumframt kunnu gerast neyvar reglur um upplýsing av innihaldi í vørum.
