22.11.2016

Greið tala um internetferð á fartelefonum

Internetsambandið, sum er knýtt upp í farteletelefonhald,  hevur fingið alsamt størri týdning fyri brúkarar. Í marknaðarføringini er tí avgerandi, at lýst verður nágreiniliga við internetferðini, sum kundin kann vænta.

Brúkaraumboðið hevur gjørt eina vegleiðing um, hvussu televeitarar eiga at marknaðarføra dátupakkar og internetferð. Serliga er týðandi, at upplýsingar um sonnu ferðina av niðurtøku av dáta, verða givnar. Tann ferðin, sum verður upplýst í marknaðarføringini, skal ikki verða javnsett við hægst hugsandi ferð á kervinum. Upplýsta ferðin skal vera tann vanliga ferðin, sum kundin kann vænta sær. Og eru avmarkingar eitt nú kring landið, so skal tað eisini upplýsast.

Í marknaðarføringini er loyvt at skriva "upp til" eina ávísa ferð, men kortini skal "upp til" ferðin verða tann, sum brúkarin vanliga kann vænta sær. Í marknaðarføringini er ikki loyvt bara at siga eitt nú "ógvuliga skjótt" ella 4G-ferð uttan at greiða frá, hvør ferð talan er um. Eisini eigur televeitarin at tilskila, um ávís ferð bert er galdandi fyri ávís hald ella telefonsløg. Eru spurningar um marknaðarføring av internethaldum til fartelefonir, ber altíð til at venda sær til Brúkaraumboðið.

Vegleiðingin er at finna her: http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/marknadarforing-av-nidurtokuferd-a-fartelefonhaldi/