8631_Lille.png
23.09.2019

Norðurlendsku brúkaraumboðini samstarva

Brúkaraumboðini í Føroyum, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Danmark hittust í Keypmannahavn í september 2019 at skifta orð um felags avbjóðingar.

Tey norðurlendsku brúkaraumboðini hava somu trupulleikar og avbjóðingar, tá ið lóggáva um marknaðarføring skal handhevjast. Lógarverkið er í stórum tað sama í øllum Norðurlondum. Tí er tað til stórt gagn, at brúkaraumboðini skifta orð um sín kunnleika, royndir, og hvussu lógirnar verða tulkaðar.

Nýtslan av persónligum dátum og eftirgjørdum intelligensi elva til nýggja handilsmentan t.d. við at savna dátur sum gjald og at brúka prísásetingar, sum eru lagaðar eftir einstaklingum. Tað gevur myndugleikunum, sum skulu verja brúkararnar, nýggjar avbjóðingar. Samstarv millum dátuverjumyndugleikar og brúkaraverjumyndugleikar er umráðandi, tá ið hesi evni verða viðgjørd. Norðurlendsku brúkaraumboðini gjørdu av at seta ein arbeiðsbólk at arbeiða við royndum á økinum og at koma fram á møgulig felags átøk.

Norðurlendsku brúkaraumboðini viðgjørdu eisini uppáhaldini um tað, ið selt verður, er grønt og burðardygt. Áherðsla á dálking og veðurlagsbroytingar er vaksin seinnu árini. Fyri at raka samvitskuna og ørkymlanina hjá brúkarum, brúka sølufólk alsamt meira umhvørvislig uppáhald og grønvasking til at fáa vørurnar fram og selja tær.

Norðurlendsku brúkaraumboðini taka væl ímóti øllum virksemi, ið fremur tað, ið verjir umhvørvið og veðurlagið – men treytin er, at tað er grundað á tað, ið veruligt er. Følsk uppáhald um grønt virksemi eru bannað.

Fyri at tryggja, at fólk kunnu hava álit á grønu uppáhaldunum, fara Norðurlendsku brúkaraumboðini at raðfesta eftirlitið við umhvørvisligum uppáhaldum næstu árini.