Mannagongd

Útgivið, tann 2. September 2009 (Seinasta rættað, tann 3. September 2009)

Áheitan um forhandarmeting kann sendast til Brúkaraumboðið um ætlað marknaðarátøk.

Tá Brúkaraumboðið hevur latið eina forhandarmeting til ein vinnurekandi um, at eitt ætlað marknaðarføringstiltak eftir fatanini hjá Brúkaraumboðnum er lógligt, kann Brúkaraumboðið ikki av sínum eintingum mótvegis tí vinnurekandi reisa eitt mál í sambandi við eitt átak, sum er umfatað av forhandarmetingini og sett í verk innan rímiliga tíð eftir, at forhandarmetingin er latin.

Tað kann verða um alskyns marknaðarføring, um so er at talan er um eina veruliga marknaðarføring, sum tann vinnurekandi ætlar at seta í verk.