Altjóða samstarv

Útgivið, tann 2. September 2009 (Seinasta rættað, tann 3. September 2009)

Brúkaraumboðið hevur tætt samstarv við norðurlendsku brúkaraumboðini, einamest danska Brúkaraumboðsmannin í løtuni. Við felags projektum og við kunngerð av felags norðurlendskum vegleiðingum roynir Brúkaraumboðið við sínum starvsfeløgum í norðurlondum at skipa fyri bata fyri brúkaran.

Eisini luttekur Brúkaraumboðið í samstarvi á brúkaraøkinum í EU, og í altjóða netverki fyri brúkaraverju í felagsskapinum ICPEN.