Um stovnin
Útgivið, tann 2. September 2009 (Seinasta rættað, tann 4. September 2009)
Brúkaraumboðið er stovnur undir Vinnumálaráðnum og skal hava eftirlit við marknaðarføringslógini og fremja góðan marknaðarføringssið.
Brúkaraumboðið er sjálvstøðugur myndugleiki og stovnur, og avgerðir hjá Brúkaraumboðnum kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika.
Hetta er galdandi fyri privat vinnurekandi virkir og almennir stovnar og virkir, har ið vørur og tænastur verður boðið út á marknaðin. Nærri reglur um virksemi hjá Brúkaraumboðnum verða ásettar av landsstýrismanninum í vinnumálum.
Brúkaraumboðið skal av sínum eintingum, ella eftir áheitan við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginregluni fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.
