- Brúk - http://bruk.fo -

Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring.

Vegleiðing um børn, ung og marknaðarføring.

Henda vegleiðing hevur verið til hoyringar hjá Mentamálaráðnum, sum hevur í samráð við Brúkaraumboðið hevur sent hana víðari til skúlaleiðslurnar í Føroyum. Vegleiðingin er viðtikin og galdandi frá 1. juli 2010.

Vegleiðing hjá “Forbrugerombudsmanden”, juli 2006 við rættingum desember 2008.

Innihald:
Fororð
Lógir og reglugerðir

2.1 Marknaðarføringslógin (Løgtingslóg nr. 19 frá 08.05.2008)

2.2. Rætningslinjur, vegleiðingar v.m.

2.3 Serlóggáva
Hugtakið “børn og ung”
Lýsingaidentifikasjón
Børn sum málbólkur

5.1 Alment um marknaðarføring

5.2 Trygd

5.3 Harðskapur, vandamikil og fyrilitaleys atferð, ræðsla, pátrúgv, sterkar ávirkanir

5.4 Sosial virði

5.5 Framløga av vøru

5.6 Alkohol og rúsevni

5.7 Tubbak

5.8 Ósunnar matvørur

5.9 Móti, útsjónd, samleiki, kynslív
Skúlasponsorering og onnur marknaðarføring í skúlum og dagstovnum fyri børn og ung

6.1 Skúlasponsorering og sponsorering í dagstovnum og aðrir samstarvshættir við fyritøkur

6.2 Onnur marknaðarføring á skúlum og dagstovnum
Serlig sløg av marknaðarføring

7.1 Persónliga send brøv (Direct mail)

7.2 Lýsingaboð umvegis elektroniskan post, SMS-boð, telefon og líknandi

7.3 Klubbar og tekning av haldi

7.4 Loyalitetsprogramm

7.5 Fjarsøla

7.6 Brúk av upplýsingum frá børnum og ungum

7.7 Marknaðarføring sum søluarbeiði og vinaútvegan

7.8 Virðislønarkappingar, gávur og líknandi

7.9 Teleútgerð og teletænastur
Marknaðarføring ætlað børnum og ungum í serligum miðlum

8.1 Sjónvarps- og útvarpslýsingar

8.2 Internetið og aðrir samvirknir miðlar

8.3 Biolýsingar og forfilmar í sambandi við barnafilmar í biohøllum. Lýsingar og barnafilmar
Marknaðarføring á almennum støðum og marknaðarføring annars, ið ikki vendir sær til børn og ung

1. Fororð

Í nýggju marknaðarføringslógini § 8, 1. stk., verður týðuliga ásett, at fyritøkur skulu vísa atlit, tá tær marknaðarføra mótvegis børnum og ungum, tí børn og ung eru løtt at ávirka og vanta royndir og evni til at meta um ymisk viðurskifti. Ung og serliga minni børn megna ikki ella hava trupulleikar við at gjøgnumskoða og meta um kunning.

Sambært § 8, 2. stk., í marknaðarføringslógini, má marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnanýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð. Tað framgongur eisini í ásetingini, at marknaðarføring, ið vendir sær til henda bólk, ikki á ósømiligan hátt má brúka harðskap, ótta ella pátrúgv sum ávirkanaramboð.

Henda vegleiðingin er fyrst av øllum ætlað sum hjálp til fyritøkur, reklamuvirki, sakførarar og aðrar ráðgevar. Hon endurgevur hvussu Brúkaraumboðið vil tulka § 8 í marknaðarføringslógini, og ber fram tey sjónarmið, sum Brúkaraumboðið ætlar at leggja til grund fyri sína fyrisiting av lógargreinini. Vegleiðingin kann sostatt ikki fatast sum ein “forhandarmeting” til vanligar marknaðarføringsstøður. Í síðsta enda vilja tað vera dómstólarnir, ið staðfesta, um ásetingar í marknaðarføringslógini eru brotnar, og um nakað revsivert er farið fram.

Tá ein fyritøka hevur børn og ung sum málbólk, má hon taka atlit til henda bólk av ungum brúkarum/kundum, og átaka sær sína etisku ábyrgd. Í lógini er lagt upp til, at fyritøkurnar eru tilvitaðar um hesa ábyrgd, ið við fyrimuni kann handfarast umvegis egnar etiskar reglugerðir.

2. Lógir og reglugerðir

2.1 Marknaðarføringslógin (Løgtingslóg nr. 19 frá 08.05.2008)

§ 8, 1. stk., í marknaðarføringslógini er soljóðandi:

”Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, skal taka atlit til natúrliga góðtrúnið hjá børnum og ungum, og teirra vantandi royndir og vantandi evni at meta um ymisk viðurskifti, sum hava við sær, at tey eru løtt at ávirka og ímerkja.”

§ 8, 1. stk., í marknaðarføringslógini er ein tilvísing, sum áleggur fyritøkunum at vísa serlig atlit, tá tær skulu evna marknaðarføring, ið er vend mótvegis børnum og ungum.

Ásetingin er ein herðing av ásetingunum annars í marknaðarføringslógini – t.d. § 1 um um góðan marknaðarføringssið, § 3 um villleiðandi umrøðu og § 4 um lýsingaidentifikasjón – tá málbólkurin fyri marknaðarføringini er børn og ung.

Ein marknaðarføring, sum er í stríð við § 8, 1. stk., í marknaðarføringslógini, jf. § 1, kann bera í sær bann ella álegging, og revsing, um ein av revsiverdu ásetingunum í lógini er brotin, til dømis § 3 ella 4.

§ 8, 2. stk., í marknaðarføringslógini er soljóðandi:

”Marknaðarføring, sum vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnisnýtslu, herundir alkoholnýtslu, ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv.”

Brot á ásetingina í § 8, 2. stk., í lógini verður revsað við bót, um ikki harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu. Víst verður til § 28, 3. stk., í marknaðarføringslógini.

Tá støða skal takast til, hvat góður marknaðarføringssiður er tá tað um børn og ung umræður, kann millum annað (leinkja) “ICC’s[1] kodeks for reklame og markedskommunikation” geva íblástur. Her finnast ávísingar til, hvussu ein kann tryggja sær, at lýsingar ikki villeiða børn og ung, og hvussu ein verjir seg ímóti at skaða børn og ung sálarliga, moralskt og kropsliga og hvussu forðast kann fyri, at sosial virðir verða niðurbrotin.

2.2. Rætningslinjur, vegleiðingar v.m.

Niðanfyri nevndu vegleiðingar, rætningslinjur v.m., ið finnast á www.forbrugerombudsmanden.dk, innihalda serligar reglugerðir fyri børn og ung.

Fotografering í skúlum: (leinkja) “Forbrugerombudsmandens retningslinjer for skolefotografering”.

Teleøkið: Punkt 12 í (leinkja) “Forbrugerombudsmandens retningslinjer om god markedsføringsskik på teleområdet”. Her eru vegleiðingar um hvørji atlit fyritøkurnar á teleøkinum skulu taka í mun til børn og ung sum brúkarar av fartelefonum.

Punkt 2.8 í felags norðurlendska sjónarmiðinum (leinkja) “Prisoplysninger og prissammenligninger i markedsføring af elektroniske kommunikationstjenester”.

(Leinkja) “Felles nordisk holdning til: Markedsføring av mobile innholdstjenester” (pdf).

Fjald reklama: Stk. 2.1, 5, 6, 8 og 9.3 í vegleiðingini hjá Forbrugerombudsmanden (leinkja) “Reklameidentifikation – Skjult Reklame”.

Bankabøkur/gjaldskort og heimabanki/-greiðsla: (leinkja) “Forbrugerombudsmandens vejledning vedrørende unge og bankbøger/betalingskort og net-/homebanking”. Vegleiðingin staðfestir samspælið millum reglugerðirnar í “lov om visse betalingsmidler”, forsorgarlógina[2] og grundregluna um góðan marknaðarføringssið jf. § 1 í marknaðarføringslógini.

E-handil: Punkt 8 í (leinkja) “De nordiske forbrugerombudsmænds standpunkt til handel og markedsføring på internettet”.

Rúsdrekka: Punkt 5 í (leinkja) “Regler om markedsføring af alkoholholdige drikkevarer

2.3 Serlóggáva

Sjónvarps- og útvarpslýsingar: Afturat ásetingunum í marknaðarføringslógini, eru serligar reglugerðir galdandi um verju av børnum og ungum undir 18 ár í sjónvarps- og útvarpslýsingum[3]. Sí meira hesum viðvíkjandi á heimasíðuni hjá “Kulturministeriet” www.kum.dk. Les eisini punkt 8.1 í hesi vegleiðing.

3. Hugtakið “Børn og ung”

Einki endaligt aldursmark er sett fyri hugtakið “børn og ung”, tá tað um marknaðarføring umræður. Hugtakið “børn og ung” umfatar vanliga persónar upp til 18 ár, men marknaðarføringin eigur at verða mett í mun til ítøkiliga aldursbólkin, ið hon vendir sær til. Tað inniber, at ein lýsing, ið vendir sær til smá børn, verður mett øðrvísi enn ein lýsing, ið vendir sær til 15-16 ára gomul ung.

Tann vinnurekandi má gera eina ítøkiliga meting av síni marknaðarføring, og í hesum sambandi taka hædd fyri, um formurin og innihaldið í marknaðarføringini, eins og slagið av vøru, gevur orsøk til at taka serlig atlit fyri at verja málbólkin. Til dømis skal ein lýsing, ið vendir sær til minni børn, metast øðrvísi enn ein lýsing, ið vendir sær til 15-16 ára gomul ung, sum eru før fyri at gjøgnumskoða marknaðarføringina.

4. Lýsingaidentifikasjón

Tað framgongur í § 4 í marknaðarføringslógini, at ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at hon týðuliga verður fatað sum ein lýsing, uttan mun til hvønn form lýsingin hevur, og hvørjum miðli, lýsingin verður borin fram í. Brot á § 4, ið sostatt er eitt bann móti fjaldum lýsingum, verða revsað við bót. Verður § 4 sammet við § 8 í marknaðarføringslógini um børn og ung og § 1 um góðan marknaðarføringssið, verður kravið til lýsingaidentifikasjón hert, tá marknaðarføringin vendir sær til børn og ung.

Fyritøkurnar skulu vera serliga ansnar við, at lýsingin verður borin fram, so at ungi málbólkurin ikki er í iva um, at talan er um eina sølufremjandi lýsing. Fyritøkurnar mugu taka atlit til, at jú meira fløkt ella sofistikerað marknaðarføringin er, tess truplari er tað fyri børn og ung at fata lýsingina. Fyritøkurnar skulu eisini gáa eftir, at heilt smá børn ikki eru før fyri at skilja lýsingar frá aðrari kunning. Harumframt skulu tey fyrst læra, hvat endamálið við eini lýsing er – nevniliga at fremja søluna av eini vøru.

Ein fyritøka má ikki gera avtalur við ung um at leita upp onnur ung á støðum, har ung ferðast, kaffistovum, diskotekum v.m., og t.d. brúka eina ávísa fartelefon ella vera ílatin klæði frá fyritøkuni uttan at fortelja, at hann/hon fær pengar ella aðra samsýning fyri at brúka fartelefonina ella ganga í klæðunum.

Verður ikki kunnað um slíkt, er tað í stríð við § 4 í marknaðarføringslógini. Samstundis vil talan vera um herdar umstøður, tá fjalda lýsingin verður rættað móti ungfólki. Les meira um brúk av børnum og ungum í sambandi við søluarbeiði og vinaútvegan í punkt 7.7 í hesi vegleiðing.

Menningin í fjølmiðlaheiminum við alsamt nýggjari tøkni og samanbræðing av ymsum miðlum, gevur møguleika fyri nýskapandi og meira framkomnari marknaðarføring, ið ger tað lætt at røkka børnum og ungum. Nýtslan av livandi myndum og ljóði og interaktiviteti hevur eina sterka og beinleiðis ávirkan á brúkararnar, og markið millum lýsingar og kunning, undirhald og spæl gerst støðugt meira flótandi. Tí skal fyritøkan vísa serligt eftiransni, tá lýst verður í interaktivum miðlum mótvegis børnum og ungum, og syrgja fyri, at marknaðarføringin ikki verður kámað. Les meira undir punkt 8.2.

Les um vørustaðseting í filmum fyri børn og ung undir punkt 8.3.

5. Børn sum málbólkur

5.1 Alment um marknaðarføring

Í marknaðarføringini mugu vinnurekandi vísa serligt ansni til brúk, innihald, og tilevning av lýsingini, og serliga taka atlit til aldurin hjá málbólkinum.

Marknaðarføring má ikki fremjast á ein slíkan hátt, at hon ger sær dælt av natúrliga góðtrúninum hjá børnum og ungum, teirra vantandi royndum og kritiskum sansi ella tær umstøður, at børn og ung eru løtt at ávirka og ímerkja. Marknaðarføringin má ikki misbrúka trúskapkensluna hjá børnum og ungum.

Marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung, má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap, rúsevnanýtslu, herundir alkoholnýtslu ella til aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atferð, ella á annan ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv sum ávirkanaramboð. Brot á hetta bann verður revsað við bót, um ikki harðari revsing verður givin eftir aðrari lóggávu.

Marknaðarføringin má ikki tilevnast á ein slíkan hátt, at hon kann skaða tey ungu sálarliga, moralskt ella kropsliga.

5.2 Trygd

Marknaðarføring má ikki eggja til gerðir, ið stríða móti vanligari trygd í heiminum, í skúlanum, á stovnum, í ferðsluni ella líknandi støðum. Marknaðarføring má ikki eggja til vandamikla, heilsuskaðiliga ella umhvørvisskaðiliga atferð annars.

Marknaðarføring má ikki innihalda útsøgn ella avmyndan, ið kann hava ta ávirkan, at børn og ung koma sær í ótryggar støður ella verða eggjað til at vera saman við fremmandum, vera á ella leita upp vandafull støð, brúka hættisligar vørur ella yvirhøvur at koma sær í vandastøður.

Marknaðarføring má ikki uttan orsøk vísa børn og ung í hættisligum støðum.

Harafturat má marknaðarføring ikki uttan námsfrøðiligar, samfelagsligar ella aðrar sakligar orsøkir innihalda avmynding ella umrøðu av vandamiklum hendingum, ella av umstøðum, ið seta til viks vanliga trygd. Tað kundi til dømis verið ein lýsing, har ung modell verða víst við plastposum yvir høvdið, har tað vildi elvt til stóran vanda, um børn við íblástri frá lýsingini vildu roynt at gjørt tað sama. Ella ein lýsing, har persónar handfara eld á vandamiklan hátt, ella ganga á jarnbreytasporum.

5.3 Harðskapur, vandamikil og fyrilitaleys atferð, ræðsla, pátrúgv, sterkar ávirkanir

Marknaðarføring má ikki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til harðskap ella aðra vandamikla ella fyrilitaleysa atgerð ella á ósømiligan hátt brúka harðskap, ræðslu ella pátrúgv sum ávirkanaramboð.

Marknaðarføring má ikki eggja til harðskapsgerðir, happing ella líknandi, og ein lýsing má ikki á ósømiligan hátt brúka dráp, harðskap ella píning sum ávirkanarsnildi. Til dømis verður ikki góðtikið at lýsa fyri leikuvápnum við veruleikakendum myndum av skotbardaga millum hermenn.

Marknaðarføring má ikki uttan námsfrøðiligar ella samfelagsligar grundir innihalda innsløg við drápi, harðskapi, meinsling ella øðrum brotsligum hendingum. Danski “Forbrugerombudsmanden” hevur eitt nú átalað marknaðarføring, ið hevur brúkt sjálvmorð ella sundurliman av fólkum sum eygnafang í lýsing.

Marknaðarføring má ikki geva fatan av, at harðskapur verður toldur.

Marknaðarføring má ikki uttan neyðuga grund brúka ótta og pátrúgv sum amboð.

5.4 Sosial virði

Marknaðarføring má ikki undanmáa sosial virði, til dømis við at geva eina fatan av, at barnið ella hin ungi kann fáa kropsligar, sosialar ella sálarligar fyrimunir fram um onnur børn ella ung á sama aldri, um barnið ella hin ungi eigur, nýtir ella fær sær eina ávísa vøru. Heldur ikki má gevast ein fatan av, at tann, ið ikki eigur, nýtir ella fær sær eina ávísa vøru, kann koma í mótsetta støðu.

Marknaðarføring skal vera formað á ein slíkan hátt, at børn og ung ikki fáa eina fatan av, at tey á nakran hátt verða verri stillað enn onnur børn og ung, ella verða útsett fyri vanvirðing og háðan, um tey ikki eiga, nýta ella fáa sær viðkomandi vøru.

Marknaðarføring má ikki undanmáa myndugleikan, ábyrgdina, skynið og ansnið hjá foreldrum og øðrum.

Marknaðarføring má ikki á nakran hátt innihalda áheitan til børn og ung um at freista foreldur ella onnur til at keypa teimum vøruna, ið lýst verður fyri.

5.5 Framløga av vøru

Tann vinnurekandi skal vera serliga ansin viðvíkjandi framløgu av vøru fyri børnum og ungum, tí tað er lættari at villleiða børn og ung orsaka av teirra vantandi royndum. Tann vinnurekandi skal tryggja, at lýsingin á ongan hátt er ætlað til at villleiða børn og ung, til dømis um støddina, dygdina, haldbærið, avrikið ella prísin á vøruni. Frágreiðingin í lýsingini skal vera meira nágreinilig, neyv og sannroynd enn í lýsingum, ið eru ætlað vaksnum.

Hetta merkir t.d.
at vinnurekandi greitt skulu upplýsa, um tað skal keypast eyka útgerð (t.d. battarí og máling) fyri, at vøran skal kunna brúkast ella verða sum víst ella ætlað er,
at vinnurekandi greitt skulu upplýsa, um vøran er ein partur av eini røð, ið skapar eina heild, herundir hvussu ein ognar sær alla røðina, og hvat samlaði prísurin er. Hetta er t.d. galdandi, tá einstaku lutirnir hanga so mikið neyvt saman, at lutirnir bert hava avmarkað gagn og nyttu fyri børn og ung, um tey ikki fáa alla røðina ella fleiri partar av henni,
at prísásetingar ikki mugu geva børnum og ungum eina óveruliga fatan av sanna virðinum á vøruni, t.d. við at brúka orð sum “bert” og “einans”,
at marknaðarføringin ikki má geva fatan av, at ein og hvør familja eigur at hava ráð til vøruna, ið lýst verður fyri
at lýsingin – um vøran ikki vendir sær til børn og ung í øllum aldrum – skal fortelja hvønn aldursbólk vøran er ætlað til,
at lýsingin – um hon vísir ella greiðir frá einum úrsliti, ið kann uppnáast við vøruni – samstundis upplýsir, hvat vanligt er at uppnáa hjá einum vanligum barni í aldursbólkinum, ið vøran er ætlað til.

Verður § 3 í marknaðarføringslógini um villleiðandi lýsing v.m. samanhildin við ásetingini í § 8 í marknaðarføringslógini um børn og ung, verður kravið til innihald og greidleika í lýsingini hert, um marknaðarføringin vendir sær til børn og ung.

5.6 Alkohol og rúsevni

Marknaðarføring av drykkjuvørum við alkoholinnihaldi má, óansæð hvussu formurin annars er, ongantíð verða rættað mótvegis børnum og ungum.

Marknaðarføring má hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis eggja til brúk av rúsevnum, herundir alkoholi, jf. § 8, 2. stk., í marknaðarføringslógini. Bannið merkir, at tað ikki er loyvt at brúka øl, brennivín, narkotika e.l. sum eygnafang til at selja eina vøru. Tað er sostatt t.d. ikki loyvt at marknaðarføra eina ungdómsferð við, at tað á túrinum er møguleiki at drekka alkohol.

Galdandi eru ókravdir “Regler om markedsføring av alkoholholdige drikkevarer”, ið verða handhevjaðir av (leinkja) “Alkoholreklamenævnet”. Punkt 5 í reglunum banna alkohollýsingum mótvegis børnum og ungum.

5.7 Tubbak

1. januar 2002 varð sett í gildi alment bann móti tubbakslýsingum v.m. jf. “lov nr. 492 av 7. juni 2001”. Lógarteksturin sæst (leinkja) “her”

5.8 Ósunnar matvørur

Fyritøkur, ið marknaðarføra ósunnar matvørur, so sum søtmeti, kips, søtar tostadrykkir og líknandi, eiga at vísa eina serliga ábyrgd, tá marknaðarføringin av hesum vørum vendir sær til børn og ung. Val av miðli eins og skap og innihald í lýsingini eigur at veljast við umhugsni við atliti til børnini og tey ungu.

Ein lýsing fyri ósunnum vørum, ið vendir sær til børn og ung má ikki geva fatan av, at nýtsla av vøruni kann vera gagnlig ella eydnugevandi. Lýsingin má heldur ikki eggja ella geva íblástur til ovurnýtslu av ósunnum matvørum, ella máa undan fatanina av hvat sunnur kostvani og sunnur lívsháttur er.

5.9 Móti, útsjónd, samleiki, kynslív

Marknaðarføring eigur ikki at gera brúk av órealistiskum vakurleika- og kropsfyrimyndum. Við at brúka slík amboð mótvegis børnum og ungum, kunnu teirra sjálvsálit og sjálvsvirði skalast.

Tilvísingar til tað kynsliga sum amboð til at fanga uppmerksemið hjá móttakaranum má ikki verða brúkt í marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung. Hetta orsaka av, at nýtsla av kynsligum undirtónum í lýsingum mótvegis børnum og ungum, vanhalgar teirra natúrliga blúni og leiðir tey inn í ein heim, har tey enn ikki hava fyritreytir at ferðast í. Harvið verður eisini § 8, 1. stk, jf. § 1 um góðan marknaðarføringarsið brotin.

6. Skúlasponsorering og onnur marknaðarføring í skúlum og dagstovnum fyri børn og ung

6.1 Skúlasponsorering og sponsorering í dagstovnum og aðrir samstarvshættir við fyritøkur

Skúlasponsorering er ein serligur formur fyri marknaðarføring, har eitt nú fyritøkur og vinnufeløg t.d. bjóða skúlum ókeypis undirvísingartilfar (tað kunnu vera bøkur og annað skrivligt tilfar ella KT- og miðlatøkni) og undirvísing. Á sama hátt fáa dagstovnar bjóðað tilfar, leikur, tónleikafløgur, filmsfløgur v.m. Dagstovnar gera eisini avtalur við fyritøkur í sambandi við vørumenning. Tað er freistandi fyri skúlar og stovnar at taka ímóti tilboðunum, um búskapurin er trongur, og hjá skúlunum eisini tí lærararnir/námsfrøðingarnir ikki altíð eydnast at finna tíðarhóskandi undirvísingartilfar v.m.

Undirvísingartilfar, leikur v.m. kann vera við til at skapa samhuga fyri fyritøkuni og vørum hennara hjá lærarum, námsfrøðingum, foreldrum og næmingum. Fyri t.d. fólkaskúlarnar er galdandi, at tað eru skúlastýrini, ið hava ábyrgdina av undirvísingartilfarinum, herundir tað tilfar, ið verður bjóðað av fyritøkum og felagsskapum. Á stovnum er tað foreldraráðini, ið fastseta meginreglurnar fyri námsfrøðiliga fyritaksseminum.

Skúlastýrini og stovnaleiðslurnar eiga at vera varug við ta beinleiðis – ella fjaldu – lýsingaávirkanina, ið liggur í eini sponsoravtalu ella í eini avtalu um vørumenning. Tað er tí ynskiligt, at tey orða ein politikk viðvíkjandi sponsorering og annað samstarv við fyritøkur, har støða verður tikin til í hvussu stóran mun ynskiligt er at nýta sponsorering og/ella gera aðrar samstarvsavtalur við fyritøkur, hvat er námsfrøðiliga ráðiligt, og um hvussu foreldrini kunnu takast við í hesar avgerðir.

Foreldrini eiga at verða kunnað um politikkin, ið skúlin/stovnurin setir, og um hvørjar avtalur av hesum slag eru gjørdar. Upp á fyrispurning frá foreldrum eigur skúlin/stovnurin at upplýsa hvørji vinnurekandi tey hava gjørt avtalu við. Upplýsast skal eisini um, at samstarvið ikki bindur foreldur ella børn, og at talan er um marknaðarføring.

Fylgjandi meginreglur mugu – umframt allar aðrar í hesi vegleiðing – at verða fylgdar av teimum vinnurekandi í sambandi við skúlasponsorering og sponsorering á dagstovnum og líknandi støðum:
Undirvísingartilfar, leikur og annað sponsorerað tilfar má í minst møguligan mun vera merkt við navni, búmerki, vørumerki, figurum og líknandi hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur. Á sama hátt má navn, búmerki, vørumerki v.m. nevnast minst møguligt í sambandi við undirvísing og annað virksemi, so sum spæl, kappingar og líknandi.
Lýsingar og annar formur fyri marknaðarføring mugu ikki fylgja við ella vera partur av undirvísingartilfarinum, leikunum og øðrum sponsoreraðum tilfari. Sama er galdandi fyri undirvísing og annað virksemi.
Foreldrini eiga[5] at geva sítt samtykki til, at teirra minni børn luttaka í virksemi og undirvísing, ið verður bjóðað av vinnurekandi.
Á undirvísingartilfari og í undirvísing og øðrum virksemi má ikki vera beinleiðis áheitanir til børnini/tey ungu um at keypa ella brúka vørurnar ella tænasturnar hjá fyritøkuni, ið stuðlað hevur.
Útsøgnir í undirvísingartilfari ella í undvísing ella øðrum aktivitetum, ið geva ábendingar um, at vørur og tænastur hjá ávísum vinnurekandi eru betri ella verri enn hjá øðrum, eiga ikki at vera, og skulu sum minstamark kunna prógvast.
Virðingin hjá lærarunum/námsfrøðingunum og skúlanum/stovninum má ikki brúkast á ein hátt, so at barnið, hin ungi og foreldrini kunnu fáa ta fatan, at barnið ella tey ungu gerast vælumtókt ella verða happað ella á annan hátt verri stillað enn onnur, um ein ikki keypur ella brúkar vøruna ella tænastuna hjá fyritøkuni, ið hevur stuðlað
Børnini, tey ungu, lærararnir og námsfrøðingarnir mugu hava frælsi til at kunna vera kritisk mótvegis sponsorinum og vørum hans.
Samstarvið millum sponsor, lærarar/námsfrøðingar og møguliga foreldur má ikki binda nakran til at brúka tilfarið hjá sponsorinum.

Omanfyrinevndu meginreglur eru galdandi í sambandi við allar formar fyri samstarvsavtalur millum fyritøkur og skúlar/dagstovnar.

Lýsingar, herundir navngivnar vørur, búmerki, vørumerki og líknandi, mugu annars ikki finnast í undirvísingarbókum og øðrum undirvísingartilfari. Hetta er eisini galdandi hóast tann vinnurekandi ikki stendur aftanfyri. Ung kunnu ótilvitað verða ávirkað av, hvørji nøvn og vørur, tey fáa kunnleika til á henda hátt, og tí eigur undirvísingartilfar ikki einvíst at fokusera á ella vísa ávísar navngivnar vørur, búmerki og vørumerki o.l. Skal vøran vera við í lærubókunum og øðrum undirvísingartilfari, kann hetta verða gjørt við at vøran verður nevnd og víst við vanligum generellum merkingum.

Lýsingar, herundir navngivnar vørur, búmerki og vørumerki kunnu tó vera við í undirvísingartilfarinum, tá talan er um miðlafrálæru og líknandi, har t.d. greining av lýsing er partur av undirvísingini.

6.2 Onnur marknaðarføring á skúlum og dagstovnum

Skúlar og dagstovnar eru privat øki, har marknaðarføring í útgangsstøði ikki kann fara fram. Lýsing á skúlum og dagsstovnum kann bert fara fram, tá leiðslan fyri skúlan/stovnin hevur givið loyvi til tess. Tað er skúlin, í samstarvi við foreldrini, ið hevur ábyrgdina av, hvørja lýsingaávirkan børnini/tey ungu skulu setast út fyri.

Tey vinnurekandi skulu yvirhøvur fylgja meginreglunum í hesi vegleiðing.

Marknaðarføring, herundir vøruroyndir, má ikki útflýggjast ella sendast til børn og ung.

7. Serligir sløg av marknaðarføring

Børn og ung sleppa at keypa kontant fyri pening, tey hava fingið til gávis ella sum lummapengar. Børn, ið eru fylt 15 ár, hava harumframt ræðið á pengum, tey hava vunnið í arbeiði.

Børn og ung undir 18 ár kunnu harafturímóti ikki gera avtalur, ið plikta tey til at rinda seinni. Hetta merkir, at vinnurekandi ikki mugu bjóða ungum undir 18 ár at keypa upp á borg, ella at tekna eitt hald ella handla á netinum uttan samtykki frá foreldrum ella verja * – heldur ikki sjálvt um tey sjálv vinna pening.

Hesar treytirnar eru galdandi í eftirfylgjandi gjøgnumgongd undir 7. parti.

Harafturat kemur, at hin vinnurekandi má fremja eina ítøkiliga meting og taka hædd fyri, um formurin og innihaldið í marknaðarføringini, og slagið av vøru annars gevur orsøk til at taka serlig atlig fyri at verja málbólkin, ið talan er um. Í hesum sambandi verður víst til 3. punkt í hesi vegleiðing um hugtakið “børn og ung”.

7.1 Persónliga send brøv (Direct mail)

Børn og ung kunnu ofta ikki sjálvi gjøgnumskoða vinnuliga endamálið við lýsingabrøvum, ið eru send til tey persónliga. Tað er sostatt vandi fyri, at eitt barn leggur størri jaligt virði í brævið, tí áheitanin er send teimum persónliga.

Marknaðarføring sum persónliga adresserað reklamubrøv til børn og ung mugu ikki sendast uttan at samtykki er fingið til tess frá foreldrunum *, ella – um tað er neyðugt ella natúrligt orsaka av sáttmálabinding – at tað hendir sambært § 6, 3-6 stk., í marknaðarføringslógini.[6]

Tá foreldrini hava givið samtykki til persónlig reklamubrøv, og brøv síðan verða send beinleiðis til børn og ung, má hædd verða tikin fyri ásetingunum í hesi vegleiðing.

7.2 Lýsingaboð umvegis elektroniskan post, SMS-boð, telefon og líknandi

Í útgangsstøði er ikki loyvt at senda lýsingaboð umvegis elektroniskan post, umvegis SMS-boð og líknandi uttan at loyvi er givið frammanundan, jf. § 6, 1. stk., í marknaðarføringslógini. Foreldur at børnum og ungum kunnu vegna børnini/tey ungu játta at móttaka slík elektronisk boð. Tá foreldrini hava givið samtykki * til reklamuboð umvegis elektroniskan post og líknandi, og tá hetta síðan verður sent barninum/hinum unga, má hædd verða tikin fyri ásetingunum í hesi vegleiðing.

Ikki er loyvt vinnurekandi at heita á børn og ung um at ringja til eitt ávíst nummar, við ætlan um at fáa kunning um vøru ella líknandi marknaðarføring. Ein slík uppringing, ið verður fatað sum beinleiðis marknaðarføring, vil vanliga virka sterkari og meira sannførandi enn marknaðarføring í t.d. skrivaðum miðlum.

7.3 Klubbar og tekning av haldi

Børn og ung kunnu ikki melda seg inn í felag/klubbar ella tekna hald uttan samtykki frá foreldrunum *. Hetta eigur at framganga í marknaðarføringstilfarinum, um talan er um klubbar ella hald, ið serliga venda sær móti børnum og ungum. Í hesum føri er talan um avtalur, ið innibera rættindi og skyldur, ið tann ómyndugi ikki sjálvur kann meta um ella átaka sær ábyrgdina av.

Tá foreldrini hava givið samtykki til limaskap í einum klubba ella til eitt hald, og brøv og vørur síðan verða send til barnið/hin unga, má hædd verða tikin fyri ásetingunum í hesi vegleiðing.

Allar framsendingar og tilboð skulu vera í tráð við klubba- ella haldaraavtaluna. Um tilboð verður givið um eyka bílegging út yvir tað avtalaða, má tað í skrivligum tilboði verða nevnt, at bíeggingin einans kann fara fram við samtykki frá foreldrunum.

Um t.d. ein tónleikaklubbi lýsir í einum barnablað, eigur lýsingin ikki at innihalda serliga freistandi tilboð – sum lyfti um eyka fløgur, vinningar ella vinnaramøguleikar. Tey fægstu børnini og ungu megna at gjøgnumskoða veruligu prísirnar á tónleikinum og avleiðingarnar av eini bílegging, nevniliga limaskap í einum klubba. Tilboðið kann lokka tey ungu til at senda eina innliman uttan foreldrasamtykki.

7.4 Loyalitetsprogramm

Børn og ung eiga ikki at kunna melda seg til loyalitetskonsept ella tiltøk, ið binda kundar uttan foreldranna samtykki *. Postur í sambandi við hesi konsept skal sendast foreldrunum, tá talan er um tilboð til børn og ung ella áheitan til teirra um at lata ávísar persónligar upplýsingar.

7.5 Fjarsøla

Tilboð um fjarsølu t.d. umvegis postordrar, fartelefonir, internet ella sjónvarp, ið vendir sær til børn og ung, mugu einans fara fram, um tað týðuliga verður tilskilað, at tey ungu skulu hava samtykki frá foreldrunum *.

7.6 Brúk av upplýsingum frá børnum og ungum

Loyvt er einans at biðja børn og ung um at upplýsa navn og bústað ella teldupostbústað við atliti til at senda marknaðarføringstilfar, um foreldrini hava givi samtykki * til, at hetta tilfar verður sent – og ásetingarnar í hesi vegleiðing annars verða fylgd.

Loyvt er ikki at heita á børnini/tey ungu um at lata aðrar persónligar upplýsingar, eitt nú um familjuna og vinir v.m.

Vinnurekandi mugu eitt nú ikki heita á børn og ung um at upplýsa navn og bústað hjá vinum, familju og øðrum, ið kunnu hugsast at vera áhugað í at keypa ella fáa eina vøru ella tænastu. Hetta er galdandi óansæð um gáva ella vinningur verður lovaður sum takk fyri hjálpina.

7.7 Marknaðarføring sum søluarbeiði og vinaútvegan

Vinnurekandi mugu í útgangsstøði ikki brúka børn og ung í sølu- og marknaðarætlanum. Heldur ikki mugu børn og ung brúkast til at fáa fatur á vinum teirra. Talan kann vera um ein órímiligan framferðarhátt, sum byggir uppá, at góðtrúnið og loyaliteturin hjá børnunum verður misbrúktur.

Vinaútvegan er, at ein vinnurekandi heitur á kundar sínar um at úgvega nýggjar kundar millum vinir og kenningar, og fáa vørur ella “gávur” ella aðra samsýning aftur fyri avrikið.

Dømi um vinaútvegan er, at ein vinnurekandi – t.d. gjøgnum eitt ítrótta- ella ungdómsfelag – fær samband við børn og ung, ið skulu vera seljarar t.d. av eini fartelefon, har partur av vinninginum fer til felagið. Tey ungu hava trupult við at gjøgnumskoða vinnuliga endamálið, og tey eru ikki før fyri frammanundan at síggja trupulleikarnar við at sleppa av við vøruna. Hin vinnurekandi misnýtir harvið tann loyalitet, sum tey ungu hava yvir fyri felag teirra, vælviljan hjá foreldrum og vinum mótvegis hinum unga og tann vælvilja, ið annars yvirhøvur er í fólkinum yvir fyri børnum og ungum. Og tey, ið verða útvegað – foreldur og vinir – hava trupult við at siga nei við ein, tey kenna.

Í sambandi við viðtøkuna av marknaðarføringslógini[7] varð gjørd ein politisk semja, ið tók við eitt upprit um vinaútvegan og børn og ung. Niðurstøðan í uppritinum er, at tað er í stríð við góðan marknaðarføringssið og § 8 um børn og ung at brúka børn og ung til vinaútvegan. Tað er eisini í stríð við § 4 um lýsingaidentifikasjón, um vinaútveganin verður hildin loynilig.

Børn og ung skulu sjálvandi hava møguleika at hava frítíðarstørv í handlum ella luttaka í øðrvísi sølu- og marknaðarføringsarbeiði sum partur av innsavnan til frítíðar- og ítróttafeløg. Til dømis kunnu skótar luttaka í sølu av jólatrøum fyri gartnaran á staðnum, og fáa ein part av vinninginum.

7.8 Virðislønarkappingar, gávur og líknandi

Fyritøkur skulu vísa afturhaldni og varsemi í brúki av marknaðarføringshættum, ið kunnu broyta fokus frá eini vøru ella tænastu, ið skal seljast. Tær skulu í hesum sambandi taka atlit til, at børn og ung eru løtt at lokka við t.d. einum tilboði, har lyfti um gávu verður givið, luttøku í kappingum við góðum vinningum og vinnaramøguleikum. Sølufremjandi tiltøk av hesum slag mugu tí brúkast við varsemi, og við atliti til ásetingarnar í hesi vegleiðing annars.

Viðvíkjandi virðislønarkappingum skal vísast til § 11, 1. stk., í marknaðarføringslógini. Eftir hesi áseting mugu vinnurekandi ikki halda lutakast, virðislønarkappingar og líknandi, har úrslitið heilt ella deilvís byggir á tilvildina, og luttøkan er treytað av keypi.

Ásetingin er tó ikki galdandi fyri marknaðarføringsátøk, ið venda sær til børn undir 15 ár, og har virðið av tí einstaka vinninginum ikki er størri enn 5 krónur, og kostnaðurin av vinningum í øllum marknaðarføringsátakinum ikki er meira enn 50 krónur.

7.9 Teleútgerð og teletænastur

Serlig atlit skulu takast, tá marknaðarføring av teleútgerð og –tænastum vendir sær til børn og ung. Víst verður til 12. part í rætningslinjunum um góðan marknaðarføringssið á teleøkinum, ið kann lesast á (leinkja?) www.forbrugerombudsmanden.dk.

Tá børn ikki sjálv kunnu stovna hald, velja nógv foreldur at stovna haldið, og geva børnum teirra fartelefon. Tað hevur víst seg, at hetta kann elva til trupulleikar, harímillum stórar rokningar, um foreldrini ikki hava stovnað saldoeftirlit, ella tí børnini ofta kunnu strika saldoeftirlitið uttan at foreldrini vita av tí.

Eisini menningin av nýggjum eginleikum til fartelefonina, herundir møguleikin at keypa umvegis SMS-boð og brúka fartelefonina sum gjaldsmiðil v.m. kann elva til meirnýtslu. Tí er neyðugt at serliga foreldur og onnur, ið veita børnum fartelefonir, gerast meira tilvitað um møguleikarnar at stovna saldoeftirlit ella sperra fyri nýtsluna av serligum gjaldstænastum.

Tá haldaraavtalur til fartelefonir verða gjørdar, eigur haldarin at upplýsa um brúkarin av telefonini er barn, ið ikki er komið til lógaldurs. Um so er, eigur tann vinnurekandi at tryggja sær, at brúkarin fær neyðuga vegleiðing um teir vandar, ið kunnu standast av at lata einum barni fartelefon, og hvørjar fyriskipanir kunnu brúkast fyri at forða fyri hesum vandum. Tann vinnurekandi eigur í bíleggingarváttanini, vælkomubrævinum og øðrum kunningartilfari vegleiða um hesar vandar.

* Eitt samtykki: Skal vera gjørt ítøkiligt, tað vil siga, at tað klárt og uttan iva skal vera ávíst, hvat samtykki verður givið fyri, og tað skal framganga, hvussu samtykkið verður tikið aftur.

Eitt samtykki verður í útgangsstøði givið einum ávísum vinnurekandi.

Samtykki verður t.d. útvegað gjøgnum undirskrift frá foreldrunum, sum skulu senda fyritøkuni tað umvegis post. Samtykki kann eisini útvegast elektroniskt, t.d. umvegis teldupostin hjá foreldrunum, tó við teirri treyt, at samtykkið kann eftirkannast gjøgnum t.d. telefon, teldupost, bræv ella faks.

Tey vinnurekandi mugu í marknaðarføringini týðuliga gera vart við, tá neyðugt er við samtykki frá foreldrunum.

8. Marknaðarføring vend móti børnum og ungum í serligum miðlum

8.1 Sjónvarps- og útvarpslýsingar

Saman við ásetingunum í marknaðarføringslógini, eru serligar reglugerðir galdandi fyri verju av børnum og ungum undir 18 ár í sjónvarps- og útvarpslýsingum. Reglurnar venda sær til virksemið hjá útvarps- og sjónvarpsstøðum. “Radio- og tv-nævnet” er myndugleiki mótvegis hesum virksemi. Nevndin tekur millum annað avgerð um, hvørt útvarps- og sjónvarpsrásir hava hildið tær serligu reglurnar, ið eru galdandi fyri at verja børn í sambandi við sjónvarps- og útvarpslýsingar. Sí meira hesum viðvíkjandi á heimasíðuni hjá Kulturministeriet (leinkja) www.kum.dk.

8.2 Internetið og aðrir samvirknir miðlar

§ 4 í marknaðarføringslógini sigur, at ein lýsing skal vera soleiðis háttað, at hon týðuliga verður fatað sum ein lýsing uttan mun til hvønn form hon hevur, og hvørjum miðli lýsingin verður borin fram í. Um hetta krav verður samanhildið við § 8 í lógini um børn og ung, verður kravið til lýsingaidentifikasjón hert, tá tað eru børn og ung, ið verða freistað av hesum lýsingum. Hetta merkir t.d., at serlig atlit skulu takast í samvirknum miðlum, har lýsingarnar venda sær til børn og ung, soleiðis, at marknaðarføringin ikki verður fjald. Spæl á netinum, har tað ávegis í spælinum koma fram merkivørur sum útgerð, kunnu sostatt vera í stríð við § 8, 1. stk., í marknaðarføringslógini og § 1 um góðan marknaðarføringssið, og eftir umstøðunum eisini við § 4 um identifikasjón av lýsingum. Sí punkt 4.

Hinvegin er eitt marknaðarføringsspæl á heimasíðuni hjá fyritøkuni, har tað er eyðsýnt, at lýsingarnar viðvíkja eini vøru hjá fyritøkuni, loyvt. Tað er í fyrireikingararbeiðinum til marknaðarføringslógina upplýst, at tað her vil vera greitt fyri børnum og ungum, at tey eru komin inn í ein lýsingaheim, og at tað er eyðsýnt, hvat lýst verður fyri. Harafturímóti má tað í slíkum spølum ikki koma fyri lýsingar við vørum, búmerki, figurum v.m. hjá øðrum fyritøkum.

Tað vil vera í stríð við § 8, 1. stk., í marknaðarføringslógini og § 1 og eftir umstøðunum við § 4, um fyritøkan t.d. kann keypa seg inn og vera ein partur av kjattrúmum og spælistøðum hjá børnum, soleiðis at lýsingin javnan framgongur á ymiskan hátt í kjattinum ella spælinum.

Vinnurekandi eiga harumframt sum minstakrav at rættað seg eftir fylgjandi meginreglum – umframt hinum í hesi vegleiðing:
Greiður skilnaður skal vera millum marknaðarføring, ið vendir sær til børn og ung og marknaðarføring av vørum og tænastum, ið bert er ætlað vaksnum.
Børn og ung skulu ikki eggjast til at keypa vørur ella gera aðrar avtalur umvegis internetið uttan samtykki frá foreldrunum. Sí punkt 7.5
Hóskandi fyriskipanir og eftirlit skulu vera, ið tryggja, at børn og ung ikki keypa ella gera avtalur umvegis internetið uttan at foreldrini hava givð sítt samtykki. Víst verður til 7. punkt í hesi frágreiðing.
Ikki er loyvt at geva børnum/ungum vónir um samsýning (pening, gávur ella annað) fyri at vera til staðar ella luttaka í tiltøkum á heimasíðu.
Foreldur eiga at eggjast til at luttaka í og/ella vera hjástødd har børnini ferðast á internetinum.
Í marknaðarføring er ikki loyvt at leinkja til aðrar síður á internetinum, um hesar ikki halda seg til krøvini í hesi vegleiðing.
Vinnurekandi eiga at brúka verandi tøkni, ið kann geva foreldrum møguleika fyri at avmarka tað tilfar, ið børnini fáa atgongd til umvegis internetið.

Annars verður víst til punkt 8 í (leinkja) “De nordiske forbrugerombudsmænds standpunkt til handel og markedsføring på internettet”, ið er um marknaðarføring, rættað mótvegis børnum og ungum. Eisini verður víst til “ICC’s kodeks for reklame og markedskommunikation”.

8.3 Biolýsingar og forfilmar í sambandi við barnafilmar í biohøllum. Lýsingar og barnafilmar

Biograflýsingar og forfilmar (lýsingar fyri komandi filmar í biohøllini), ið verða víst í sambandi við vísingar av barnafilmum, eiga fult og heilt at fylgja hesi vegleiðing. Harðskapshendingar, óhugnaligir ella pornografiskir tilburðir mugu ikki koma fyri, og heldur ikki er loyvt at lýsa fyri vørum við alkoholinnihaldi.

Ein avtala við fyritøku um vísing av vørum í barnafilmi, er eftir fatan Brúkaraumboðsins í útgangsstøði ikki í tráð við tey fyrilit, sum skulu vísast børnum og ungum sambært § 8 í marknaðarføringslógini, og hetta er líkamikið um avtalan framgongur í rullitekstunum. Børn og ung lesa sjáldan hesar, og tann yngsti málbólkurin dugir ikki at lesa.

Nógvir filmar fyri vaksin venda sær eisini til børn og ung – og verða sæddir av teimum – og fyritøkurnar eiga tí at umhugsa gjølla, um slíkir filmar ikki eiga at handfarast á sama hátt sum barnafilmar tá tað um vøruplasering umræður.

Fatanin hjá “Forbrugerombudsmanden” viðvíkjandi vøruplasering sæst í hoyringssvari til “Kulturministeriet” um endurskoðan av fyriskipanini viðvíkjandi “tv uden grænser”. Svarið kann lesast her: (leinkja?) “direktiv om tv uden grænser”

9. Marknaðarføring á almennum støðum og marknaðarføring annars, ið ikki serliga vendir sær til børn og ung

Børn og ung verða í gerandisdegnum útsett fyri marknaðarføring, ið einans er ætlað vaksnum. Hetta hendir heima og á almennum støðum. Hetta eiga tey vinnurekandi at taka hædd fyri, so tey ungu í marknaðarføringini ikki verða fyri óhóskandi tilburðum, so sum harðskapi og sex.

Talan kann t.d. vera um plakatir fram við vegnum, á almennum støðum og á flutningsførum, og talan kann vera um lýsingar og filmar í handlum, flogførum, bussum og biohøllum.

Sum dømi eigur ein handil ikki – í sambandi við sølu av dvd-fløgum – at vísa brot úr filmum, ið kunnu ræða børn, sum eru í handlinum.

Í sýnisgluggum og við inngongdina til ein handil eigur ikki at vísast brot úr spølum, ið kunnu ræða børn ella útseta børn og ung fyri óhóskandi tilburðum, so sum harðskapi og sex. Sjálvbodna avmerkingarskipanin fyri spøl (PEGI) kann vera vegleiðandi, men mett eigur at vera um støðuna í hvørjum einstøkum føri.

Í handlum eiga tíðarrit, bløð, filmar v.m. við framsíðum, ið benda á harðskap ella sex, ikki at verða løgd fram soleiðis, at tað ikki slepst undan, at børn síggja tey.

Í sambandi við marknaðarføring eiga vinnurekandi at vera serliga varin við at avmynda børn og ung, tí hetta vil sum oftast vekja áhugan hjá teimum ungu og geva ábendingar um, at vøran serliga er ætlað børnum/ungum.

Tá marknaðarføring er rættað mótvegis vaksnum, men vøran er ætlað til børn og ung ella hevur serligan áhuga millum børn og ung, eiga fyritøkurnar at umhugsa gjølla um innihaldið í marknaðarføringini ella miðilin, ið verður brúktur til marknaðarføringina, gevur orsøk til at vísa serligt varsemi yvir fyri børnum og ungum.


Article printed from Brúk: http://bruk.fo

URL to article: http://bruk.fo/vegleidingar-og-leidreglur/vegleiding-um-born-ung-og-marknadarforing/

Copyright © 2009 Bruk.fo. All rights reserved.