Klaga um brot á marknaðarføringslóg ella gjaldslóg

Niðanfyri kanst tú klaga um marknaðarføring ella avtalutreytir hjá einum vinnurekandi, ið eru brot á lóg um marknaðarføring. Eisini kanst tú fráboða brot á partar av gjaldslógini, ið Brúkaraumboðið umsitur.

Vit hava tíverri ikki orku til at viðgera allar klagur, men klagurnar skapa grundarlag fyri, hvørji mál vit taka upp við vinnurekandi.

Ein klaga kann ikki vera dulnevnd. Tá tú letur tínar persónsupplýsingar, fært tú boð, um tín klaga verður tikin upp við viðkomandi vinnurekandi.

Um tú vilt vera dulnevnd/-ur, kanst tú í staðin geva okkum eitt prei og útfylla hetta oyðublaðið.

Fráboðanir, sum eru sendar Brúkaraumboðnum, eru almennar, og øll kunnu biðja um innlit.

Brúkaraumboðið skrásetir og viðgerð persónupplýsingar, ið verða latnar Brúkaraumboðnum. Til ber at fáa nærri kunning um grundarlagið undir viðgerðini og um rættindini hjá skrásetta sambært dátuverndarlógini her: https://www.bruk.fo/fo/um-okkum/datuvernd/ 

Les eisini: Kunning um klagu um marknaðarføring

* Merkir at teigurin má útfyllast​..

Upplýsingar um kæruna

Hvat snýr kæran seg um?
Kæra til Brúkaraumboðið
Avrit av marknaðarføring ella avtalutreytum verða send okkum *
Avrit av viðkomandi skjølum verða send okkum *
Vit vilja fegin hava eina mynd av telduskíggjanum, sum vísir marknaðarføringina, ið tín klaga snýr seg um. Hendan myndin skal viðheftast klaguna. Eisini ber til at skriva viðkomandi netadressu í klaguna, men minst til, at netsíður broytast ofta. Tí er ikki vist, at vit finna marknaðarføringina aftur, sum tú hevur klagað um, tá ið vit fara inn á síðuna.
Um hetta ikki er gjørligt, kann avrit sendast til bruk@bruk.fo. LEGG TIL MERKIS! Viðkvæmar upplýsingar skulu sendast við posti.
Kæra um telefon, teldupost ella sms
Eru boðini, tú hevur fingið, reklama fyri vørur ella tænastur? *
Kæra um telefon, teldupost ella sms *
Hevur tú givið títt samtykki til, at sendarin av hesi marknaðarføring skal kunna senda tær tílíkar reklamur? *
Ert tú kundi hjá fyritøkuni, sum hevur sent tær reklamuna? *
Um hetta ikki er gjørligt, kann avrit sendast til bruk@bruk.fo. LEGG TIL MERKIS! Viðkvæmar upplýsingar skulu sendast við posti. Loyvdar fílur, sum kunnu viðfestast: doc, docx, rtf, ra-tiff6, pdf, jpg, jpeg, odt