Góður marknaðarføringssíður, avtalur, annað

  • Strandferðslan broytir endurgjald fyri 10-túra kort

    Brúkaraumboðið fekk í januar og februar í ár tvær klagur um mannagongdina hjá Strandferðsluni at ógilda 10-túrakortini. Strandferðslan hevði boðað frá, at virðið á óbrúktum klippum á 10-túrakortum kundi flytast á eitt virðiskort, sum vórðu galdandi fyri allar bygda- og oyggjaleiðir.
    Hetta kostaði eitt ómaksgjald á 50 krónur. Eisini segði Strandferðslan í fyrstu kunngerðini, at virðið undir 50 krónur vórðu ikki endurgoldin. Samstundis var freist sett, at virðið á óbrúktum klippum á 10-túrakortunum skuldi flytast á virðiskort innan 1. januar 2016.
    Brúkaraumboðið ivaðist í heimildini í avtaluni millum Strandferðsluna og brúkaran at seta ómaksgjald á og at strika virði undir 50 krónur. Brúkaraumboðið vísti eisini á, at sambært fyrningarlógini var fyrningarfreist fyri flyting av persónum 5 ár.
    Í samráð við Brúkaraumboðið hevur Strandsferðslan broytt mannagongdina. Tey, sum hava óbrúkt klipp á 10-túrakortum kunnu fáa virðið á óbrúktum klippum flutt á eitt virðiskort til í seinasta lagi 31. desember 2019. Virðið undir 50 krónur verða eisini flutt á eitt virðiskort, og Strandferðslan hevur eisini avgjørt at strika ómaksgjaldið á 50 kr.

  • Broyting av pakkabygnaði hjá Televarpinum

    Útgivið, tann 18. September 2014 (Seinasta rættað, tann 18. September 2014)

    Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál um broyting av pakkabygnaði og prísum hjá Televarpinum.

    Televarpið broytti pakkabygnaðin í fjør við virknaði frá 1. december 2013. Haldini at velja í millum fóru frá fýra til trý. Allir televarpshaldarar fingu tillutað nýtt hald í samband við broytingina.

    Brúkaraumboðið fekk klagur frá haldarum um, at tey høvdu fingið tillutað nýggj hald saman við nýggjum prísum uttan frammanundan at hava biðið um hetta.

    Brúkaraumboðið valdi at kanna framferðina hjá Televarpinum í samband við broytingarnar og um broytingarnar vóru so týðandi, at tær vóru at síggja sum ein nýggj avtala og tí kravdi samtykki frá viðskiftafólkunum.

    Meginreglan er, at avtalur verða fingnar í lag millum tveir partar við at partarnir gera nakað virkið og munnliga ella skrivliga seta fram tilboð og váttan um tilboð.

    Televarpið hevur heimild í standardavtalutreytunum í ávísan mun at gera broytingar í haldum og prísum.

    Neyðugt er av praktiskum ávum hjá Televarpinum at gera smærri tillagingar í haldum og prísum uttan serstakt samtykki frá haldarunum, undir tí fortreyt, at hvør einstakur haldari fær kunning um hetta og á henda hátt hevur møguleika at taka støðu til, um haldarin framvegis ynskir avtaluna.

    Televarpið hevur upplýst Brúkaraumboðnum, at neyðugt var broyta pakkabygnað og prís orsakað av úrsliti av samráðingum við rásveitarar.

    Sambært § 22 í marknaðarføringslógini skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginregluni fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvir at halda lógina. Brúkaraumboðið hevur tí samráðst við Televarpið um eina loysn á hesum máli.

    Brúkaraumboðið og Televarpið eru samd um hesa niðurstøðu:

    Televarpið gevur Brúkaraumboðnum hesa tilsøgn:

    1) Televarpið broytir sínar standardavtalutreytir á tann hátt, at møguleiki verður hjá haldarum at sleppa úr haldunum áðrenn týðandi broytingar verða settar í verk. Eisini verður staðfest í avtalutreytunum, at broytingar, ið hava við sær, ein rás fellur burtur úr pakkanum, er at síggja sum ein týðandi broyting;
    2) Um Televarpið ger týðandi broytingar, kunnar Televarpið síni viðskiftafólk individuelt, um sakligu orsakirnar til broytingarnar og hvussu haldararnir kunnu gerast leysir av avtaluni, áðrenn broytingin fær gildi;
    3) Tá broytingar verða gjørdar, ger Televarpið eina ítøkiliga meting av, um hesar eru so týðandi, at broytingarnar krevja samtykki frá hvørjum einstøkum haldara;

    Um ein vinnurekandi setir til viks eina tilsøgn, sum hann hevur givið Brúkaraumboðnum, kann Brúkaraumboðið geva áleggingar, sum verða mettar neyðugar til tess, at tilsøgnin verður hildin.

    Undir viðgerðini av málinum hevur Brúkaraumboðið gjørt Televarpið vart við, at í § 13 í lóg um marknaðarføring er krav, at upplýst verður um samlaðan prís fyri eina tænastu. Kortleigan eigur tí at verða roknað við í tann samlaða mánaðarliga prísin. Televarpið hevur tikið hetta til eftirtektar og broytt prísupplýsingarnar á heimasíðu síni.

    Brúkaraumboðið mælti eisini Televarpinum til at upplýsa, at neyðugt er at rinda kringvarpsgjald umframt gjald fyri televarpshaldið. Hetta verður upplýst í standardtreytunum, men ikki á heimasíðuni annars. Televarpið hevur tikið tilmælið til eftirtektar og upplýsir um hetta á síni heimasíðu.

    Brúkaraumboðið upplýsir, at talan hevur verið um góðar og konstruktivar samráðingar við Televarpið har endamálið hevur verið at betra um støðuna hjá brúkarunum.

    Brúkaraumboðið

  • Avgerð: Mál um sølu av gomlum mati hjá Bónus á Tvøroyri.

    Útgivið, tann 26. October 2009 (Seinasta rættað, tann 10. March 2010)

    Brúkaraumboðið hevur móttikið klagu frá brúkara tann 15. okt. 2009, um ymiskar kjøtvørur, til sølu úr kølidiskinum fyri 1/2 prís ella minni hjá Bónus á Tvøroyri, sum eru farnar út um síðasta søludag.

    Brúkaraumboðið tekur sær av marknaðarføring av vørum og tænastum sambært marknaðarføringarlógini, og ikki tá ið okkurt er galið við vøruni ella tænastuni sjálvari. Keypilógin fevnir um økið, har ið vørur ella tænastur ikki eru í lagi.

    Tó kann brúkaraumboðið, við heimild í marknaðarføringarlógini § 1 um góðan marknaðarføringssið, í einstøkum førum taka mál upp, sum eru av samfelagsligum týdningi, tá ið talan er um brúkaravernd í aðrari lóggávu. Brúkaraumboðið hevur valt, at taka hetta mál upp, og var klagan send Bónusi á Tvøroyri til hoyringar.

    Bónus hevur tann 21. okt. 2009, sent Brúkaraumboðnum umbering fyri hesa hending, og eru sera hørm um at hetta er komið fyri, og vilja gera alt fyri at slíkt ikki nakrantíð endurtekur seg. Brúkaraumboðið er fegið um skjóta og greiða avgreiðslu frá Bónus, og ger ikki meir við hetta mál.

    Bónus o.a. handlar eru góðkendir eftir § 32 í Matvørulógini, og eru undir regluligum eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Útgingin vøra skal ikki seljast -hvørki fyri heilan, hálvan ella ongan prís.

    Brúkaraumboðið vil takka Bónus, fyri gott samsstarv í málinum, og er Bónus eisini á henda hátt, við til at fremja góðan marknaðarføringssið í Føroyum.

  • Greiðari at gera avtalu

    Útgivið, tann 17. March 2014 (Seinasta rættað, tann 17. March 2014)

    Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál um avtalutreytir og mannagongd, tá venjing verður keypt í Vælveru Fitness.

    Málið byrjaði við klagu frá brúkara, ið hevði keypt sær venjing í ein mánað. Keypið varð framt inni í venjingarstøðini og ikki umvegis heimasíðuna. Goldið varð kontant. Seinni fekk klagarin uppkrav fyri fleiri mánaðir. Orsøkin til hetta var, at haldið ikki var uppsagt og tí helt á fram. Brúkarin var tó ikki greið yvir, at talan var um eitt hald og gjørdist tí bilsin av kravinum hon fekk ímóti sær.

    Brúkaraumboðið gjørdi av at kanna nærri mannagongdina, tá keypt verður í sjálvari venjingarstøðini og um standardtreytirnar um keyp eru nóg greiðar, serliga í mun til, um tað er nóg greitt, um talan er um leypandi hald.

    Útgangsstøðið er, at tað er tann vinnurekandi, ið skal prógva, at avtala er gjørd, tvs. í hesum føri, at klagarin hevði teknað eitt hald og ikki keypt ein mánaða venjing. Hinvegin er tað brúkarin, ið skal prógva, at hann hevur meldað seg úr ella sagt haldið upp.

    Brúkaraumboðið metti ikki, at tað framgekk greitt av avtaluni millum klagara og venjingarmiðstøðina, at klagari hevði teknað eitt hald, ið helt á fram, til hetta varð uppsagt. Hetta gav høvi til, at tað verður gjørt greiðari fyri brúkaran, tá avtala verður gjørd, at talan er um eitt leypandi hald, ið heldur á fram, til haldið verður uppsagt.

    Í málsviðgerðini kom eg fram á og gjørdi Vælveru Fitness vart við, at á haldum við bindingstíð, varð samlaði prísurin fyri haldið ikki upplýstur. Hetta er krav sambært lóg um marknaðarføring.

    Sambært lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur at halda lógina.

    Brúkaraumboðið hevur tí vent sær til Vælveru Fitness og víst á omanfyri nevndu viðurskifti.

    Vælvera Fitness hevur tikið tilmælini frá Brúkaraumboðnum til eftirtektar og slept ítøkiliga innheintingarmálinum. Vælvera Fitness hevur í síni standardavtalu gjørt greiðari, at talan er um eitt leypandi hald, umframt at upplýst verður um samlaða prísin fyri hald við bindingstíðum.

    Brúkaraumboðið ger tí ikki meira við málið.

    Brúkaraumboðið mælir øllum brúkarum til at lesa avtalutreytirnar væl, áðrenn hald verða teknað í venjingarmiðstøðum.

    Viðkomandi ásetingar í marknaðarføringslógini:

    § 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

    § 13. Í sambandi við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar, tó undantikið søla av vørum á uppboðssølu, skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna, íroknað til dømis ómaksgjøld, útreiðslur, meirvirðisgjald, fløskupant og líknandi, umframt øll onnur avgjøld. Avgjøld ella útreiðslur, sum tann vinnurekandi ikki hevur skyldu til at krevja beinleiðis frá brúkaranum, eru ikki fevnd av 1. pkt., men skulu upplýsast fyri seg. Verða vørur bjóðaðar út elektroniskt til brúkaran við møguleika fyri at bíleggja, eru 1. og 2. pkt. eisini galdandi.
    Stk. 2. Stk. 1, 1. og 2. pkt. eru eisini galdandi í sambandi við vinnuliga sølu av tænastum til brúkarar á einum føstum handilsstaði, og tá tænastan verður bjóðað út elektroniskt til brúkararnar við møguleika fyri at bíleggja. Í førum, har tað ikki er møguligt at upplýsa samlaða prísin fyri tænastuna, skal kunnast um grundarlagið fyri at útrokna prísin, um hendan kunningin ger tað møguligt hjá brúkaranum sjálvum at rokna út endaliga prísin. Um tað vegna mongdina av útbodnum tænastum ikki er møguligt at lata prís ella útrokningargrundarlag fyri tær allar, skal prísurin ella útrokningargrundarlagið fyri eitt viðkomandi og umboðandi úrval av tænastunum upplýsast.

  • Avgerð: Mál um sølu av feilmerktum kjøti hjá Føroya Keypssamtøku í Suðuroy

    Útgivið, tann 30. October 2009 (Seinasta rættað, tann 10. March 2010)

    Við heimild í marknaðarføringarlógini § 1 um góðan marknaðarføringarsið, so hevur Brúkaraumboðið tikið mál upp, sambært framsend skjøl. Talan er um vøru, sum er farin um síðsta søludag tann 7. okt. 2009. Talan er um kjøt, sum var keypt úr frostdiskinum hjá Føroya Keypssamtøku í Suðuroy tann 26. okt. 2009.

    Tá ið talan er um brot á matvørulógina, so kann Brúkaraumboðið taka málið upp, við tað at talan er um brot á aðra brúkaraverndarlóg, sum hevur stóran samfelagsligan týdning, og tískil eisini, tá ið talan er um brúkaravernd fyri einstaka brúkaran.

    Føroya Keypssamtøka hevur havt málið til hoyringar, og hava greitt frá, við hoyringsskrivi dagf. 27. okt. 2009, at í pakkideildini er hendur ein feilur í samband við pakkingina av kjøtinum. Um rætt var atborði, undir merkingini av vøruni, so var vøran merkt sum frystivøra. Haldføri skuldi ikki verði 1 dagur, men 30 dagar. Malið oksakjøt, sum skal seljast fekst, skal merkjast kølivøra við haldføri í 1 dag og skal ikki seljast aftaná hesa tíðarfreist.Sostætt er talan um ein feil. Føroya Keypssamtøka hevur lovað, at tað framyvir verður gjørt meira burtur úr at kanna vørunar, áðrenn tær verða lagdar fram.Vit harmast um mistakið og vilja royna at sleppa undan feilum av hesum slagi framyvir.

    Brúkaraumboðið er fegið um skjóta og greiða avgreiðslu frá Føroya Keypssamtøku, og ger ikki meir við hetta mál.

    Føroya Keypssamtøa o.a. handlar eru góðkendir eftir § 32 í Matvørulógini, og eru undir regluligum eftirliti av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Útgingin vøra skal ikki seljast – og feilmerking er villeiðandi um haldbari og uppruna av vøruni.

    Slík mál kunnu eisini kærast til Heilsufrøðilga Starvsstovuna.

    Vinarliga

    Andrass Holm Arge,  Brúkaraumboð, Vágur tann 30. okt. 2009.

  • Avgerð: Mál um kortleiguhækkan hjá Televarpinum

    Útgivið, tann 26. November 2009 (Seinasta rættað, tann 26. November 2009)

    Brúkaraumboðið hevur tann 2. november 2009, tikið mál upp um kortleiguhækkan hjá Televarpinum. Fyrr í ár hækkaði Televarpið gjaldið við kr. 40 um hálvárið t.e. frá kr. 190 til kr. 230. Hækkingin varð fráboða tann 30. apríl 2009, á heimasíðuni hjá Televarpinum og á kunningarrás felagsins Rás 1 umframt í lýsingum í bløðunum. Hækkingin kom í gildi tann 1. juni 2009.

    Brúkaraumboðið reisti spurningin fyri Televarpinum, um tað var í tráð við góðan marknaðarføringssið, og um fráboðanin var framd nøktandi. Brúkaraumboðið hevur móttkið hoyringssvar frá Televarpinum tann 3. november 2009, har mett verður, at fráboðanin hevur verið nøktandi. Brúkaraumboðið hevur eisini verið á fundi við Televarpið tann 17. november 2009, har ið Brúkaraumboðið gjørdi vart við, at málið eisini verður mett eftir tí siðvenju, sum t.d. tann danska Brúkaraumboðið hevur. Víst verður til vegleiðing á leinkju:

    http://www.forbrug.dk/forbrugerombudsmanden/sager-og-retningslinjer/retningslinjer/retningslinjer/gebyr-15/#SEKS

    Víst varð til § 15 í marknaðarføringarlógini um ómaksgjøld:

    § 15. Um støddin ella innkrevjingin av einum ómaksgjaldi, sbr. § 13, stk. 5, sum ikki er ásett við lóg, í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, kann broytast á neiligan hátt fyri brúkaran, skal skilliga leggjast dentur á treytirnar fyri hesum í avtaluni.
       Stk. 2. Broytingar í ómaksgjøldum ella innkrevjing av nýggjum ómaksgjøldum í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, skulu altíð fráboðast við rímiligari freist, áðrenn hetta fær virknað fyri brúkaran.
       Stk. 3. Er broytingin í ómaksgjaldi munandi, ella verður nýtt ómaksgjald kravt, skal hetta fráboðast brúkaranum við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað. Hevur brúkarin rætt at siga avtaluna upp, skal hetta standa í fráboðanini, umframt við hvørjum treytum brúkarin kann siga avtaluna upp.

    Sambært lógini um góðan marknarføringssið er Brúkaraumboðið komið til ta niðurstøðu, at fráboðanin hjá Televarpinum um hækking í kortleiguni ikki var nøktandi, hóast lýst hevur verið á heimasíðu felagsins umframt á Rás 1 og í lýsingum í bløðunum. Fráboðanin var bara ikki nóg sjónlig í lýsingunum, tí talan var um sølulýsing, har ið prísurin verður nevndur. Talan var tí ikki um eina týðuliga og  greiða fráboðan um kortleiguhækkan til brúkaran.

    Sambært § 15, stk. 3 í marknaðarføringarlógini, so skulu munandi broytingar, fráboðast við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað, og í fráboðani skal eisini verða sagt frá, um og á hvønn hátt brúkarin kann uppsiga avtaluna, áðrenn hon fær virknað. Um hugt verður eftir tí  vegleiðing sum danski Brúkaraumboðsmaðurin leggur til grund, so eru munandi broytingar ein meting, tó verður sagt at um so er at hækkingin er meiri enn 10 %, so er talan um eina munandi hækking, sum krevur fráboðan til hvønn einstakan. Hækkingin í kortleiguni var munandi hægri enn tey 10 %, hóast talan er um lutfalsliga lítla hækking á 6,66 kr/mánaða íroknað mvg. Í mun til útlendskar veitarar hevur Televarpið lægri kortleigu og hevur hvørki hækkað kortleiguna ella pakkaprísirnar í fleiri ár. Brúkaraumboðið og Televarpið eru samd um, at tað ikki er neyðugt at fráboða hesa príshækking indivuelt út til hvønn einstaka kunda.

    Príshækkingina hevur ikki nakrar stórvegis avleiðingar fyri brúkaran, tí møguligt var hjá brúkaranum at strika haldið hjá Televarpinum áðrenn hendan príshækking kom í gildið. Televarpið hevur stutta uppsagnarfreist, so brúkarin hevur møguleika at strika haldið hvønn mánaða.

    Televarpið hevur tikið niðurstøðuna hjá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og hevur givið tilsøgn um, at komandi hækkingar ella broytingar verða kunngjørdar sjónligari í teimum føroysku bløðunum. Brúkaraumboðið ger ikki meir við hetta mál.

    Brúkaraumboðið, Vágur tann 26. november 2009.

    Andrass Holm Arge

  • Ónevndur lýsari

    Útgivið, tann 24. September 2009 (Seinasta rættað, tann 24. September 2009)

    Ein fyritøka hevur eina lýsing til ummælis, forhandarmeting, hjá Brúkaraumboðnum.

    Lýsingin byggir á, hvussu týdningarmikið reinføri er. Lýsingin leggur upp til, at um tú brúkar ávís amboð, so verjir tú teg móti svínakrími, H1N1.

    Men Brúkaraumboðið vísir á, at hann ikki kann góðtaka eina lýsing, sum inniheldur orðingar um H1N1.

    Tað er í stríð við góðan marknaðarføringssið at leypa ótta og angist á fólk fyri at fremja sølu av vørum og tænastum.

    Fyritøkan tók metingina til eftirtektar og orðaði lýsingina av nýggjum.