Útgivið, tann 26. November 2009 (Seinasta rættað, tann 26. November 2009)
Brúkaraumboðið hevur tann 2. november 2009, tikið mál upp um kortleiguhækkan hjá Televarpinum. Fyrr í ár hækkaði Televarpið gjaldið við kr. 40 um hálvárið t.e. frá kr. 190 til kr. 230. Hækkingin varð fráboða tann 30. apríl 2009, á heimasíðuni hjá Televarpinum og á kunningarrás felagsins Rás 1 umframt í lýsingum í bløðunum. Hækkingin kom í gildi tann 1. juni 2009.
Brúkaraumboðið reisti spurningin fyri Televarpinum, um tað var í tráð við góðan marknaðarføringssið, og um fráboðanin var framd nøktandi. Brúkaraumboðið hevur móttkið hoyringssvar frá Televarpinum tann 3. november 2009, har mett verður, at fráboðanin hevur verið nøktandi. Brúkaraumboðið hevur eisini verið á fundi við Televarpið tann 17. november 2009, har ið Brúkaraumboðið gjørdi vart við, at málið eisini verður mett eftir tí siðvenju, sum t.d. tann danska Brúkaraumboðið hevur. Víst verður til vegleiðing á leinkju:
http://www.forbrug.dk/forbrugerombudsmanden/sager-og-retningslinjer/retningslinjer/retningslinjer/gebyr-15/#SEKS
Víst varð til § 15 í marknaðarføringarlógini um ómaksgjøld:
§ 15. Um støddin ella innkrevjingin av einum ómaksgjaldi, sbr. § 13, stk. 5, sum ikki er ásett við lóg, í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, kann broytast á neiligan hátt fyri brúkaran, skal skilliga leggjast dentur á treytirnar fyri hesum í avtaluni.
Stk. 2. Broytingar í ómaksgjøldum ella innkrevjing av nýggjum ómaksgjøldum í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, skulu altíð fráboðast við rímiligari freist, áðrenn hetta fær virknað fyri brúkaran.
Stk. 3. Er broytingin í ómaksgjaldi munandi, ella verður nýtt ómaksgjald kravt, skal hetta fráboðast brúkaranum við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað. Hevur brúkarin rætt at siga avtaluna upp, skal hetta standa í fráboðanini, umframt við hvørjum treytum brúkarin kann siga avtaluna upp.
Sambært lógini um góðan marknarføringssið er Brúkaraumboðið komið til ta niðurstøðu, at fráboðanin hjá Televarpinum um hækking í kortleiguni ikki var nøktandi, hóast lýst hevur verið á heimasíðu felagsins umframt á Rás 1 og í lýsingum í bløðunum. Fráboðanin var bara ikki nóg sjónlig í lýsingunum, tí talan var um sølulýsing, har ið prísurin verður nevndur. Talan var tí ikki um eina týðuliga og greiða fráboðan um kortleiguhækkan til brúkaran.
Sambært § 15, stk. 3 í marknaðarføringarlógini, so skulu munandi broytingar, fráboðast við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað, og í fráboðani skal eisini verða sagt frá, um og á hvønn hátt brúkarin kann uppsiga avtaluna, áðrenn hon fær virknað. Um hugt verður eftir tí vegleiðing sum danski Brúkaraumboðsmaðurin leggur til grund, so eru munandi broytingar ein meting, tó verður sagt at um so er at hækkingin er meiri enn 10 %, so er talan um eina munandi hækking, sum krevur fráboðan til hvønn einstakan. Hækkingin í kortleiguni var munandi hægri enn tey 10 %, hóast talan er um lutfalsliga lítla hækking á 6,66 kr/mánaða íroknað mvg. Í mun til útlendskar veitarar hevur Televarpið lægri kortleigu og hevur hvørki hækkað kortleiguna ella pakkaprísirnar í fleiri ár. Brúkaraumboðið og Televarpið eru samd um, at tað ikki er neyðugt at fráboða hesa príshækking indivuelt út til hvønn einstaka kunda.
Príshækkingina hevur ikki nakrar stórvegis avleiðingar fyri brúkaran, tí møguligt var hjá brúkaranum at strika haldið hjá Televarpinum áðrenn hendan príshækking kom í gildið. Televarpið hevur stutta uppsagnarfreist, so brúkarin hevur møguleika at strika haldið hvønn mánaða.
Televarpið hevur tikið niðurstøðuna hjá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og hevur givið tilsøgn um, at komandi hækkingar ella broytingar verða kunngjørdar sjónligari í teimum føroysku bløðunum. Brúkaraumboðið ger ikki meir við hetta mál.
Brúkaraumboðið, Vágur tann 26. november 2009.
Andrass Holm Arge