Útgivið, tann 18. September 2014 (Seinasta rættað, tann 18. September 2014)
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál um broyting av pakkabygnaði og prísum hjá Televarpinum.
Televarpið broytti pakkabygnaðin í fjør við virknaði frá 1. december 2013. Haldini at velja í millum fóru frá fýra til trý. Allir televarpshaldarar fingu tillutað nýtt hald í samband við broytingina.
Brúkaraumboðið fekk klagur frá haldarum um, at tey høvdu fingið tillutað nýggj hald saman við nýggjum prísum uttan frammanundan at hava biðið um hetta.
Brúkaraumboðið valdi at kanna framferðina hjá Televarpinum í samband við broytingarnar og um broytingarnar vóru so týðandi, at tær vóru at síggja sum ein nýggj avtala og tí kravdi samtykki frá viðskiftafólkunum.
Meginreglan er, at avtalur verða fingnar í lag millum tveir partar við at partarnir gera nakað virkið og munnliga ella skrivliga seta fram tilboð og váttan um tilboð.
Televarpið hevur heimild í standardavtalutreytunum í ávísan mun at gera broytingar í haldum og prísum.
Neyðugt er av praktiskum ávum hjá Televarpinum at gera smærri tillagingar í haldum og prísum uttan serstakt samtykki frá haldarunum, undir tí fortreyt, at hvør einstakur haldari fær kunning um hetta og á henda hátt hevur møguleika at taka støðu til, um haldarin framvegis ynskir avtaluna.
Televarpið hevur upplýst Brúkaraumboðnum, at neyðugt var broyta pakkabygnað og prís orsakað av úrsliti av samráðingum við rásveitarar.
Sambært § 22 í marknaðarføringslógini skal Brúkaraumboðið royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginregluni fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvir at halda lógina. Brúkaraumboðið hevur tí samráðst við Televarpið um eina loysn á hesum máli.
Brúkaraumboðið og Televarpið eru samd um hesa niðurstøðu:
Televarpið gevur Brúkaraumboðnum hesa tilsøgn:
1) Televarpið broytir sínar standardavtalutreytir á tann hátt, at møguleiki verður hjá haldarum at sleppa úr haldunum áðrenn týðandi broytingar verða settar í verk. Eisini verður staðfest í avtalutreytunum, at broytingar, ið hava við sær, ein rás fellur burtur úr pakkanum, er at síggja sum ein týðandi broyting;
2) Um Televarpið ger týðandi broytingar, kunnar Televarpið síni viðskiftafólk individuelt, um sakligu orsakirnar til broytingarnar og hvussu haldararnir kunnu gerast leysir av avtaluni, áðrenn broytingin fær gildi;
3) Tá broytingar verða gjørdar, ger Televarpið eina ítøkiliga meting av, um hesar eru so týðandi, at broytingarnar krevja samtykki frá hvørjum einstøkum haldara;
Um ein vinnurekandi setir til viks eina tilsøgn, sum hann hevur givið Brúkaraumboðnum, kann Brúkaraumboðið geva áleggingar, sum verða mettar neyðugar til tess, at tilsøgnin verður hildin.
Undir viðgerðini av málinum hevur Brúkaraumboðið gjørt Televarpið vart við, at í § 13 í lóg um marknaðarføring er krav, at upplýst verður um samlaðan prís fyri eina tænastu. Kortleigan eigur tí at verða roknað við í tann samlaða mánaðarliga prísin. Televarpið hevur tikið hetta til eftirtektar og broytt prísupplýsingarnar á heimasíðu síni.
Brúkaraumboðið mælti eisini Televarpinum til at upplýsa, at neyðugt er at rinda kringvarpsgjald umframt gjald fyri televarpshaldið. Hetta verður upplýst í standardtreytunum, men ikki á heimasíðuni annars. Televarpið hevur tikið tilmælið til eftirtektar og upplýsir um hetta á síni heimasíðu.
Brúkaraumboðið upplýsir, at talan hevur verið um góðar og konstruktivar samráðingar við Televarpið har endamálið hevur verið at betra um støðuna hjá brúkarunum.
Brúkaraumboðið