Útgivið, tann 18. June 2010 (Seinasta rættað, tann 18. June 2010)
Mál um ómaksgjøld hjá Sandavágs Timburhandil.
Tann 4. Juni 2010 vísur brúkari í kæruskrivið Brúkaraumboðnum á, at Sandvágs Timburhandil hevur álagt honum eitt faktura ómaksgjald á 25 kr. í sambandi við sølu uppá borg. Brúkaraumboðið tekur málið upp til viðgerðar, og fer at kanna, um heimild er fyri ómaksgjaldinum, og um grein 15 í marknaðarføringslógini um ómaksgjøld er hildin.
Tað er ásett soleiðis í galdandi marknaðarføringslóg um ómakgsgjøld:
§ 15. Um støddin ella innkrevjingin av einum ómaksgjaldi, sbr. § 13, stk. 5, sum ikki er ásett við lóg, í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, kann broytast á neiligan hátt fyri brúkaran, skal skilliga leggjast dentur á treytirnar fyri hesum í avtaluni.
Stk. 2. Broytingar í ómaksgjøldum ella innkrevjing av nýggjum ómaksgjøldum í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, skulu altíð fráboðast við rímiligari freist, áðrenn hetta fær virknað fyri brúkaran.
Stk. 3. Er broytingin í ómaksgjaldi munandi, ella verður nýtt ómaksgjald kravt, skal hetta fráboðast brúkaranum við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað. Hevur brúkarin rætt at siga avtaluna upp, skal hetta standa í fráboðanini, umframt við hvørjum treytum brúkarin kann siga avtaluna upp.
Grein 15 í marknaðarføringslógini ásetur nøkur formlig krøv til innkrevjing av nýggjum – og broyting av ómaksgjøldum. Greinin fevnur ikki um avtaluna ímillum brúkara og veitara, og gevur sostatt ikki veitara heimild at álggeja – ella broyta ómaksgjøld, um greinin verður hildin.
Heimild fyri innkrevjing av ómaksgjaldi skal verða í avtaluni ímillum veitara og brúkara. Hetta er galdandi bæði fyri einstakar persónligar avtalur ímillum veitara og brúkara, og avtalur sambært keyparans vanligu keypitreytum.
Grein 15, stk. 1. krevur, at avtalan ímillum veitara og brúkara leggur dent á treytirnar fyri innkrevjing av nýggjum-, ella broyting av ómaksgjaldi á neiligan hátt fyri brúkaran. Hetta inniber, at aftalan greitt skal tilskilja, eftir hvørjum korum ómaksgjøld kunnu broytast ella innkrevjast. Tað er t.d. ikki nóg greitt einans at taka fyrivarni fyri broytingum í prísi og ómaksgjøldum.
Brúkaraumboðið metir, at góður brúkarverndarsiður sambært grein 15, stk. 1 kundi verið, at treytirnar fyri ómaksgjøld verða upplýstar á baksíðuni á fylgiseðlinum, brúkarin fær eftir keyp. Hetta vildi givið brúkaranum møguleika fyri at meta um endaliga kostnaðarstøðið í avtaluni, og um broytingarnar í ómaksgjøldum eru í tráð við avtaluna.
Málið um Sandvágs Timburhandil.
15. Juni 2010 fær Brúkaraumboðið hoyringsskriv frá Sandavágs Timburhandli. Víst verður á, at ómaksgjaldið er komi á eftir sum at nógv arbeiðið er av sølu uppá borg, sum krevur arbeiðsorku og útreiðslur.
Í hoyringssvarinum sigur Sandavágs Timburhandil, at brúkarin sambært grein 15 í løgtingslóg um marknaðarføring skuldi verið fráboðaður um ómakgsgjaldi, og at tað er eitt mistak, at hettar ikki er gjørt.
Sandavágs Timburhandil sigur víðari, at ómakgsgjøld av tí slagnum sum kæra fyriliggur um, ikki verða kravd inn, fyrr enn treytirnar í grein 15 í løgtingslóg um marknaðarføring eru loknar. Og at kreditnota fyri ómaksgjaldi á faktura 008811 verður send.
Niðustøða.
Niðurstøðan í málinum er, at Sandavágs Timburhandil ikki hevur haft heimild at innkrevja ómaksgjald fyri faktura 008811 fyri sølu uppá borg.
Sandavágs Timburhandil tekur undir við niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum, og fer framyvir at tryggja sær heimild fyri ómaksgjøldum, og lúka treytunum í grein 15 um ómakgsgjøld. Sandavágs Timburhandil hevur sýnt gott samstarv í málinum, og tað takkar Brúkaraumboðið fyri.
Brúkaraumboðið ger ikki meira við hetta mál.
Víst verður til vegleiðing hjá danska brúkaraumboðnum, um sama evnið:
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboðið.