Útgivið, tann 4. January 2010 (Seinasta rættað, tann 10. March 2010)
Brúkaraumboðið hevur valt at tikið mál upp mótvegis Vágs Kommunu. Tann 2. desember reisti Brúkaraumboðið spurningin mótvegis Vágs Kommunu, um § 15 í lóg um marknaðarføring varð hildin í sambandi við, at Vágs Kommuna hevði álagt ófráboða avgreiðslugjald á innkrevjing fyri neystaleigugrundir.
Sambært galdandi marknaðarføringarlóg verður sagt fylgandi:
Almennar reglur á økinum:
§ 15. Um støddin ella innkrevjingin av einum ómaksgjaldi, sbr. § 13, stk.5, sum ikki er ásett við lóg, í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, kann broytast á neiligan hátt fyri brúkaran, skal skilliga leggjast dentur á treytirnar fyri hesum í avtaluni.
Stk. 2. Broytingar í ómaksgjøldum ella innkrevjing av nýggjum ómaksgjøldum í einari avtalu, sum gongur yvir tíð, skulu altíð fráboðast við rímiligari freist, áðrenn hetta fær virknað fyri brúkaran.
Stk. 3. Er broytingin í ómaksgjaldi munandi, ella verður nýtt ómaksgjald kravt, skal hetta fráboðast brúkaranum við individuellum samskifti, áðrenn broytingin fær virknað. Hevur brúkarin rætt at siga avtaluna upp, skal hetta standa í fráboðanini, umframt við hvørjum treytum brúkarin kann siga avtaluna upp.
Málið um avgreiðslugjald frá Vágs Kommunu:
Eftir móttøku av kæru í sambandi við avgreiðslugjaldið, hevur Brúkaraumboðið tann 2. desember 2009 reist málið mótvegis Vágs Kommunu, har ið biðið verður um viðmerkingar til málið.
Vágs Kommuna hevur í hoyringssvarið tann 15. desember 2009 greitt frá gongdini í málinum. Tann 18. februar 2009, samtykti Vágs Býráð eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, at broyta leiguna fyri neystagrundir til kr. 5 pr. m2, samstundis varð samtykt, at áleggja avgreiðslugjald kr. 50,- á allar rokning fyri leigugrundir. Avgerðin var grundað á, at fáa eins útrokningargrundarlag fyri sjálva leiguna, og at áleggja eitt avgreiðslugjald fyri lutvíst stóru umsitingina av nógvum smáum leigumálum.
Vágs Kommuna hevur ikki fráboða nýggja avgreiðslugjaldið til leigugrundsleigararnar.
Niðurstøða:
Niðurstøðan í málinum er greið, at Vágs Kommuna ikki hevur heimild at uppkrevja nýtt avgreiðslugjald, uttan so at hetta frammanundan er fráboða leigugrundsleigarunum, sambært § 15, stk. 3 í marknaðarføringarlógini um ómaksgjøld.
Vágs Kommuna hevur í hoyringssvarið sínum tikið fult undir við Brúkaraumboðnum, og vil umsitingin avgreiða leigumálini samsvarandi hesi niðurstøðu.
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboð, Vágur tann 4. januar 2010.