Í samstarvi við Brúkaraumboðið hevur Sjónám í Klaksvík nágreinað gjaldsmøguleikarnar, tá goldið verið fyri tilmelding til skeið hjá Sjónámi. Brúkaraumboðið fekk í januar eina klagu um, at samsvar ikki var millum upplýsta kostnaðin fyri skeiðini og ta upphædd, sum gjaldast skuldi, tí klagarin umframt tilmeldingargjald eisini skuldi rinda eitt avgreiðslugjald. Sjónám upplýsir, at á tilmeldingarsíðuni á heimasíðuni var ikki nóg greitt tilskilað, at til bar eisini at gjalda umvegis netbanka ella kontant, so sleppast kundi undan avgreiðslugjaldi. Sjónám hevur nú nágreinað, at til ber at rinda fyri skeið kontant, umvegis netbankan og eftir rokning, um talan er um stovn ella reiðarí.
Lýsingaridentifikasjón, lýsingar á føroyskum, ómaksgjald
Tilmelding uttan avgreiðslugjald