Útgivið, tann 9. February 2010 (Seinasta rættað, tann 10. March 2010)
Brúkaraumboðið hevur valt at tikið mál upp mótvegis Føroya Banka, eftir at móttakari av sms-boðum frá Føroya Banka, hevur vent sær til Vágaportalin, sum síðani sendir fyrispurningin víðari til Brúkaraumboðið.
Tann 9. januar 2010, reisti Brúkaraumboðið spurningin mótvegis Føroya Banka, um § 6 í marknaðarføring var hildin í sambandi við, at Føroya Banki, hevur sent sms-boð, har ið mint verður á, at inngjalda upptil hámarki fyri 60 ára konti í seinasta lagi 30.12.2009.
Sambært galdandi marknaðarføringarlóg verður sagt fylgandi:
Almennar reglur á økinum:
§ 6. Tað er ikki loyvt í vinnuvirksemi at senda út lýsingar, ella á annan hátt at marknaðarføra, við elektroniskum samskifti so sum telduposti, sms, mms ella líknandi, sjálvvirkandi uppkallingarskipan, telefaxi ella telefon, uttan so, at móttakarin frammanundan hevur biðið um hetta.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki galdandi, tá ein vinnurekandi í sambandi við sølu av vøru ella tænastu frá kundanum hevur fingið upplýst hansara teldupostbústað. Tá er loyvt vinnurekandi at marknaðarføra egnar vørur ella tænastur samsvarandi teimum, kundin hevur keypt, á upplýsta teldupostbúðstaðinum. Hetta er tó treytað av, at kundin til eina og hvørja tíð hevur møguleika fyri, ómaksleyst og ókeypis, at biðja seg undan hesum, bæði í sambandi við at hann letur tí vinnurekandi teldupostbústaðin, og tá hann seinni fær áheitanir frá tí vinnurekandi.
Greinin ásetir reglur viðvíkjandi “beinleiðis marknaðarføring” ella “direct marketing”, sum tað eitur á enskum. Hetta er marknaðarføring, sum vendir sær beinleiðis til móttakaran.
Stk. 1. ásetir eitt heildarforboð ímóti óumbidnum elektroniskum áheitanum (spam). Hetta forboð verður linkað í stk. 2, soleiðis at ein vinnurekandi, sum í sambandi við sølu til ein kunda hevur fingið teldupostbústaðin hjá kundanum, við ávísum treytum, kann marknaðarføra vørur og tænastur, ið samsvara við tær vørur ella tænastur, sum kundin áður hevur keypt.
Málið mótvegis Føroya Banka:
Brúkaraumboðið hevur móttikið hoyringssvar frá Føroya Banka dagf. 22. januar 2010.
Í hoyringssvarinum verður m.a. víst á:
- Føroya Banki hevur á hvørjum ári mint kundar á seinastu freist fyri inngjaldi við skattligum frádráttarrættindum. Hettar metir bankin vera ein náttúrligur liður í tí ráðgeving, sum bankin veitir kundum sínum. Tað hevur síðan verið upp til hvønn einstakan kunda at avgera, um hann fremur inngjald ella ei.
- Í hesum ítøkiliga máli hevur bankin vent sær til ávísar kundar og mint á freistina fyri inngjaldi. Talan er um kundar, sum framman undan hava 60-ára konto. Talan er tí ikki um sølu av nýggjum produkti.
- Bankans áskoðan er, at móttakarin av sms-boðunum einans er kunnaður um innihaldið í galdandi rentutryggingarlóg.
- Bankans uppfatan er somuleiðis, at tað í hesum førinum ikki er talan um lýsingar ella á annan hátt marknaðarføring. Harumframt metitr bankin, at sms-boðini til kundarnar í flestu førum er partur av eini siðvenju, sum hevur verið í samskiftinum ímillum bankan og kundan.
Brúkaraumboðið hevur ta viðmerking, at § 6 sum frammfyri nevnt inniheldur eitt heildarforboð fyri óumbidnum elektroniskum áheitanum. Tó ber til at senda slíkar áheitanir, um so er at brúkarin hevur givið tilsøgn til tess, ella teldupostbústaður er uppgivin, sambært stk. 2.
Sambært hoyringsskriv frá bankanum, so hevur bankin váttan frá kundum í fleiri førum . Men tíverri er sms-fráboðan eisini farin til kundar, sum ikki hava undirskrivað “Váttan um samskifti,” og hetta er sjálvandi óheppið.
Talan er um brot á § 6, tá ið óumbidna áheitanin hevur til endamáls fyrr ella seinni, at selja vøru ella tænastu t.v.s. marknaðarføring. Fráboðanin nýtist ikki at innihalda eitt beinleiðis tilboð ella at nevna eitt ávíst produkt ella tænastu – eisini ”branding” av navninum hjá tí vinnurekandi er nóg mikið til at talan er um marknaðarføring.
Í hesum føri hevur fráboðan bankans til endamáls ikki bert kunning, sum sagt verður omanfyri, men meirsøla av verandi bankaprodukti, sum sjálvandi er til gagns fyri báðar partar.
Hóast bankin vísir til siðvenju á økinum millum bankan og kundan, so hevur bankin valt at nýta ein annan fráboðanarhátt, sum er minni kostnaðarmikil fyri bankan, við meirsølu fyri eygað. Tað vil siga, at bankin í hesum føri er farin frá tí siðbudna, at senda skriv út til kundan, og ístaðin hevur valt at senda sms áheitanir út til kundan.
Tað sum liggur til grund fyri forboðnum um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar í grein 6, sum í omanfyri nevnda føri er gjørt við sms fráboðan er, at slík marknaðarføring verður mett, at verða ágangandi, og at hon kann viðføra móttakaranum órógv, samstundis sum tann vinnurekandi lættliga hevur møguleika at spamma (mongdarútbreiðslu av lýsingartilfari/marknaðarføringartilfari) til eina mongd av móttakarum, uttan at tann vinnurekandi hevur nevnuverdugar útreiðslur ella trupulleikar av hesum.
Niðurstøða:
Niðurstøðan í málinum mótvegis Føroya Banka er greið, at Føroya Banki ikki í nóg stóran mun hevur yvirhildið ásetingarnar í § 6 í marknaðarføringarlógini um óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar.
Brúkaraumboðið grundar sína niðurstøðu í stuttum:
- At talan hevur verið um, at vinnurekandi í ávísan mun hevur sent óumbidnar áheitanir til ávísar móttakarar.
- Hóast bankin hevur samtykki frá fleiri kundum i hesum máli, so er av misgáum tað óhepna hent, at eisini fleiri óumbidnar áheitanir eru farnar út, uttan samtykki frá kundanum.
- At talan er um marknaðarføring, við tað at fráboðanin eisini hevur til endamáls at fremja meirsølu.
Við tað at danska og føroyska marknaðarføringarlógin eru eins á hesum øki, so hevur verið hugt eftir tí siðvenju og tulking av lógini, sum er at finna í grannalondum okkara.
Føroya Banki hevur tikið niðurstøðuna hjá Brúkaraumboðnum til eftirtektar, og vil rætta fráboðanarháttin, so at hesin er í samsvar við grein 6 í marknaðarføringarlógini.
Brúkaraumboðið ger ikki meir við málið.
Víst verður til leinkju hjá danska brúkaraumboðsmanninum:
http://www.forbrugerombudsmanden.dk/?SC_itemid=ed5fc9fc-6d79-4167-8de3-b57605dd60bb#
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboð, Vágur tann 9. februar 2010.