Villleiðandi marknaðarføring, prísmarknaðarføring og sølufremjandi tiltøk

  • Brúkaraumboðið gevur Føroya Tele ábreiðslu

    Brúkaraumboðið hevur kannað marknaðarføringina, tá Føroya Tele í fjør lýsti við, at tollaksmessudag vóru iPhone 6 Plus 64GB fartelefonir seldar á tilboði í telebúðunum kring landið.

    Føroya Tele lýsti á síni Facebook-síðu við tilboðnum, sum var nevnt óhoyrt kvetti. Fartelefonin, sum fyrr um árið hevði kostað 7.995 kr og í desember hevði kostað 5.995 kr, var í tilboðnum lýst til sølu fyri 2.995 kr. Í niðurstøðuni hjá Brúkaraumboðnum verður sagt, at Føroya Tele breyt marknaðarføringslógina, tí felagið ikki gjørdi vart við, at talan var um avmarkaða nøgd. Longu tíðliga tollaksmessudag vóru útbodnu fartelefonirnar útseldar.

    Marknaðarføringslógin ásetur, at um væntast kann, at fleiri hava hug at keypa eina vøru á tilboði enn vørur eru, so eigur vinnurekandi at lýsa við, at nøgdin er avmarkað. Brúkaraumboðið vísir á, at í teimum seks telebúðunum kring landið vóru 24 iPhone 6 Plus 64GB til sølu. Og Føroya Tele átti tí at lýst við at nøgdin var avmarkað. Eisini átti Føroya Tele, tá sølan í einstøku telebúðunum var so avmarkað sum hon var, at hava upplýst, hvussu nógvar fartelefonir vóru til sølu í einstøku búðunum.

    Føroya Tele sigur seg harmast støðuna. Við støði í sera sløku søluni av iPhone 6 Plus alt 2015 heldur Føroya Tele ikki at felagið kundi vænta, at eftirspurningurin brádliga skuldi gerast so stórur at keypa hesa fartelefonina. Tí metti Føroya Tele ikki, at tað var tørvur á at nevna, at nøgdin av fartelefonum á tilboði var avmarkað.

    Brúkaraumboðið minnir eisini Føroya Tele á at vera neyvari, tá krónutal verður sett á, hvussu stórur avslátturin er á eini vøru. Í hesum førinum varð sagt, at avslátturin var 5.000 kr. Men seinastu tríggjar vikurnar fyri tilboðið, var prísurin 4.995 kr, so rætt hevði verið at sagt, at avslátturin var 3.000 kr.

    Mint verður eisini á, at lýsast skal við fyrrprísi, tá lýst verður við serligum tilboðum.

    Brúkaraumboðið hevur áður viðgjørt mál um brot á marknaðarføringslógina, sum Føroya Tele rindaði bót fyri. Í hesum førinum verður málið ikki latið løgrregluni, men Brúkaraumboðið heitir á Føroya Tele um at gera sær størri ómak við at halda marknaðarførinslógina.

    Føroya Tele vísir á, at ovurstóra undirtøkan fyri hesum fartelefon-tilboði kom óvart á tey, ætlanin var ongantíð at bróta marknaðarføringslógina og heldur ikki at villeiða sína kundar. Føroya Tele sigur, at hetta málið fær felagið at styrkja um førleikarnar í marknaðarføringslógini.

    Brúkaraumboðið ger ikki meiri við hetta málið.

  • Avgerð: Mál um villeiðandi og skeiva lýsing hjá Elding

    Útgivið, tann 23. September 2010 (Seinasta rættað, tann 23. September 2010)

    Samandráttur

    Brúkaraumboðið móttekur tann 27. juli 2010 ein klagu viðvíkjandi lýsingarspot í Rás 2 frá Elding um telduspælið ”Starcraft 2”, har ið Elding sigur fylgjandi: “Nú er tað her, telduspælið, ið júst tú hevur bíðað eftir, ”Starcraft 2” kemur út í dag. Spælið ”Starcraft 2” fæst bara í Elding. Elding Klaksvík, Elding Saltangará og Elding Miðlon.”

    Brúkaraumboðið hevur avgjørt at viðgera málið, við at kanna nærri, um Elding við hesum marknaðarføringarhátti, hevur sýnt góðan marknaðarføringarsið, somuleiðis hvørt tað fyriliggur brot á forboðið í marknaðarføringarlógini § 3, stk. 1 um skeiva og villleiðandi umrøðu.

    Marknaðarføringarlógin § 1 er soljóðandi:

    Góður marknaðarføringssiður

    § 1. Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál.

    Ætlanin er, at hendan heildartreyt um at sýna góðan marknaðarføringssið kann nýtast ímóti øllum sløgum av órímiligum sølu- og lýsingatiltøkum, ímóti eftirgerð og aðrari misnýtslu av avriki hjá vinnurekandi, ímóti órímiligum avtalutreytum, og til tess at verja persónligt sjálvræði umframt heimafrið.

    Marknaðarføringarlógin § 3 er soljóðandi:

    Villleiðandi umrøða v.m.

    § 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.

    Stk. 2   Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.

    Stk. 3.  Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum

    Stk. 4.  Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

    Ásetingin í marknaðarføringarlógini § 3, stk. 1 forbjóðar at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar.

    Ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

    Ásetingin fevnir ikki bert um skriftligar (prentaðar) útsagnir, men eisini munnligar ella myndaligar útsagnir, sum verður útvarpað tøkniliga við radiotóli, sjónvarpi, filmi og hátalarum v.m.

    Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi.

    Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir,

    sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

    Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

    Kæran viðvíkjandi Elding

    Kærarin hevur m.a. gjørt vart við,

    at         Elding við marknaðarføring av telduspælinum ”Starcraft 2” í Rás2 tann 27. juli 2010 hevur borið fram, at nevnda telduspæl ”Starcraft 2”                 bert kann verða keypt í Elding, og at slík marknaðarføring er at skilja soleiðis, at telduspælið ikki er til keyps hjá øðrum veitarum,                           somuleiðis

    at         Elding – kæraranum kunnuugt – áðrenn marknaðarføringin var sett í verk, varð ávaraður um slíka marknaðarføring frá starvsfólki í Rás2.

    Hoyringssvar frá Elding

    Elding hevur í sínum hoyringssvari sagt,

    at         telduspælið ”Starcraft 2” ikki hevur havt serligan eftirspurning,

    at         orðingin av misgáum koma at ljóða: ”BERT AT FÁA Í ELDING”,

    at         at skipa verður fyri, at slíkur marknaðarføringarháttur ikki hendir aftur.

    Niðurstøða

    Viðmerkjast skal, at kærarans endurtøkuorðing av lýsingarspot í Rás2 tann 27. juli 2010, verður løgd til grund sum faktum, við tað at Elding ikki hevur mótmælt endurtøkuorðingini av hesi lýsing.

    Sambært orðingini lýsir Elding við, at telduspælið ”Starcraf2” bert kann fáast hjá Elding. Hetta er ikki rætt, við tað at aðrir vinnurekandi veitarar selja júst hetta telduspælið.

    Ábyrgdina fyri mistøkum í sambandi við marknaðarføringarátøkum hevur tann vinnurekandi einsamallur. Viðmerkjast skal, at tað hevur ongan týdning, hvussu nógv telduspælið er eftirspurt, tá ið mett verður um brot á §§ 1 og 3. Tað er staðfest, at søluútsøgnin kann virka til at ávirka marknaðaratferðina soleiðis, at brúkarin sum ynskir at ogna sær telduspælið, vendir sær einans til Elding, og ikki til aðrar møguligar veitarar.

    Niðurstøðan er tí, at Elding við marknaðarføringini tann 27. juli 2010 í Rás2, hevur sett til viks kravið um góðan marknaðarføringarsið jvb. marknaðarføringarlógini § 1, sum skal tryggja, at vinnuvirksemið verður rikið rímuligt, við atlitið til millum annað keypingarneytar og onnur vinnurekandi.

    Eisini fyriliggur brot á forboðið í marknaðarføringarlógini § 3, stk. 1 at nýta skeivar og villeiðandi upplýsingar, við tað at nýtta útsøgnin verður at roknað bæði skeiv og villeiðandi. Tað kann sakliga verða staðfest, at ”Starcraft 2” eisini kann fáast frá øðrum vinnurekandi veitarum, og Elding hevur ikki lyft próvbyrðina fyri, at tað ikki er talan um skeiva og villeiðandi marknaðarføring. Sambært marknaðarføringarlógina § 3, stk. 4 skulu upplýsingar um verulig viðurskifti, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

    Brúkaraumboðið skal í hesum føri undirstrika yvirfyri Elding, at líknandi marknaðarføringarháttur ikki verður nýttur framyvir.

    Elding hevur boða Brúkaraumboðnum frá, at niðurstøðan verður tikið til eftirtektar. Brúkaraumboðið ger ikki meir við hetta mál.

  • Forhandarmeting um ferðaseðlar

    Útgivið, tann 2. November 2012 (Seinasta rættað, tann 2. November 2012)

    Forhandarmeting um ferðaseðlar

    Brúkaraumboðið hevur frá ferðaskrivstovu fingið áheitan um meting av lýsingarátaki har ferðaseðlar verða lýstir til sølu fyri lægri kostnað enn vanligt. Spurningurin var serliga um nóg mikið var at lýsa við avmarkaðari nøgd ella um upplýsast skuldi um, hvussu nógvir ferðaseðlar vóru til sølu til niðursettan prís.

    Í § 9, stk. 5 í lóg um marknaðarføring stendur um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðarføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.

    Sostatt skal tann vinnurekandi gera eina meting av, um tann vinnurekandi megnar at nøkta tí eftirspurningi, ið væntandi verður eftir vøruni/tænastuni. Henda meting skal byggja á tænastuna, ið verður bjóðað, góðsku og prís og hvussu nógv tilboðið verður marknaðarført.

    Um tilboðið verður útselt skal steðgast við marknaðarføringini av tilboðnum.

    Føroyskar leiðreglur eru ikki gjørdar á økinum enn. Í vegl. frá danska brúkaraumboðnum, ið vit í Føroyum kunnu brúka sum íblástur, stendur serligt um ferðaseðlar og um ítøkiliga spurningin, at upplýsast skal um, hvussu nógvir ferðaseðlar talan er um, at tann vinnurekandi skal upplýsa um tal av ferðaseðlum, um talan er um minni enn 20 ferðaseðlar um dagin ella fyri smærri flogfør (73 setur og minni) um tilboðsferðaseðlarnir eru minni enn 10 % av samlaðu plássunum um dagin.

    Sum uppskotið til lýsingina sá út, var ikki neyðugt at gera aðrar viðmerkingar til lýsingina.

  • Tilboð

    Útgivið, tann 28. January 2013 (Seinasta rættað, tann 28. January 2013)

    Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál um upplýsing av upprunaliga prísinum, tá søluprísir eru lækkaðir.

    Í § 9, stk. 4 í lóg um marknaðarføring er ásett, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vørunum.

    Endamálið við hesum kravi er at fáa eitt felagsstøði fyri fráboðan av príslækkingum, sum millum annað ger tað lættari hjá brúkarum at meta um tilboð og at samanbera tilboð.

    Brúkaraumboðið fekk klagu um, at tilboðsbløðini frá Á-handlunum og Samkeyp ikki upplýstu um upprunaliga prísin.

    Í § 22 í lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið av sínum eintingum, ella eftir áheitan, við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur halda lógina.

    Brúkaraumboðið er av tí fatan, at tað er av stórum týdningi, at brúkarin hevur mest møguligt gjøgnumskygni, tá hann lesur tilboðsbløðini og er til handils. Á henda hátt kann brúkarin skjótt, einfalt og ómakaleyst gera sær eina niðurstøðu av einum tilboði.

    Samráðingar vórðu tiknar upp við P/F Poul Hansen, heilsølu. Heilsølan samskipar samstarvið um marknaðarføringina av tilboðum frá Á-handlunum og Samkeyp.

    P/F Poul Hansen hevur upplýst, at trupult er at fylgja kravinum um upplýsing av upprunaliga prísinum orsakað av, at marknaðarføringssamstarvið er millum sjálvstøðugar handlar, ið hava ymiskar prísir á somu vøru. Talan er tí ikki um ein upprunaligan prís, men ymiskar upprunaligar prísir fyri somu vøru.

    Brúkaraumboðið og P/F Poul Hansen, heilsøla er vorðin samd um, at í tilboðsbløðunum frá Á-handlunum og frá Samkeyp, verður upplýst við, hvør minsta sparingin av einum tilboði er. Hetta verður samantvinnað við, at í einstøku handlunum verður upplýst upprunaligi prísurin fyri vøruna.

    P/F Poul Hansen, heilsøla hevur boðað Brúkaraumboðnum frá, at frá viku 6 verður lýst smbrt. semjuni.

    Tórshavn, tann 28. januar 2013

    Brúkaraumboðið

  • Avgerð: Lýsing hjá P/F Føroya Tele

    Útgivið, tann 6. February 2013 (Seinasta rættað, tann 6. February 2013)

    Brúkaraumboðið hevur viðgjørt klagu um lýsing hjá P/F Føroya Tele.

    Talan var um lýsing frá telebúðunum hjá P/F Føroya Tele fyri jól, har lýst varð við Samsung Galaxy Tab 7″ við vanligum kostnaði á 3.999 kr. Tilboðið var 1.995 kr. Sostatt kundi sparast 2000 kr.

    Klagað varð um, at myndin í lýsingini vísti Galaxy tab 2 – 10.1, sum er ein nógv størri eind, har Galaxy Tab 7″ einans er til helvtar so stórur sum Galaxy tab 2 – 10.1.

    Somuleiðis varð klagað um, at upprunaligi prísurin ikki var rættur. Eindin sum var lýst til sølu var ein eldri útgáva, har nýggjasta útgávan av Galaxy Tab 7″, kann keypast í øðrum handlum fyri 2.385 kr.

    Harafturat vísti klagarin á, at tá talan var um tímatilboð, bar ikki til at stilla seg og gera eina meting av vøruni. Tað ráddi um at verða fyrst og neyðugt var at skunda sær. Illa bar til at spyrja inn til vøruna og gera sær eina niðurstøðu.

    Í § 22 í lóg um marknaðarføring skal Brúkaraumboðið av sínum eintingum, ella eftir áheitan, við samráðingum royna at ávirka vinnurekandi at virka eftir meginreglunum fyri góðan marknaðarføringssið og yvirhøvur halda lógina.

    Viðkomandi reglur fyri málið er marknaðarføringslógin § 1 um góðan marknaðarføringssið, § 3 um villleiðandi marknaðarføring og § 9 um sølufremjandi tiltøk.

    P/F Føroya Tele hevur í svari til Brúkaraumboðið upplýst, at talan var um eitt mistak. Myndin í lýsingini vísir ein Galaxy Tab 2 – 10.1 og ikki ein Galaxy Tab 7, sum lýst varð við. Viðvíkjandi prísinum kann staðfestast, at P/F Føroya Tele av misgáum hevur brúkt skeivan prís, nevniliga prísin á einari av fyrru útgávunum av Samsung Galaxy eindum.

    P/F Føroya Tele ynskti at rætta mistakið. Ætlanin við lýsingarátakinum var, at brúkarin í hesum serliga tímatilboði skuldi kunna keypa eindina fyri hálvan prís. Omanfyri nevnda mistak hevði við sær, at goldið var væl meira enn helvtarprísur.

    P/F Føroya Tele boðaði Brúkaraumboðnum frá, at P/F Føroya Tele vildi seta eina lýsing í bløðini, sum kom í hvørt hús mikudag, har tey, sum keyptu ein Samsung Galaxy Tab 7 frá telebúðunum tann 22. og 23. desember kundu venda sær til Telebúðina at fáa 1000 kr. afturat í avsláttri í prísinum.

    Lýsingin var í bløðunum 16. januar 2013.

    Umframt í bløðunum varð hetta eisini boðað frá á heimasíðuni og Facebookvangamyndini hjá P/F Føroya Tele.

    P/F Føroya Tele hevur boðað frá, at innanhýsis verður byrgt fyri, at slíkt kemur fyri aftur.

    P/F Føroya Tele hevur upplýst, at 30 stk. eru seld av tilboðnum.

    Smbrt. reglunum um villleiðandi marknaðarføring er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparliga atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.

    Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi.

    Fatanin hjá Brúkaraumboðnum er, at talan er um ein av hornasteinunum í marknaðarføringslógini og tað er av týdningi, at marknaðarføring ikki er villleiðandi og av týdningi, at myndir, ið verða brúktar í marknaðarføringini samsvara við vøruna.

    Eisini er av týdningi, at upprunaligi prísurin á einari niðursettari vøru er rættur, soleiðis, at brúkarin skjótt, einfalt og ómakaleyst kann gera sær eina niðurstøðu av tilboðnum.
    Neyðugt er, at marknaðarføringin hjá vinnurekandi er røtt, um brúkarin skal hava álit á marknaðarføringini.

    Tá P/F Føroya Tele hevur upplýst fyri Brúkaraumboðnum, at talan var um eitt mistak, ið P/F Føroya Tele ynskti at rætta og tí gav brúkarunum ein avsláttur afturat á kr. 1.000,- sum upprunaliga ætlað, samanhildið við, at P/F Føroya Tele hevur boðað frá, at innanhýsis verður byrgt fyri, at slík mistøk henda aftur, ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.

  • Lætt, einfalt og ómakaleyst gera niðurstøðu um prís

    Útgivið, tann 4. June 2013 (Seinasta rættað, tann 4. June 2013)

    Brúkaraumboðið hevur móttikið klagu frá brúkara um marknaðarføring hjá  Skemmuni. Brúkarin fór eftir, at tilboðsblaðið frá Skemmuni var útkomið, í Skemmuna at kanna um ein ávís vøra var á tilboð. Vøran var merkt við gulum, men prísurin var tann sami, sum vøran vanliga verður seld fyri.

    Brúkaraumboðið gjørdi av at kanna nærri, um talan var um villleiðandi marknaðarføring smbrt. § 3 í lóg um marknaðarføring og bað Skemmuna um skjalprógv fyri, at vøran varð seld til niðursettan prís.

    Smbrt. § 9, stk. 3 og stk. 4 í lóg um marknaðarføring kann útsøla ella onnur søla, har søluprísir eru lækkaðir, bert fráboðast, um so er, at príslækkingin er verulig. Príslækkingin skal, um neyðugt, skjalprógvast.

    Skemman vendi sær til Brúkaraumboðið við tí frágreiðing, at Skemman upplýsir prísir á vørum í bløðunum við gulum, og har sum vørunar eru uppá tilboð, fram- gongur fyrr og nú prísurin á prísskiltinum.

    Og í førum sum hesum, har trý stk. verða seld fyri niðursettan prís framganga báðir prísirnir á skeltinum. Er vøran til vanligan prís, so framgongur bara tann prísurin.

    Vøran, sum klagað verður um, var ikki niðursett og tí sást vanligi prísurin á vøruni. Tá ítøkiliga vøran sostatt ikki var niðursett, var ongin príslækking at skjalprógva.

    Skemman ynskir at forða fyri, at misskiljingar skulu verða um, hvør vøra er á tilboð og hvør vøra verður seld fyri vanligan prís. Skemman skeyt tí upp, at framyvir í handlinum verður tilboðsvøra skeltað við gulum og vøra, ið er í bløðunum, men verður seld til vanligan prís, verður skeltað við hvítum skeltum, ið eru merkt ávísvøra.

    Á henda hátt verður byrgt fyri, at brúkarin blandar tilboðsvøru og aðra vøru og samstundis fær kunning um vøruna, ið hevur verið lýst við í bløðunum.

    Eftir hava móttikið viðmerkingar frá Skemmuni og klagara, metir Brúkaraumboðið, at talan ikki hevur verið um villleiðandi marknaðarføring í hesum føri, tí vøran ikki var niðursett og vanligi prísurin var upplýstur.

    Brúkaraumboðið hevur tó ta áskoðan, at brúkarin lætt, einfalt og ómakaleyst skal kunna gera sær eina niðurstøðu um, um ein vøra verður seld fyri niðursettan ella vanligan prís og tekur tí undir við uppskotinum hjá Skemmuni.

    Tórshavn, tann 4. juni 2013

    Brúkaraumboðið

    Rannvá Ragnarsdóttir

  • Avgerð: Lýsing um Portal.fo

    Útgivið, tann 4. July 2013 (Seinasta rættað, tann 4. July 2013)

    Lýsing um, at Portal.fo er nógv tann mest vitjaða heimasíðan við tíðindum í Føroyum

    Kæran

    Brúkaraumboðið hevur tann 11. apríl 2013 móttikið klagu frá Vágaportalinum um, at FT online hjá P/F Føroya Tele lýsir við, at Portal.fo er nógv tann mest vitjaða heimasíðan við tíðindum í Føroyum. Vágaportalurin ger eisini vart við, at í lýsingini stendur, at Portal.fo hevur 70.000 ymiskar brúkarar hvørja viku.

    Vágaportalurn setur spurning við, um P/F Føroya Tele kann brúka orðingar sum “nógv mest vitjaða heimasíða við tíðindum í Føroyum”.

    Brúkaraumboðið hevur fingið viðmerkingar í málinum frá P/F Føroya Tele og Vágaportalinum.

    Lógargrundarlagið 

    Lóg um marknaðarføring ásetur reglur um villleiðandi marknaðarføring og at upplýsingar um verulig viðurskifti skulu verða skjalprógvaðar. Í § 3 í lóg um marknaðarføring stendur:

    § 3. Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.
       Stk. 2. Marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd.
       Stk. 3. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.
       Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig í brúkaraviðurskiftum.

    Smbrt. stk. 3 skulu verulig viðurskifti, um neyðugt, verða skjalprógvað. Tað er tann vinnurekandi, ið skal skjalprógva verulig viðurskifti. Skjalprógvið skal fyriliggja, tá lýst verður. 

    Viðmerkingar frá P/F Føroya Tele og Vágaportalinum

     P/F Føroya Tele skrivar:

    Føroya Tele sigur í sínum viðmerkingum, at FT hevur síðan Vevmátingarlistin hjá Gallup Føroyar varð settur á stovn 1. mai 2001 verið við á listanum, og Portalurin hevur uttan undantak ligið sum mest vitjaða síðan, øll hesi árini. Hesi data eru øll tøk umvegis heimasíðuna hjá Gallup og eru lýst í føroysku bløðunum hvørja viku.

    Vágaportalurin hevur, sum einasti miðil (so vítt Føroya Tele veit), valt ikki at vera við í nøkrum slíkum lista.

    Hví Vágaportalurin hevur valt ikki at vera við í slíkum hagtølum, veit Føroya Tele ikki, men slíkur atburður kann so ikki vera ein fyrimunur, hvørki fyri onnur vinnurekandi ella brúkaran.

    Samanbering – Portalurin og Vágaportalurin

    Sjálvt um Vágaportalurin ikki er við í almennum keldum fyri vevsíður, ber til at gera nakrar samanberingar. Men Føroya Tele noyðist tá at brúka tøl, mált við Statcounter, sum Vágaportalurin hevur sent Føroya Tele, og samanbera við tilsvarandi málingar av Portalinum við sama amboði.

    Vágaportalurin sendi Kristian Davidsen, stjóra á Føroya Tele, teldupost við teirra tølum sambært Statcounter fyri eina viku, 3. til 9. sept. 2012, sum dømi um, hvussu høg teirra tøl eru, samanborið við tølini hjá P/F Føroya Tele á Vevmátingarlistanum (sí Tabel 1).

    Í myndini niðanfyri (Tabel 2) eru data frá somu keldu víst fyri Portalin.

    Tað, sum Vágaportalurin tekur fram í telduposti sínum til BU, eru tølini fyri “First Time Visits”. Um hugt verður at umrøddu viku, so er hetta talið 125.244 fyri VP og 202.689 fyri Portalin.

    At VP hevur sent data fyri júst hesa vikuna er ivaleyst tí, at VP lá sera høgt hesa vikuna, í mun til aðrar.

    Tabel 1

    Tabel 2

    Til ber eisini at samanbera data fyri vikuna 1. til 7. apríl 2013, tí VP sendir data fyri hesa vikuna, saman við klaguni (Tabel 3). Tilsvarandi data frá Statcounter fyri Portalin eru at síggja í tabel 4.

    Tabel 3

    Tabel 4

    Eisini her ber til at staðfesta, at Portalurin liggur munandi hægri í brúkarum enn VP: Portalurin hevur samla 194.275 “First Time Visits”, men VP hevur 143.415.

    Í teldupostinum vísir VP harafturat á samlaðu tølini fyri tær 3 vikurnar frá 11. til 31. mars í ár. Men sum tabel 5 niðanfyri vísir, liggja tilsvarandi tølini fyri brúkarar á Portalinum millum 28 og 37% hægri.

    Tabel 5

    Vika 11. til 17. mars

    Vika 18. til 24. mars

    Vika 25. til 31. Mars

    Vágaportal

    124.149

    125.058

    125.132

    Portalurin

    196.829

    182.789

    174.419

    Fleiri brúkarar á Portalinum

    37%

    31%

    28%

    P/F Føroya Tele skrivar víðari:

    Villleiðandi samanberingar og tøl fyri heimasíður

    Í teldupostinum til BU skrivar VP:

    “Í lýsingini stendur, at Portal.fo hevur 70.000 brúkarar um vikuna. Ella orðarætt: 70.000 ymiskar brúkarar hvørja viku.

    Sambært niðanfyri yvirliti hjá Vágaportalinum, VP.FO, so hevði Vágaportalurin 143,415 brúkarar í vikuni 1. apr til 7. apr, tað eitur First Time Visits, týtt til Brúkarar.”

    Og sagt verður at hetta er galdandi fyri aðrar vikur eisini.

    Trupulleikin er tó, at VP samanber perur og bananir. Tølini sum VP vísir á (“First Time Visit” úr Statcounter) vísa, hvussu nógvir einstakir brúkarar vóru inni á síðuni EIN ávísan dag. Men tá tey vera løgd saman fyri eina viku, kann sami brúkari koma fyri fleiri ferðir.

    Uppgerðin á Vevmátingarlistanum byggir á, hvussu nógvir einstakir brúkarar vóru inni á vevsíðini eina ávísa viku, og sami brúkari verður her bert taldur við 1 ferð.

    Um til dømis verður hugt eftir vikuni 3. til 9. september 2012, ið var viðgjørd omanfyri, vísa tølini á Vevmátingarlistanum (Tabel 6), at 82.401 ymiskir persónar vóru inni á Portal.fo. Um tølini fyri einstøku dagarnar úr Statcounter (tabel 2), vóru løgd saman, gjørdist talið 202.609. Hetta tí, at meira enn annarhvør persónur hevur verið inni á Portal.fo meira enn einaferð, umrøddu viku.

    Tabel 6

    At VP helst ikki vil vísa sína støðu í almennum vevskráum er sín søk, men beinleiðis at villeiða við tølum, ið VP átti at vita ikki eru samanberandi, er eftir okkara tykki sera óheppi. Og júst hetta síðsta hevur VP gjørt ferð eftir ferð í egnum greinum – millum annað í greinini, sum víst verður til í klaguni til BU og í teimum 2 dømunum, ið eru víst á eftirfylgjandi síðunum.

    Hetta, at VP ikki vil vísa sína støðu í almennum vevskráum, og samstundis førir fram tøl, ið ikki kunnu samanberast, hevur fyrr ført til at redaktiónin á Portalinum hevur kent seg noyddan at koma við einari frágreiðing. (sí greinina:http://aktuelt.fo/grein/portalurin_nogv_mest_vitjada_heimasia).

    Føroya Tele vísir eisini til tvær greinir á Vágaportalinum frá 2010 og 2011.

    Vágaportalurin hevur hesar viðmerkingar:

    Vágaportalurin setur til hetta spurning við, hvussu konseptið hjá P/F Føroya Tele hongur saman og um fleiri síður sum planet.fo, nummar.fo og torg.fo eru við í telingini av vitjanum á Portal.fo, meðan Vágaportalurin er bara ein síða, sum telur.

    Eisini setur Vágaportalurin spurning við um Portal.fo er størri enn KVF, tá hugsað verður um lurtarar, hyggjarar og brúkarar av heimasíðuni tilsamans.

    P/F Føroya Tele upplýsir til hetta, at talan er um tøl fyri síðuna Portal.fo og hinar síðurnar sum t.d. Aktuelt, Sportal osv. eru sjálvstøðugar upptaldar á Vevmátingarlistanum og telja ikki við sum vitjanir á Portal.fo.

    Vágaportalurin svarar, at Gallup vísir yvir 1,8 millión sýndar síður meðan Google Analytics vísir gott 900.000 sýndar síður. Her er ein munur á 900.000 sýndum síðum.

    Tá talan er um vitjanir er munurin á áleið 70.000.

    Vágaportalurin setur spurning við, hvussu verður upptalt, um ein brúkari, ið er fleiri ferð inni á síðuni skal telja sum ein ella so ofta sum viðkomandi hevur verið inni á síðuni. Gallup og Google telja upp sum ein brúkari í ein dag í vikuni.

    Vágaportalurin samanber við ferðafólk um flogvøllin og sigur, at Vága Floghavn telur ikki ferðafólk vikuvís sum Google Analytics og Gallup. Vága Floghavn leggur saman hvønn mánað og tey ferðafólk, ið ferðast fleiri ferð telja við fleiri ferð og ikki bert eina ferð.

    Niðurstøða:

    § 3 í lóg um marknaðarføring er um villleiðandi marknaðarføring, har stendur:

    Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.

    Stk. 2. Marknaðarføring, sum vegna innihald, form ella framferðarhátt er villleiðandi, ágangandi ella ávirkar brúkarar ella vinnurekandi á óhóskandi hátt, og sum kann nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferð teirra, er ikki loyvd.

    Stk. 3. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.
    Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri marknaðarføring, sum undir øllum umstøðum verður mett at vera órímilig í brúkaraviðurskiftum.

    Ítøkiligu viðmerkingarnar til lógina siga, at ásetingin er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum.

    Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyri brúkarar ella onnur vinnurekandi. Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin, eru óhóskandi.

    Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 um góðan marknaðarføringssið við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

    Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

    Brúkaraumboðið hevur tikið málið upp eftir klagu frá Vágaportalinum, ið hevur klagað um, at P/F Føroya Tele hevur lýst við, at Portal.fo er nógv tann mest vitjaða heimasíðan við tíðindum í Føroyum.

    Útsøgnin hjá P/F Føroya Tele um, at Portal.fo er nógv tann mest vitjaða heimasíðan við tíðindum í Føroyum er upplýsing um verulig viðurskifti, sum skal skjalprógvast.

    Áhugavert og viðkomandi er at lýsa við, hvussu nógvar vitjanir eru á internetsíðunum við tí í hyggju at selja lýsingar. Upplýsingarnar kunnu sostatt, um tær eru skeivar, avlaga búskaparligu atferðina, í hesum føri serliga hjá øðrum vinnurekandi.

    Tað er tann vinnurekandi, ið hevur upplýst um tey veruligu viðurskiftini, ið hevur próvbyrðuna fyri, at upplýsingarnar eru rættar. Próvbyrðan skal vera uppfylt, tá upplýsingarnar um tey veruligu viðurskiftini verða givin. Í hesum føri, tá lýst verður við, at Portal.fo er nógv tann mest vitjaða heimasíðan í Føroyum.

    Brúkaraumboðið hevur biðið P/F Føroya Tele um skjalprógv fyri upplýsingunum. Viðmerkingarnar frá P/F Føroya Tele eru omanfyri.

    P/F Føroya Tele vísir í sínum viðmerkingum til Vevmátingarlistan hjá Gallup Føroyar. Sambært upplýsingunum á heimasíðuni hjá Gallup, hevur tað ein kostnað við sær at vera við á Vevmátingarlistanum. Tá hetta verður samanhildið við, at vinnurekandi ikki hava skyldu at vera við á Vevlistanum, metir Brúkaraumboðið, at Vevmátingarlistin í sær sjálvum ikki er skjalprógv fyri, at Portal.fo er mest viðjaði netmiðil, sjálvt um Vevmátingarlistin gevur eina ábending um støðuna. Serliga um samanhildið verður við aðrar mátingarlistar.

    Brúkaraumboðið er samt við P/F Føroya Tele í tí sjónarmiði, at tað uttan víðari ber ikki til at samanbera mátingar á Vevlistanum og Statcounter.

    P/F Føroya Tele hevur skrásett seg á Statcounter.com, ið er sama teljingarskipan, ið Vágaportalurin brúkar. Skrásetingarnar, ið eru lagdar fram fyri brúkarar í tíðarskeiðnum 1. – 7. apríl 2013 av Portal.fo og Vágaportalinum vísa, at Portal.fo hetta tíðarskeiðið hevur fleiri vitjanir enn Vágaportalurin.

    P/F Føroya Tele skrivar í lýsingini, at Portal.fo hevur yvir 70.000 ymiskar brúkarar hvørja viku. Tey skjøl, ið P/F Føroya Tele hevur latið Brúkaraumboðnum m.a. teljingar frá Statcounter og Vevmátingarlistanum, skjalprógva, at Portal.fo hevur yvir 70.000 ymiskar brúkarar um vikuna. Brúkaraumboðið ivast tó í, um heitið  brúkarar er rætt at brúka í hesum samanhangi. Enska orðið í Statcounter er visits og vildi tí verið meiri hóskandi at lýst við vitjanum heldur enn brúkarum. Sami brúkari kann vitja heimasíðuna við ymiskari útgerð t.d. fartelefon, teldli ella teldu. Talan vil í tí førinum vera um ein brúkara, men tríggjar vitjanir. Mælt verður tí til, at framyvir verður lýst við vitjanum og ikki brúkarum. Meiri verður tó ikki gjørt við henda spurning í viðgerðini av hesum máli.

    Tá talan er um Portal.fo, eru flestu lýsarar og brúkarar vitandi um, at talan er um ein netmiðil. Til viðmerkingarnar frá Vágaportalinum um, at Portal.fo er størri enn KVF, tá hugsað verður um lurtarar, hyggjarar og brúkarar av heimasíðuni tilsamans, metir Brúkaraumboðið, at mátin, ið lýsingin er sett saman og orðað í nóg góðan mun vísir, at talan er um ein fjølmiðil á internetinum og sum so ikki samanber seg við aðrar fjølmiðlar so sum sjónvarp og útvarp.

    Støðan er tann í hesum máli, at orð er ímóti orði. Málið fellur tí aftur á, hvør hevur próvbyrðuna av upplýsingunum um at vera nógv mest vitjaða heimasíða við tíðindum í Føroyum.

    Tað er P/F Føroya Tele, ið hevur brúkt útsøgnina í lýsing og hevur tí eisini próvbyrðuna fyri, at hon er røtt og kann skjalprógvast. Tá P/F Føroya Tele og Vágaportalurin hava hvør sína fatan av, hvør er mest vitjaða heimasíða við tíðindum í Føroyum samanhildið við,

    • at P/F Føroya Tele í sínum viðmerkingum til Brúkaraumboðið hevur upplýst, at Vágaportalurin er einasti miðil, sum P/F Føroya Tele veit um, sum ikki er við í nøkrum almennum teljingarlista;
    • sjálvt um Vágaportalurin er einasti netmiðil, ið ikki hevur skrásett seg á almennum uppteljingarlista, hevur P/F Føroya Tele ikki lagt fram mátingar fyri aðrar føroyskar netmiðlar;
    • at ongin skylda er at skráseta seg á eini almennari teljingarskipan;
    • ongin teljingarskipan er sambært kanningum hjá Brúkaraumboðnum, ið fevnir um allar føroyskar heimasíður við tíðindum;
    • sjálvt um teljingin á Statcounter vísir, at Portal.fo verður vitjað meiri enn Vágaportalurin, er hetta ikki í sær sjálvum prógv fyri, at Portal.fo er mest vitjaða heimasíða við tíðindum í Føroyum;

    metir Brúkaraumboðið ikki, at próvbyrðan og skjalprógvanin eru í nóg góðan mun uppfyltar.

    Brúkaraumboðið skal tí heita á P/F Føroya Tele um ikki framhaldandi at lýsa við at vera nógv mest vitjaða heimasíða við tíðindum í Føroyum fyrr enn nóg gott skjalprógv er lagt fram. Hetta kann t.d. vera frá einum serkønum á økinum og yvirliti yvir vitjanir á føroysku netmiðlunum.

    Brúkaraumboðið ger ikki meira við málið, sum støðan er nú, men fyrivarni verður tikið fyri at taka málið upp til nýggja viðgerð um útsøgnin framhaldandi verður brúkt uttan nóg góða skjalprógvan.

    Tórshavn, tann 2. juli 2013.

    Brúkaraumboðið

  • Villleiðandi marknaðarføring

    Útgivið, tann 29. November 2013 (Seinasta rættað, tann 29. November 2013)

    Villleiðandi marknaðarføring:

    Føroya Tele hevur tann 22. august 2013 goldið eina bót á kr. 40.000 fyri brot á marknaðarføringslógina. Talan er um villleiðandi marknaðarføring eftir § 3, stk. 1 og § 13, stk. 1 í lóg um marknaðarføring.

    Stutt málslýsing:

    Tann 24. oktober 2010 varð lýsingablaðið hjá Føroya Tele “Títt Tele” borið út til húsarhaldini um landið. Í blaðnum vóru m.a. trý tilboð har talan var um fartelefon, telefon og teldu, ið vórðu seld saman við einum haldi við bindingstíð í seks mánaðir. Samlaði prísurin fyri tilboðini var ikki upplýstur. Í samband við vinnuligt útboð av vørum til brúkarar skal við merking, skelting ella á annan hátt týðiliga upplýsast um samlaða prísin fyri vøruna.

    Brúkaraumboðið metti út frá hesum, at talan var um villleiðandi marknaðarføring. Málið varð tí fráboðað løgregluni.

    Føroya Tele hevur goldið bótina og málsviðgerðin endar tí við hesum.

  • Gullpakkin

    Útgivið, tann 11. April 2014 (Seinasta rættað, tann 11. April 2014)

    Tíðindaskriv:

    Brúkaraumboðið hevur viðgjørt klagu um marknaðarføring av gullpakkanum hjá Auto Service.

    Brúkaraumboðið fekk klagu frá viðskiftafólki hjá Auto Service, ið hevði keypt nýggjan bil.

    Klagan snúði seg um, at klagarin hevði keypt nýggjan bil frá Auto Service. Klagarin hevði fingið rokning fyri oljuskift. Hetta var klagarin ikki nøgdur við, tí hansara fatan var, at gullpakkin átti at fylgja við, tá hann hevði keypt nýggjan bil frá Auto Service.

    Klagarin vísti á, at í sølulýsingini varð lýst við, “um tú keypir nýggjan bil frá Auto Service fært tú ein gullpakka við, sum merkir, at tú ongar útreiðslur hevur til bremsur, perur og oljuskift í 3 ár.”

    Talan var sostatt um, at lýst varð við, at gullpakkin fylgdi við søluni av øllum nýggjum bilum. Onki varð upplýst um, at gullpakkin ikki fylgdi við nýggjum bilum til vinnulig endamál.

    Ongin avmarking at fáa gullpakkan varð upplýst í lýsingini og málið varð tí tikið til viðgerðar.

    Brúkaraumboðið gjørdi Auto Service vart við, at tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.

    Auto Service vísti á, at í treytunum fyri gullpakkan, ið eru at finna á heimasíðuni hjá Auto Service, stendur, at avtalan um gullpakkan ikki fevnir um bilar, ið verða brúktir til vinnuligt endamál. Hetta framgongur eisini av teimum avtalutreytum, ið privat viðskiftafólk fáa.

    Auto Service hevur eisini upplýst, at tað er rætt, at Auto Service hevur havt slíkar lýsingar. Í lýsingunum varð ikki nevnt, at gullpakkin ikki var galdandi fyri vinnukundar, men hetta hava allir vinnukundar fingið greitt at vita í sambandi við, at teir hava keypt bilar og Auto Service hevur ikki fingið aðrar klagur.

    Auto Service hevur tikið lýsingina aftur og fyri at eingin misskiljing skal vera, verður hon broytt, um so er, at hon verður endurtikin.
    Tá lýsingin er steðgað og verður broytt um so er, at hon verður endurtikin, ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.

    Viðkomandi áseting í lóg um marknaðarføring:

    § 3, stk. 1: Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.

  • Atlantic Airways rættar ivamál um angrirætt

    Útgivið, tann 26. March 2015 (Seinasta rættað, tann 26. March 2015)

    Atlantic Airways rættar ivamál um angrirætt

    Atlantic Airways hevur rættað upplýsingarnar á heimasíðuni um rættin hjá kundunum at fáa endurgoldið ferðaseðilin, um kundin angrar keypið innan 24 tímar.
    Brúkaraumboðið gjørdi Atlantic Airways vart við, at á heimasíðuni var bæði upplýst, at kundin hevði rætt til fult endurgjald fyri ferðaseðilin, tá angrirætturin varð brúktur og at kundin skuldi rinda 150 kr í avgreiðslugjaldi fyri at gera brúk av angrirættinum. Brúkaraumboðið vísti til marknaðarføringslógina, sum sigur tað ikki vera loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burtur týðandi upplýsingar í lýsingartilfari.

    Atlantic Airways hevur boðað Brúkaraumboðnum frá, at felagið rættar upplýsingarnar á heimasíðuni, so eingin ivi er um, at kundar sum angra eitt ferðaseðlakeyp innan 24 tímar, fáa allan kostnaðin afturrindaðan. Heimasíðan er broytt samsvarandi.

  • Føroya Tele rættar marknaðarføring av telefonhaldi

    Útgivið, tann 1. October 2015 (Seinasta rættað, tann 1. October 2015)

    Føroya Tele rættar marknaðarføring av telefonhaldi

    Føroya Tele hevur rættað lýsingar-filmarnar fyri “Ver Ung”-telefonhaldið til ung 18 ár og yngri. Talan var um lýsingar, sum í umleið eina viku í august vóru í sjónvarpi og útvarpi.
    Brúkaraumboðið gjørdi Føroya Tele vart við, at lýsingarnar ikki nevndu nóg greitt, at treytin fyri at kunna tekna umrødda telefonhaldið, var, at haldið varð knýtt til eitt verandi hald hjá Føroya Tele. Marknaðarføringslógin setur forboð fyri at halda týðandi upplýsingum aftur í lýsingum, so talan var helst um brot á lógina.
    Í samráð við Brúkaraumboðið eru filmarnir rættaðir, so teir lúka treytirnar í marknaðarføringslógini.
    Føroya Tele hevur í góðum samstarvi við Brúkaraumboðið broytt filmarnar.

  • Tax-free lýsing nágreinað

    Útgivið, tann 6. November 2015 (Seinasta rættað, tann 6. November 2015)

    Tax-free lýsing nágreinað

    Fyrsta lýsingin frá 39 handlum i Miðbýnum í Havn um tax-free dag 31. oktober var helst ikki í samsvari við lógina um marknaðarføring.

    Visit Tórshavn, sum samskipaði lýsingarátakið, vendi sær til Brúkaraumboðið fyri at fáa leiðbeining til at orða lýsingina.

    Í samráð við Brúkaraumboðið var lýsingin broytt, so hon var í samsvar við krøvini í lógini. Brúkaraumboðið vísti á, at tá hugtakið tax-free varð brúkt, so væntar brúkarin, at talan er um 20 prosent avsláttur, men í summum førum var avslátturin lægri, og tí var neyðugt at nágreina, hvønn avsláttur brúkarin fekk.

    Lýsingin nevndi eisini handlar í Havn. Brúkaraumboðið bað fyrireikararnar nágreina, hvørjar handlar talan var um.

    Brúkaraumboðið fegnast um viljan hjá Visit Tórshavn at orða lýsingina, so hon greitt er í samsvari við lógina um marknaðarføring.

  • Avgerð: Mál viðv. Vodafone, um órímiligar ófullfíggjaðar upplýsningar

    Útgivið, tann 20. February 2010 (Seinasta rættað, tann 20. February 2010)

    Brúkaraumboðið hevur tann 17. februar 2010, valt at tikið mál upp mótvegis Vodafone, av tí at Vodafone hevur sent faldara til hvørt húskið í Føroyum, og eisini serligan faldara ísv. átak fyri Eysturbúgvar. Vodafone hevur í báðum faldaranum SPAR UPP TIL boðskapir til nýggjar kundar, sum Brúkaraumboðið tann 18. februar 2010, hevur heitt á Vodafone, um at skjalprógvað nærri, við tað at slíkir spar upp boðskapir skulu verða veruligir, so at flest brúkarir hava møguleika at gera sparing, sum ikki víkir nógv frá tí upplýstu mest møguligu sparingini.

    Sambært galdandi marknaðarføringarlóg verður sagt fylgandi:

    Almennar reglur um atferð á marknaðinum, tá ið talan er um villeiðandi umrøðu v.m.:

    § 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
       Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
       Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
       Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.

    Ásetingin er í stk.1 er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyribrúkarar ella onnur vinnurekandi.

    Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.

    Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.

     Málið mótvegis Vodafone:

    Brúkaraumboðið hevur móttikið hoyringssvar frá Vodafone:

    Í hoyringssvarinum verður m.a. víst á:

    ”ásannað verður, at í faldarinum hevur Vodafone ikki víst á, hvussu SPAR UPP TIL er roknað út og at sparingin er roknað eftir um ein nýggjur kundi  til dømis teknar dýrasta breiðbandshaldið og fær 3 mánaðir ókeypis hald.”

    Brúkaraumboðið hevur ta viðmerking at faktum í málinum er, at tað er staðfest, at tað eru lutfalsliga fá, sum  fara at taka av hesum møguleika, at fáa størstu sparingina, sum er upplýst í faldaranum, sum varð sendur út til húskini í Føroyum.

    Trupulleikin er at eingin tilvísing er í lýsingini, hvat hald samanborið verður við, og tí hevur brúkarin órímiliga ófullfíggjaðan møguleika at meta um tilboðið.

    Sambært upplýsingum frá Vodafone, so er tað ein lítil partur av verandi kundum, sum hava dýrastu haldini, og tí er ikki gjørligt hjá Vodafone at skjalprógva, at nýggir kundar, sum taka av møguleikanum at fáa tær sparið upp til upphæddir, sum verða nevndar í faldaranum, sum eru sendir út til húskini í Føroyum.

    Niðurstøða:

    Tí er niðurstøðan tann, at Vodafone ikki á nøktandi hátt hevur hildið marknaðarføringarlógina § 3 um órímiligar ófullfíggjaðar upplýsingar.

    Marknaðarføringarlógin loyvir sparið upp til boðskapir í ávísan mun, tað er tó treytað av at skjalprógv eru fyri at hesir sparið upp til boðskapir eru veruligir, og eru møguligir fyri flest brúkarar.

    Vodafone hevur sýnt gott samstarv, og hevur Brúkaraumboðið eisini havt faldaran til stutta gjøgnumgongd, áðrenn hesin var sendur út.  Har var serliga hugt eftir, um Vodafone helt marknaðarføringarlógina ísv. at fáa samtykkið frá kundum, so at Vodafone kann bjóða vørur og tænastur, uttan at brot verður framt á grein 6, um óumbidnar áheitanir. Í tí sambandi var ikki nomið við SPAR UPP TIL útsagnirnar.

    Vodafone hevur tikið fult undir við niðurstøðuni, og vil rætta søluútsagnir og átøk samsvarandi galdandi lóg um góðan marknaðarføringarsið.

    Brúkaraumboðið ger ikki meir við málið.

    Víst verður til leinkju hjá danska brúkaraumboðsmanninum pkt. 13 um spar upp til útsagnir:

    http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Love-og-regulering/Retningslinjer-og-vejledninger/Markedsfoeringsloven/Nye-retningslinjer-for-prismarkedsfoering

    Vinarliga

    Andrass Holm Arge,  Brúkaraumboð, Vágur tann 19. februar 2010.

  • FT Samskifti

    Útgivið, tann 24. September 2009 (Seinasta rættað, tann 24. September 2009)

    FT Samskifti hevur ein lýsingaherferð, har felagið bjóðar kundum sínum tænastuna SamanHald.

    Tað verður ikki nóg neyvt lýst við, hvat tænastan veruliga kostar.

    Brúkaraumboðið og FT Samskifti koma ásamt um, at upplýst kundi verið neyvari um prísir og treytir.

    Brúkaraumboðið lovar at koma við leiðreglum á økinum, so eingin ivi verður frameftir.

    FT Samskifti fær eina freist at broyta lýsingarnar, sum fáa eitt innihald, ið Brúkaraumboðið kann góðtaka.

  • Fróðskaparsetrið

    Útgivið, tann 24. September 2009 (Seinasta rættað, tann 24. September 2009)

    Fróðskaparsetrið koyrir eina lýsingaherferð í ungdómsblaðnum MESS um útbúgvingarmøguleikar.

    Trupuleikin er, at neyðug játtan er ikki fingin til vega til tær nevndu útbúgvingarnar, og tí er eingin trygd fyri, at útbúgvingin gerst veruleiki. Talan er tí um brot á grein 3 í marknaðarføringslógini, tí lýsingin byggir á villeiðandi og ófullfíggjaðar upplýsingar.

    Brúkaraumboðið bjóðar seg fram at vegleiða Fróðskaparsetrinum, so lýsingarnar frameftir eru í tráð við marknaðarføriungslógina.

    Fróðskaparsetrið tekur niðurstøðuna til eftirtektar, og brúkaraumboðið ger ikki meira við málið.

  • Tilboð fyri samlimerki skulu haldast

    Tá handlar bjóða kundum serlig tilboð fyri samlimerki, sum kundin fær saman við vanligum keypi, so eigur handilin at tryggja sær, at tilboðsvøran er tøk. Um handilin er í iva um nóg mikið er til av tilboðsvøruni, so eigur handilin greitt at tilskila í lýsingartilfarinum, at fyrivarni verður tikið.

    Brúkaraumboðið sigur, tað sum hugsast skal um, tá lýst verður við tilboðum, er um tann vinnurekandi út frá eini støðumeting kann vænta, at eftirspurningurin á tilboðnum ikki kann nøktast. Við slíkum støðumetingum skal dentur verða lagdur á vøruslag, góðsku, prís og hvussu stórt marknaðarátakið verður. Eisini skal dentur vera lagdur á viðurskifti sum t.d. um tann vinnurekandi áður hevur upplivað, at veitarin ikki hevur megnað at veita nóg nógva vøru, um líknandi vøra áður hevur verið útseld innan fyri stutta tíð, og um talan er um eina serliga árstíðarbundna vøru.

    Endamálið við ásetingini er, at brúkarin kann gera sær eina niðurstøðu, um tilboðið er vert at fara eftir, tvs. í hesum føri um tað er tað vert at samla merki sæð í mun til, at trygd ikki fæst fyri, at vøran er til taks, tá brúkarin skal keypa hana.

    Hetta minnir Brúkaraumboðið ein Á-handil um, sum hevði boðið kundum sínum samlimerki, sum góvu avsláttur til keyp av ymiskari køksútgerð. Men tá ein kundi ætlaði at keypa eina pannu við avsláttri frá samlimerkjunum, var pannan útseld og í fyrsta lagi fekk kundin eina aðra pannu í staðin.

    Kundin kærdi til Brúkaraumboðið, sum hevur viðgjørt klaguna.

    Handilin upplýsir, at áðrenn tiltakið byrjaði, hevði handilin tryggjað sær, at veitarin hevði nokk av vøru at nøkta einum mettum eftirspurningi. Tiltakið fekk tó so mikið góða undirtøku, at veitarin fekk trupulleikar við at útvega júst ta einu pannuna. Handilin ger eisini vart við, at í treytunum stendur, at fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum.

    Brúkaraumboðið heldur, at fyrivarnið í lýsingartilfarinum ikki er nóg greitt sæð í mun til restina av tilfarinum, og Brúkaraumboðið mælir til, at handilin eina aðru ferð tryggjar seg hjá veitaranum, at brúkarin kann fáa ta vøru, sum lýst verður við.

    Eisini vísir Brúkaraumboðið á, at um talan er um eitt marknaðarføringstiltak, har brúkarin skal samla merki til at keypa vøru fyri niðursettan prís, kann talan verða um villleiðandi marknaðarføring og marknaðarføring í stríð við góðan marknaðarføringssið, um brúkarin ikki fær hesa vøru.

    Í hesum førinum bar til hjá handlinum seinni at útvega kundanum røttu pannuna. Brúkaraumboðið ger tí ikki meira við hetta málið.

    Brúkaraumboðið vísir til marknaðarføringslógina og leiðreglur, sum eru gjørdar um marknaðarføring av prísi. Bæði lóg og leiðreglur síggjast á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum – bruk.fo.

    Beinleiðis leinkjan er her:

    http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/leidreglur-um-marknadarforing-av-prisi/

    Kunning um ofta spurt um marknaðarføring av prísi, ið er at finna her: http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/ofta-spurt-um-at-marknadarfora-pris/

  • Ferðaskrivstova steðgaði lýsing

    Ferðaskrivstovan WeTravel hevur eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum steðgað eini lýsing fyri ferð til Rom á páskum. Í lýsing á Facebook var lýst við ferð til Rom, har sagt var: bílegg í dag fyri einans 1800 kr. Brúkaraumboðið helt, at hetta kundi skiljast, sum 1.800 kr. var kostnaðurin fyri ferðina, men á heimasíðuni hjá ferðaskrivstovuni stóð, at kostnaðurin fyri ferðina var 6.900 kr. Tað var frammanundangjaldið, ið var 1.800 kr.

    Ferðaskrivstovan upplýsti, at møguligt er at bíleggja fyri 1.800 kr., so fekk brúkarin eitt skrivligt tilboð við ávísum hotelli og samlaðum prísi.

    Brúkaraumboðið segði í skrivi til lýsaran, at, tá prísur verður upplýstur, er tað samlaði prísurin, ið skal upplýsast og talan var um villeiðandi marknaðarføring um prísupplýsingar. Víst var til lógina um marknaðarføring, har millum annað stendur, at villleiðandi marknaðarføring er ikki loyvt og at tað er tann samlaði prísurin, ið skal upplýsast. Ferðaskrivstovan hevur eftir áheitan frá Brúkaraumboðnum tikið lýsingina aftur.

  • Miklagarður skal upplýsa rættar fyrrprísir, tá lýst verður við tilboðum

    Brúkaraumboðið hevur biðið Miklagarð í Havn um at skipa marknaðarføringina soleiðis, at mistøk í lýsingum um tilboð ikki henda. Í eini lýsing fyri tannkrem sá tilboðið betri út enn tað var, tí lýst var við skeivum fyrrprísi. Ein kundi, sum ansaði eftir feilinum, kærdi til Brúkaraumboðið. Miklagarður svaraði Brúkaraumboðnum beinanvegin, at talan var um eitt menniskjaligt mistak og at slík mistøk koma fyri, men Miklagarður rindar kundanum peningin aftur, um ein kundi ger vart við tað. Brúkaraumboðið hevur lagt Miklagarði eina við at upplýsa rættar fyrrprísir, tá lýst verður og biður handilin um at skipa mannagongdirnar, so slík mistøk ikki henda. Í lógini um marknaðarføring er ásett, at tá søluprísir eru lækkaðir, skal prísmerkingin týðiliga vísa tann upprunaliga prísin á vøruni og tað er sjálvandi eitt krav, at hesin er rættur.

  • Nær skulu kreditútreiðslur upplýsast

    Ein kæra um eina lýsing frá Hey á Facebook fær ikki viðhald frá Brúkaraumboðnum. 

    Lýsingin nevnir eina røð av vørum, sum kunnu rindast í smáum, sum tað eitur í lýsingini, har eisini verður upplýst, hvussu nógv vørurnar kosta kontant. 

    Kæran snúði seg um brot á marknaðarføringslógina, tí Hey ikki nevndi í lýsingini at fyri at rinda í smáum, so skuldi eitt stovningargjald eisini rindast. 

    Marknaðarføringingslógin ásetur, at tá seljari lýsir við kredittkeypi við upplýsingum um kostnaðin fyri at útvega vøruna við kredittkeypi, skulu umframt kontantprísin upplýsing um kredittútreiðslur sum ein upphædd og árligu útreiðslurnar í procentum nevnast í lýsingunum. 

    Í hesum føri verður ikki lýst við kostnaðinum fyri at útvega vøruna við kredittkeypi, men bara við at rindast kann í smáum. 

    Brúkaraumboðið gevur Hey viðhald í, at av hesi orsøk er lýsingin ikki er fevnd av § 14 í lóg um marknaðarføring.

    Men Brúkaraumboðið minnir í hesum viðfangi á, at um eitt nú renta verður nevnd ella aðrir kreditkostnaðir, so fellur lýsingin undir greinina í marknaðarføringslógini, sum krevur upplýsingar um kontantprís, kredittútreiðslur sum ein upphædd og árligu útreiðslurnar í procentum fyri kredittin.