Útgivið, tann 20. February 2010 (Seinasta rættað, tann 20. February 2010)
Brúkaraumboðið hevur tann 17. februar 2010, valt at tikið mál upp mótvegis Vodafone, av tí at Vodafone hevur sent faldara til hvørt húskið í Føroyum, og eisini serligan faldara ísv. átak fyri Eysturbúgvar. Vodafone hevur í báðum faldaranum SPAR UPP TIL boðskapir til nýggjar kundar, sum Brúkaraumboðið tann 18. februar 2010, hevur heitt á Vodafone, um at skjalprógvað nærri, við tað at slíkir spar upp boðskapir skulu verða veruligir, so at flest brúkarir hava møguleika at gera sparing, sum ikki víkir nógv frá tí upplýstu mest møguligu sparingini.
Sambært galdandi marknaðarføringarlóg verður sagt fylgandi:
Almennar reglur um atferð á marknaðinum, tá ið talan er um villeiðandi umrøðu v.m.:
§ 3. Tað er ikki loyvt at brúka skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar, sum kunnu ávirka eftirspurningin ella útboðið av vørum, føstum ognum, øðrum ognarlutum og arbeiðs- og tænastuveitingum.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri upplýsingar, sum vegna teirra form, ella tí tær snúgva seg um óviðkomandi viðurskifti, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at brúka villleiðandi framferðarhættir við líknandi týdningi fyri eftirspurning og útboð, sum nevnt í stk. 1, ella framferðarhættir við samsvarandi týdningi, um teir vegna teirra serliga form, ella tí teir blanda óviðkomandi viðurskifti uppí, eru óhóskandi mótvegis øðrum vinnurekandi ella brúkarum
Stk. 4. Upplýsingar um verulig viðurskifti skulu, um neyðugt, verða skjalprógvaðar.
Ásetingin er í stk.1 er í høvuðsheitum ætlað at verða brúkt um tað, sum vinnurekandi siga um teirra egnu vørur og tænastur, herundir um prís og eginleikar, í førum har hetta gevur móttakaranum eina skeiva fatan av vørunum ella tænastunum. Endamálið er at tryggja, at skeivar, villleiðandi, niðrandi ella órímiliga ófullfíggjaðar upplýsingar ikki verða nýttar í marknaðarføring til bága fyribrúkarar ella onnur vinnurekandi.
Harafturat verja stk. 2 og 3 onnur vinnurekandi og brúkarar ímóti upplýsingum og framferðarhættum, sum, vegna teirra form ella tí óviðkomandi viðurskifti verða tikin við, eru óhóskandi. Ásetingin í § 3 er øðrvísi enn heildartreytin í § 1 við tað, at hon er avmarkað til at umfata gerðir, sum kunnu ávirka útboð og eftirspurning.
Kravt verður, at tað skal kunna skjalprógvast, at upplýsingar, sum verða latnar um verulig viðurskifti, eru rættar.
Málið mótvegis Vodafone:
Brúkaraumboðið hevur móttikið hoyringssvar frá Vodafone:
Í hoyringssvarinum verður m.a. víst á:
”ásannað verður, at í faldarinum hevur Vodafone ikki víst á, hvussu SPAR UPP TIL er roknað út og at sparingin er roknað eftir um ein nýggjur kundi til dømis teknar dýrasta breiðbandshaldið og fær 3 mánaðir ókeypis hald.”
Brúkaraumboðið hevur ta viðmerking at faktum í málinum er, at tað er staðfest, at tað eru lutfalsliga fá, sum fara at taka av hesum møguleika, at fáa størstu sparingina, sum er upplýst í faldaranum, sum varð sendur út til húskini í Føroyum.
Trupulleikin er at eingin tilvísing er í lýsingini, hvat hald samanborið verður við, og tí hevur brúkarin órímiliga ófullfíggjaðan møguleika at meta um tilboðið.
Sambært upplýsingum frá Vodafone, so er tað ein lítil partur av verandi kundum, sum hava dýrastu haldini, og tí er ikki gjørligt hjá Vodafone at skjalprógva, at nýggir kundar, sum taka av møguleikanum at fáa tær sparið upp til upphæddir, sum verða nevndar í faldaranum, sum eru sendir út til húskini í Føroyum.
Niðurstøða:
Tí er niðurstøðan tann, at Vodafone ikki á nøktandi hátt hevur hildið marknaðarføringarlógina § 3 um órímiligar ófullfíggjaðar upplýsingar.
Marknaðarføringarlógin loyvir sparið upp til boðskapir í ávísan mun, tað er tó treytað av at skjalprógv eru fyri at hesir sparið upp til boðskapir eru veruligir, og eru møguligir fyri flest brúkarar.
Vodafone hevur sýnt gott samstarv, og hevur Brúkaraumboðið eisini havt faldaran til stutta gjøgnumgongd, áðrenn hesin var sendur út. Har var serliga hugt eftir, um Vodafone helt marknaðarføringarlógina ísv. at fáa samtykkið frá kundum, so at Vodafone kann bjóða vørur og tænastur, uttan at brot verður framt á grein 6, um óumbidnar áheitanir. Í tí sambandi var ikki nomið við SPAR UPP TIL útsagnirnar.
Vodafone hevur tikið fult undir við niðurstøðuni, og vil rætta søluútsagnir og átøk samsvarandi galdandi lóg um góðan marknaðarføringarsið.
Brúkaraumboðið ger ikki meir við málið.
Víst verður til leinkju hjá danska brúkaraumboðsmanninum pkt. 13 um spar upp til útsagnir:
http://www.forbrugerombudsmanden.dk/Love-og-regulering/Retningslinjer-og-vejledninger/Markedsfoeringsloven/Nye-retningslinjer-for-prismarkedsfoering
Vinarliga
Andrass Holm Arge, Brúkaraumboð, Vágur tann 19. februar 2010.