Útgivið, tann 2. November 2012 (Seinasta rættað, tann 2. November 2012)
Forhandarmeting um ferðaseðlar
Brúkaraumboðið hevur frá ferðaskrivstovu fingið áheitan um meting av lýsingarátaki har ferðaseðlar verða lýstir til sølu fyri lægri kostnað enn vanligt. Spurningurin var serliga um nóg mikið var at lýsa við avmarkaðari nøgd ella um upplýsast skuldi um, hvussu nógvir ferðaseðlar vóru til sølu til niðursettan prís.
Í § 9, stk. 5 í lóg um marknaðarføring stendur um ein vinnurekandi bjóðar eina vøru ella tænastu fyri ein ávísan prís, og tann vinnurekandi hevur rímiliga orsøk til at halda, at tað ikki ber til at bjóða tær nøgdirnar, sum verða eftirspurdar og eru rímiligar í mun til tað, sum bjóðað verður, og í mun til vavið á marknaðarføringini, skal tann vinnurekandi taka greitt fyrivarni fyri hesum í marknaðarføringini.
Sostatt skal tann vinnurekandi gera eina meting av, um tann vinnurekandi megnar at nøkta tí eftirspurningi, ið væntandi verður eftir vøruni/tænastuni. Henda meting skal byggja á tænastuna, ið verður bjóðað, góðsku og prís og hvussu nógv tilboðið verður marknaðarført.
Um tilboðið verður útselt skal steðgast við marknaðarføringini av tilboðnum.
Føroyskar leiðreglur eru ikki gjørdar á økinum enn. Í vegl. frá danska brúkaraumboðnum, ið vit í Føroyum kunnu brúka sum íblástur, stendur serligt um ferðaseðlar og um ítøkiliga spurningin, at upplýsast skal um, hvussu nógvir ferðaseðlar talan er um, at tann vinnurekandi skal upplýsa um tal av ferðaseðlum, um talan er um minni enn 20 ferðaseðlar um dagin ella fyri smærri flogfør (73 setur og minni) um tilboðsferðaseðlarnir eru minni enn 10 % av samlaðu plássunum um dagin.
Sum uppskotið til lýsingina sá út, var ikki neyðugt at gera aðrar viðmerkingar til lýsingina.