Útgivið, tann 11. April 2014 (Seinasta rættað, tann 11. April 2014)
Tíðindaskriv:
Brúkaraumboðið hevur viðgjørt klagu um marknaðarføring av gullpakkanum hjá Auto Service.
Brúkaraumboðið fekk klagu frá viðskiftafólki hjá Auto Service, ið hevði keypt nýggjan bil.
Klagan snúði seg um, at klagarin hevði keypt nýggjan bil frá Auto Service. Klagarin hevði fingið rokning fyri oljuskift. Hetta var klagarin ikki nøgdur við, tí hansara fatan var, at gullpakkin átti at fylgja við, tá hann hevði keypt nýggjan bil frá Auto Service.
Klagarin vísti á, at í sølulýsingini varð lýst við, “um tú keypir nýggjan bil frá Auto Service fært tú ein gullpakka við, sum merkir, at tú ongar útreiðslur hevur til bremsur, perur og oljuskift í 3 ár.”
Talan var sostatt um, at lýst varð við, at gullpakkin fylgdi við søluni av øllum nýggjum bilum. Onki varð upplýst um, at gullpakkin ikki fylgdi við nýggjum bilum til vinnulig endamál.
Ongin avmarking at fáa gullpakkan varð upplýst í lýsingini og málið varð tí tikið til viðgerðar.
Brúkaraumboðið gjørdi Auto Service vart við, at tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.
Auto Service vísti á, at í treytunum fyri gullpakkan, ið eru at finna á heimasíðuni hjá Auto Service, stendur, at avtalan um gullpakkan ikki fevnir um bilar, ið verða brúktir til vinnuligt endamál. Hetta framgongur eisini av teimum avtalutreytum, ið privat viðskiftafólk fáa.
Auto Service hevur eisini upplýst, at tað er rætt, at Auto Service hevur havt slíkar lýsingar. Í lýsingunum varð ikki nevnt, at gullpakkin ikki var galdandi fyri vinnukundar, men hetta hava allir vinnukundar fingið greitt at vita í sambandi við, at teir hava keypt bilar og Auto Service hevur ikki fingið aðrar klagur.
Auto Service hevur tikið lýsingina aftur og fyri at eingin misskiljing skal vera, verður hon broytt, um so er, at hon verður endurtikin.
Tá lýsingin er steðgað og verður broytt um so er, at hon verður endurtikin, ger Brúkaraumboðið ikki meira við málið.
Viðkomandi áseting í lóg um marknaðarføring:
§ 3, stk. 1: Tað er ikki loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar, um tær kunnu nýtast til týðiliga at avlaga búskaparligu atferðina hjá brúkarunum ella øðrum vinnurekandi á marknaðinum.