Avtalur, ið tú gert sum brúkari

Tú kanst gera eina munnliga ella eina skrivliga avtalu. Munnliga avtalan er eins bindandi sum tann skrivliga, men tað kann gerast trupult at prógva avtaluna. Tað er tískil ein fyrimunur at gera skrivligar avtalur.


Broytingar í avtaluni

Fyrivarni um broytingar í avtaluni skal vera týðiligt, og tann vinnurekandi skal boða tær frá broytingunum í rímiligari tíð, áðrenn broytingarnar koma í gildi. Er talan um týðandi broytingar, t.d. munandi príshækking, skalt tú hava møguleika til at slíta avtaluna, áðrenn broytingarnar verða gjørdar.
Tann vinnurekandi skal seta seg í samband við teg, um týðandi broytingar eru í avtaluni. Tað er ikki nóg mikið, at kunning um hesar broytingar eru at finna í hølunum hjá tí vinnurekandi ella á heimasíðuni hjá tí vinnurekandi.
Nakrar broytingar eru av so stórum týdningi, at neyðugt er at gera eina nýggja avtalu. Er broytingin til fyrimun fyri teg sum brúkara, t.d. ein príslækking, kann broytingin verða gjørd, uttan at tann vinnurekandi setir seg í samband við teg.