Er vøran ikki í lagi?
Vøran nýtist ikki at vera brotin fyri at hava eitt brek. Sum tað sæst niðanfyri, kann brek við tí keypta vera nógv ymiskt. Brekið skal vera við vøruni, tá vøran verður keypt.
Orðið “brek” ella “mangul” sum tað ofta verður sagt, skal skiljast breitt. Sambært keypilógini er ikki altíð talan um brek, um okkurt er galið við tí keyptu vøruni. Talan er bert um brek, um hetta ella orsøkin til hetta, er til staðar, tá tú fært vøruna. Brekið kann gott hava verið til staðar, tá tú keypti vøruna, hóast hetta ikki vísir seg fyrr enn seinni.
Dømi um brek (manglar) sambært keypilógini:
- Vøran samsvarar ikki við heitið, hon er seld undir. Sofan er seld sum leðursofa, men tað vísir seg, at tað bara eru púturnar, sum eru leður, restin er leðurlíki.
- Seljari hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum hava týdning fyri tína avgerð at keypa. Seljari lýsir við, at sjónvarpið er niðursett frá 8.000 til 3.000 krónur. Í veruleikanum hevur tað ongantíð kostað meira enn 3.500 krónur.
- Eitt sølulið longri frammi í ketuni, t.d. innflytari ella framleiðari, hevur í lýsingum ella á innpakking givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar um vøruna, t.d. kann hann hava skrivað í faldarinum, at ljós er í kuldaskápinum.
- Seljari gevur tær ikki upplýsingar um vøruna, hóast tað hevur avgerandi týdning fyri títt val, og seljari er vitandi um ella átti at verið vitandi um hetta. Tú keypir ein komfýr, men fært ikki at vita, at komfýrurin hevur staðið á goymslu í fimm ár.
- Tú fært ikki neyðugu upplýsingarnar um uppseting, røkt, nýtslu og varðveitslu. Tað vísir seg, at jakkin tú hevur keypt, tolir hvørki vask ella reinsan, men tað fekst tú ikki at vita, tá tú keypti hann.
- Vøran samsvarar ikki við tað, tú hevur avtalað við seljaran. Tú hevði bílagt eina svarta súkklu, men fekst eina grøna.
- Vøran hóskar seg ikki til endamálið, ið ein tílík vøra vanliga verður nýtt til. Teir tjúkku gonguskógvarnir, ið tú hevur keypt, tola ikki vátlendi.
- Vøran hóskar seg ikki til endamálið, hóast seljarin hevur váttað, at hon er hóskandi. Seljarin, ið veit hvat slag av teldu tú eigur, viðmælir ein ávísan printara, ið ikki er sambærur við tína gomlu teldu.
- Vøran hevur ikki ta haldgóðsku, ið tú eigur at kunna krevja. Tín nýggja vaskimaskina brotnar aftaná 10 mánaðir, orsakað av einum feili í motorinum.
- Vøran samsvarar ikki við vøruroyndina, ið tú sást, áðrenn tú bílegði. Teppið, ið tú fært útflýggjað frá seljara, hevur ein annan lit, enn tað tú sást í vøruhúsinum.