Próvbyrða

Um okkurt er galið við vøruni, tú hevur keypt, kann standast ósemja um, hvørt talan er um ein feil samært keypilógini, ella um tú sjálv/ur kann ábyrgdast. Tá eru serligar reglur galdandi fyri, hvør hevur próvbyrðuna av, at talan er um eitt brek sambært keypilógini.

Tað er fyrst og fremst tú sum brúkari, ið skalt prógva, at brekið er fevnt av keypilógini. Tó er metingarreglan galdandi fyrstu seks mánaðirnar eftir, at vøran varð útflýggjað.

Greiða skal fáast á hesum:

  • Riggar tað keypta ikki sum tað skal?
  • Er orsøkin ein upprunaligur feilur við vøruni?
  • Livir vøran upp til tað sum er avtalað?

Próvbyrða:
0-6 mánaðir: metingarreglan er galdandi.
6-24 mánaðir: brúkarin skal prógva, at brekið, ið klagað verður um, var til staðar, tá vøran varð útflýggjað.

Metingarreglan:
Tá eitt brek við tí keypta vísir seg fyrstu seks mánaðirnar eftir, at vøran varð útflýggjað, verður mett, at brekið ella orsøkin til brekið var til staðar, tá brúkarin fekk vøruna. Hetta verður kallað metingarreglan. Sum brúkari skalt tú bert prógva, at keypta vøran hevur eitt brek, ið tú nú klagar um.

Seljarin kannar vøruna:
Tá tú klagar, hevur seljari rætta at kanna vøruna. Um seljari við kanningini kann staðfesta, at tú sjálv/ur hevur ábyrgdina av feilinum, kann hann t.d. nokta at umvæla, uttan so at tú sjálv/ur rindar umvælingina. Hetta kann t.d. vera, um sandur er komin í myndatólið, sodavatn í telduna, ella at løðarin hevur fingið skaða.
Seljarin kann bert vísa tíni klagu aftur, um tað er týðiligt ella hugsandi, at tú sjálv/ur kanst ábyrgdast skaðan, og tá tað er uppgávan hjá seljaranum at vísa á hettar.

Próvbyrða frá 6-24 mánaðir:
Í fyrstu syftu er tað tú sum brúkari, ið skal prógva, at vøran hevur eitt brek. Í flestu førum er hetta ikki ein trupulleiki, av tí at brek eru løtt at vísa á. Um talan tó er um brek, ið bert er viðhvørt, er neyðugt so væl sum gjørligt at greiða frá brekinum og nær brekið vísir seg.