Um vøran ikki er í lagi
Um tú hevur keypt eina vøru, ið ikki er, sum hon eigur, eru reglurnar um brek í keypilógini galdandi. Handilin kann ikki vísa tær aftur, men skal bjóða at umvæla vøruna ella at býta vøruna um við eina nýggja. Um handilin bjóðar umvæling, skal hetta vera uttan stórvegis ampa fyri brúkaran.