Tú kanst ikki krevja at fáa peningin aftur
Tú kanst ikki krevja at fáa peningin aftur
Tá ið tú fært gávukort ella býtir vøru um við ágóðaseðil, kanst tú ikki sum tað fyrsta krevja at fáa peningin aftur, hevur handilin einki, tær dámar, ella er tíðarfreistin um at vera farin. Les eisini um elektroniske gávurkort her https://www.bruk.fo/fo/kunning/brukaravernd/utgjalding-av-elektroniskum-pengum-og-oedrum-virdum-vid-td-gavukortum
Húsagangur ella nýggjur eigari
Fær handilin nýggjan eigara ella fer hann á húsagang, kann peningurin verða mistur ella ógviliga trupul at fáa aftur. Fer virkið av knóranum, kanst tú ikki seta seljaranum krav, men mást leggja kravið inn fyri trotabúgvið.
Tí er tað altíð eitt gott hugskot at brúka gávukort og ágóðaseðil so skjótt sum til ber.