Hvat skal standa á rokningini?
Tá ein tænasta verður gjørd eftir rokning, kanst tú krevja at fáa eina greiða rokning, soleiðis at tú hevur møguleika at síggja, hvussu nógv hvør einstakur partur av tænastuni hevur kostað.
Um tú frammanundan hevur fingið eitt tilboð, er vanligt, at tænastan og prísurin eru skrivað á tilboðið ella á bíleggingarváttanina. Um so er, kanst tú ikki seinni krevja eina útgreinaða rokning.
Hevur tú ikki fingið eitt tilboð, men eina kostnaðarmeting, verður tænastan gjørd eftir rokning. Marknaðarføringslógin ásetur, at tá ein tænasta er gjørd eftir rokning, skalt tú, um tú biður um tað, fáa eina útgreinaða rokning, sum gevur tær møguleika at kanna prísin á teimum vørum og tænastum, ið tænastuveitingin fevnir um.
Tað ber tó til at avtala við tann vinnurekandi, at tú fært eina frágreiðing á rokningina, ið hevur týdning fyri teg. Í serligum førum kanst tú krevja at fáa eina meira nágreiniliga lýsta rokning, t.d. um prísurin verður munandi hægri enn væntað.