Umvælingar
Sambært keypilógini er ein tvey ára freist at fráboða seljara, at okkurt er galið við vøruni. Er freistin runnin, skalt tú sjálv/ur rinda fyri umvælingina. Hetta er eisini galdandi, hóast freistin ikki er runnin, men brekið ikki er umfatað av keypilógini, t.d. um tú sjálv/ur kann ábyrgdast fyri brekið.
Innlatingarváttan
Tá ein vøra verður latin til umvælingar er gott, at tú tryggjar tær prógv fyri, at tú hevur latið vøruna inn. Innlatingarváttanin skal tryggja, at tú fært ta røttu vøruna aftur og at ein ósemja ikki stingur seg upp, um vøran t.d. verður burtur ella stolin.
Um tú hevur fingið eina innlatingarváttan, kann umvælarin nokta at útflýggja vøruna, um váttanin er burtur og tú ikki á annan hátt kanst prógva, at vøran er tín. Tað er altíð gott at upplýsa navn, bústað og telefonnummar, tá ein vøra verður latin inn. Hetta ger tað møguligt hjá umvælaranum at seta seg í samband við teg, um onkur trupulleiki tekur seg upp.
Skaði á vøruna, vøran verður burtur ella stolin
Um vøran fær skaða ella verður burtur, er útgangsstøðið, at tann vinnurekandi skal rinda eitt endurgjald. Í fyrstu syftu skalt tú prógva, at tú ikki hevur fingið vøruna aftur, ella at vøran hevur fingið skaða, meðan hon var til umvælingar. Hetta kann gerast við at vísa fram innlatingarváttanina. Um umvælarin er av tí fatan, at hann ikki hevur eina endurgjaldsábyrgd, skal hann prógva, at hann ikki hevur ábyrgdina av, at vøran er burturblivin ella er stolin. Letur hetta seg ikki gera, skal umvælarin rinda tær endurgjald.
Vøra, ið ikki verður heintað
Fert tú ikki eftir vøruni, tá hon er umvæld, hevur umvælarin skyldu til at goyma vøruna í eitt longri tíðarskeið. Um tað er møguligt, skal umvælarin seta seg í samband við teg, soleiðis at vøran verður heintað. Um so er, at vøran ikki verður heintað innan eitt rímiligt tíðarskeið eftir at umvælingin er liðug, kann umvælarin krevja eitt rímiligt gjald fyri at goyma vøruna, t.d. um vøran tekur nógv pláss.
Umvælingargjaldið
Tú skalt gjalda fyri umvælingina, beint eftir at hon er gjørd, um annað ikki er avtalað. Er ein gjaldsfreist sett, er kravið einans, at freistin skal vera rímilig. Um tú ikki rindar áðrenn freistina, kann umvælarin senda rykkjarar. Treytin fyri at krevja rykkjaragjald er, at heimild er til staðar.