Fráboðanarrættur í sambandi við umvælingar

Umvælingar eru umfataðar av fyrningarlógini. Sambært lógini hevur tú sum meginreglu rætt til at klaga um umvælingina í 5 ár. Tó skalt tú altíð venda tær til umvælaran innan rímiliga tíð eftir, at tú varnast brekið.

Garanti
Um umvælarin veitir garanti fyri umvælingina, hevur tú betri rættindi enn tú hevur sambært almennu reglunum.. Hevur umvælari veitt garanti, er tað hann ið skal prógva, at eitt brek ikki er umfatað av garantinum.

Fyrningarreglur
Í fyrniningarlógini er ikki ásett, hvussu leingi ein umvæling skal vara. Ein umvælari kann veita garanti ella ein fráboðanarrætt. Um avtala ikki er gjørd um at avmarka ábyrgdina hjá umvælaranum, er umvælingin umfatað av reglunum í fyrningarlógini.
Hetta merkir, at tú hevur rætt til at klaga í 5 ár eftir, at umvælingin varð gjørd. Tað er tú, ið skalt prógva, at umvælingin ikki er nóg væl gjørd ella at umvælingin hevur ført nýggj brek við sær. Sum tíðin frálíður og vøran verður eldri, tess truplari kann tað gerast at prógva sambandið millum standin á vøruni og umvælingina.

Klaga um umvælingina
Um tú ikki ert nøgd/ur við umvælingina, kanst tú leggja málið fyri rættin.