Góð ráð í sambandi við umvæling
Til ber at sleppa undan møguligum trupulleikum, um ein greið avtala verður gjørd við umvælaran og um prísurin verður kannaður frammanundan.
- Kanna um tað loysir seg at umvæla vøruna. Gott er at fáa eitt ella fleiri tilboð, áðrenn tú tekur avgerð.
- Spyr umvælaran, um tað er ókeypis at kanna vøruna og um tað er ókeypis at fáa eitt tilboð. Hetta skalt tú spyrja um, áðrenn tú letur vøruna inn ella áðrenn umvælari kemur heim til tín at kanna vøruna.
- Tryggja tær, at tann avtalaði prísurin verður skrivaður á t.d. innlatingarváttanina ella í einum telduposti.
- Er talan um eina størri umvæling eigur tú at biðja um eitt nágreiniligt, skrivligt tilboð.
- Umhugsa, um tú ynskir eina kostnaðarmeting ella eitt bindandi tilboð.
- Tryggja tær, at tað verður skrivað á innlatingarváttanina, um tú bert ert áhugað/ur í einum tilboði og ikki í, at vøran verður umvæld.