Umvælingarprísur

Er prísurin fyri umvælingina ikki avtalaður frammanundan, skalt tú rinda ta upphædd, ið umvælarin krevur. Hetta er tó ikki galdandi, um upphæddin ikki er rímilig. Hava tit avtalað, at tú í mesta lagi skalt rinda eina ávísa upphædd fyri umvælingina, er útgangsstøðið, at prísurin ikki kann gerast hægri enn tað, ið avtalað er.

Útgangsstøðið er, at umvælingarprísurin ikki skal vera hægri enn virðið á vøruni, tá vøran verður latin inn. Tað gamla sjónvarpið, ið hevur eitt virði á kr. 1.000, skal ikki umvælast fyri kr. 1.500, uttan so, at tú ert kunnað/ur um hetta og hevur góðtikið prísin.

Er vøran latin inn, tí tú ynskir at fáa umvælingarprísin at vita, kann umvælingin bert verða gjørd, um tú hevur góðtikið hetta. Eitt gott hugskot er at biðja um tilboð frá fleiri umvælarum.

Er tilboðið ókeypis?
Fleiri umvælarar krevja eitt gjald, tá eitt tilboð verður givið ella ein kostnaðarmeting verður gjørd. Gott er at spyrja, um tú skalt gjalda fyri tilboðið. Upphæddin, ið verður kravd, kann vera eitt gjald fyri ta tíðina, ið umvælarin hevur brúkt at finna brekið. Talan kann eisini vera um ein fastan prís fyri at kanna vøruna. Er tilboðið ikki ókeypis, skal umvælarin kunna teg um hetta.

Bindandi tilboð
Útgangsstøðið er, at eitt tilboð er bindandi fyri umvælaran. Tó kann prísurin gerast hægri, t.d. um umvælarin varnast onnur brek, ið eisini mugu umvælast. Verður tilboðsprísurin hægri enn væntað, skal umvælarin steðga arbeiðinum og seta seg í samband við teg, og tú kanst avgera at góðtaka tann nýggja prísin ella at steðga umvælingini.

Kostnaðarmeting
Ein kostnaðarmeting er ikki bindandi fyri umvælaran eins og eitt tilboð. Ein kostnaðarmeting er ein meting av prísinum, ið verður gjørd, uttan at vøran veruliga verður kannað. Gerst umvælarin varugur við, at umvælingarprísurin verður munandi hægri enn mett var, skal hann seta seg í samband við teg. Tú skalt góðtaka tann nýggja, hægra prísin. Setir hann seg ikki í í samband við teg, er møguligt at hann ikki kann krevja, at tú rindar alla upphæddina.

Tryggja tær skrivligt tilboð ella skrivliga kostnaðarmeting
Tað er altíð ein fyrimunur at fáa eitt skrivligt tilboð ella eina skrivliga kostnaðarmeting, soleiðis at ein ósemja ikki stingur seg upp um avtaluna. Er talan um eina minni umvæling er nóg mikið, at avtalaði prísurin verður skrivaður á innlatingarváttanina ella í einum telduposti. Er talan um eina størri og kostnaðarmikla umvæling eigur tú at biðja um at fáa eitt nágreiniligt, skrivligt tilboð.

Meirvirðisgjald
Upplýsast skal um tann samlaða prísin fyri umvælingina, íroknað meirvirðisgjald og onnur avgjøld. Útgangsstøðið er, at tú bert hevur skyldu til at rinda ta upphæddina, ið tú hevur fingið at vita. Tað er tann vinnurekandi ið skal prógva, tú hevur fingið at vita, at upphæddin ikki var íroknað meirvirðisgjald og onnur avgjøld. Ert tú í iva, um upphæddin er íroknað meirvirðisgjald og onnur avgjøld, er gott at fáa greiðu á hesum beinanvegin.