Elektroniskur peningur og upphæddir, ikki ókeypis stig (talvirði, point) og klipp standandi inni á einari elektroniskari tænastu, sum t.d. gávukort, kundaklubbar ella klippikort, kunnu verða kravd at verða goldin eftir § 96 í reglunum í gjaldslógini.
ELEKTRONISKUR PENINGUR
Elektroniskur peningur er eitt pengavirði, sum verður skrivað út móti gjaldi (ella gjalding), og sum verður góðtikið av øðrum enn tí, sum hevur skrivað peningin út. Tað kann t.d. vera peningurin á einum gávukorti, sum er skrivað út av einum fyrisitingarfelagi, ið eigur eina sølumiðstøð, har gávukortið kann verða nýtt í teimum einstøku sølubúðunum í miðstøðini.
IKKI-ÓKEYPIS ELKTRONISKAR TÆNASTUR
Snýr tað seg ikki um elektroniskan pening, er tað altýðandi, um peningaupphædd, stig (talvirði, point), klipp o.a. skal verða goldið út, um talan er um pening ella virði á einari (sonevndari) ikki-ókeypis elektroniskari tænastu, smb. § 1, stk. 5 í gjaldslógini.
Ein tænasta er ein ikki-ókeypis elektronisk tænasta, er hon:
- elektronisk
- skrivað út móti gjaldi
- kann nýtast til at keypa vørur ella tænastur, og
- er ikki ein gjaldtænasta fevnd av fylgiskjali 1 í gjaldslógini, t.d. gjaldskort sum Visa/Dankort og Mastercard
Tænastan skal vera elektronisk
Tænastan er elektronisk, kann hon t.d. verða nýtt um internetið ella eina app. Snýr tað seg um eitt veruligt (fysiskt) kort ella okkurt tílíkt, verður tænastan hildin at vera elektronisk, um kortið kann verða lisið av elektroniskt. Tað kann t.d. vera kort við flís, magnetstrípu, strikukotu ella aðrari kotu til elektroniska avlesing ella innsláttur.
At tænastan skal vera elektronisk útilokar millum annað klippikort úr pappíri, verulig gávukort og áognarprógv, sum ikki kunnu verða lisin av elektroniskt.
Tænastan skal verða útskrivað ímóti gjaldi
Ein tænasta er útskrivað móti útgjaldi, tá ið tað beinleiðis ella óbeinleiðis er goldið fyri tænastuna. Útgjaldið nýtist ikki at vera ein verulig peningaupphædd. Eitt dømi um eina ókeypis elektroniska tænastu kann t.d. vera eitt gávukort, sum er útskrivað í sambandi við at vøra er keypt uttan eykagjald frá gjaldaranum.
Dømi
Dømi um ikki-ókeypis elektroniskar tænastur kunnu vera:
- Plastkort o.a. við magnetstrípu, strikukotu, flís ella aðrari kotu til elektroniska avlesing ella innsláttur, t.d. gávukort ella kantinukort
- Elektronisk klippikort, t.d. elektronisk 10-túrakort til flutning ella venjingarhallir
- Talgildir kundaklubbar, har tú fært stig fyri mótveiting
- SIM-kort til fartelefonina
ÚTGJALDING AV VIRÐINUM
Ánarin av tí elektroniska peninginum ella tænastuni hevur møguleika at fáa virðið av hesum
goldið út í gildistíðini og upp til eitt ár eftir, at gildistíðin er liðin.
Reglan er galdandi, sjálvt um virki ella fyritøkan t.d. hevur skrivað á plastkortið ella í treytirnar, at
upphæddin kann ikki verða goldin í reiðum peningi.
ÓMAKSGJALDI FYRI ÚTGJALDING AV VIRÐINUM Á TÆNASTUNI
Ánarin av tí elektroniska peninginum ella tænastuni kann verða kravdur eftir ómaksgjaldi, um persónurin biður um at fáa útgjalding, áðrenn gildistíðin er runnin. Ómaksgjaldið skal tó vera avrátt frammanundan.
Tá ið gildistíðin er liðin og upp til eitt ár eftir tað, kann ánarin harafturímóti ikki verða kravdur eftir ómaksgjaldi fyri útgjalding – sama hvat ið stendur í avtaluni.
Ánarin kann ikki krevja at fáa goldið út virðið longur enn eitt ár eftir, at gildistíðin er liðin.
Vil váttanargevin kortini bjóða sær til at gera hetta, kann hann (váttanargevin) krevja ómaksgjald,
er tað avrátt frammanundan.
Ómaksgjaldið skal í øllum førum samsvara við tær veruligu útreiðslurnar, ið standast av at fáa virðið útgoldið.
Eru útreiðslurnar órímiliga høgar, má ómaksgjaldið tó ikki vera samsvarandi so høgt.