Vøruflutningur, tá klagað verður um vøruna
Tá ið tú klagar um eina vøru, hevur seljarin rætt til at kanna vøruna og taka støðu til, um tú eftir keypslógini hevur rætt til at fáa vøruna gjørda aftur ella býtta um uttan kostnað.
Er talan um eina vøru, tú lætt kanst taka við tær, og seljarin býr nærindis, skalt tú sjálvur fara við henni og eftir henni aftur. Tað kann t.d. vera ein fartelefon, ein fartelda ella eitt strúkijarn.
Er talan hinvegin um eina størri ella óhandiga vøru, ella býr seljarin langt frá, skal seljarin taka sær av flutningi ella gjalda hann. Hetta er galdandi bæði fyri flutning til handil ella verkstað og flutning aftur til tín. Tú skalt einans taka tær av, at seljarin fær vøruna flýggjaða, t.d. við at senda hana við posti ella vera inni, tá ið flutningsmaðurin ella boðið kemur.
Skal ein vøra verða send við posti, skal seljarin rinda postgjaldið. Hann kann t.d. senda tær ein pakkaseðil, sum ger tær sendingina ókeypis.
Er tað neyðugt hjá seljaranum at senda útvegaranum ella verkstaðnum vøruna til nærri kanning og møguliga umvæling, skal hann eisini sjálvur rinda tann flutningin.
Skyldan hjá seljaranum at rinda flutningsgjald er eisini galdandi, hóast tú seinni ert fluttur langt frá handlinum.
Seljari hevur bert skyldu at rinda flutningsútreiðslur, um klaga tín er umfatað av keypslógini. Tað skal tó verða greitt avtalað, at tú sjálvur rindar flutningsútreiðslur, vísir tað seg, at klagan ikki er fevnd av keypslógini.