Mannagongd

Áheitan um forhandarmeting kann sendast til Brúkaraumboðið um ætlað marknaðarátøk.

Brúkaraumboðið ger eftir áheitan eina meting av um ætlað marknaðarføringstiltøk kunnu metast at vera lóglig ella ikki. Ein tílík forhandarmeting er ikki ein endalig støðutakan til, um tiltakið er lógligt. Ábyrgdin fyri, at eitt marknaðarføringstiltak er lógligt liggur altíð hjá tí vinnurekandi.

Tá Brúkaraumboðið hevur latið eina forhandarmeting til ein vinnurekandi um, at eitt ætlað marknaðarføringstiltak eftir fatanini hjá Brúkaraumboðnum er lógligt, kann Brúkaraumboðið ikki av sínum eintingum mótvegis tí vinnurekandi reisa eitt mál í sambandi við eitt átak, sum er umfatað av forhandarmetingini og sett í verk innan rímiliga tíð eftir, at forhandarmetingin er latin.

Ein slík meting verður tó ikki gjørd, um støðutakanin kann skapa serligan iva, ella onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi.

Áðrenn áheitan um forhandarmeting verður latin Brúkaraumboðnum er gott um vinnurekandi hava gjørt sær far um, hvørji ivamál ella avbjóðingar eru við marknaðarføringstiltakinum.

Vegleiðandi kann væntast, at tvær vikur ganga til viðgerðina av eini forhandarmeting. Hetta kann vera styttri ella longri alt eftir arbeiðsbyrðuni hjá Brúkaraumboðnum ella um talan er um vanligu frítíðarskeið. Gott er tí at vera í góðari tíð við áheitan um forhandarmeting.