Hoyringssvar um broyting av fjarskiftislógini – nummarportabilitet
Brúkaraumboðið hevur tann 7. februar 2014 latið Vinnumálaráðnum hetta hoyringssvar um nummarportabilitet:
Lógaruppskot til broyting í fjarskiftislógini – nummarportabilitet
Víst verður til teldupost frá Vinnumálaráðnum tann 28. januar 2014 har viðhefta lógaruppskot varð sent Brúkaraumboðnum til hoyringar.
Brúkaraumboðið tekur undir við ætlanini um nummarportabilitet soleiðis, at brúkararnir í Føroyum hava møguleika at skifta veitara uttan, at neyðugt er at skifta nummar. Sum víst verður á í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið, hevur nummarportabilitetur fleiri fyrimunir við sær fyri brúkaran. Tað verður høgligari hjá brúkaranum at skifta veitara um annar veitari bjóðar t.d. betri tænastu, prís o.l.
Lógaruppskotið heimilar Fjarskiftiseftirlitinum at gera nærri reglur um, at nummarportabilitetur skal fremjast hóast bindingartíð. Brúkaraumboðið tekur undir við hesum, men er av tí fatan, at lógaruppskotið eigur at geva Fjarskiftiseftirlitinum greiðari heimild at áseta reglur um mest loyvdu bindingstíð enn ta heimild, ið er í fjarskiftislógini. Hóast nummarportabilitetur gevur brúkarin møguleika at taka telenummarið við sær, kann tað gerast ov dýrt at skifta veitara, um bindingstíðin er ov long. Lang bindingstíð kann tí forða fyri, at nummarportabiliteturin hevur ætlaðu fyrimunirnar við sær.
Tað skal vera so lætt sum møguligt at gerast leys/ur av einum haldi t.d. um nýggjur veitari vísir seg ella haldið, ið brúkarin hevur, ikki svarar til tørvin. Tað er lætt at innganga avtalur um fjarskifti og eigur altíð eisini at vera ómakaleyst at gerast leys/ur av hesum avtalum. Meginreglan eigur at vera, at tað er góða tænastan og prísurin, ið ger, at brúkarin ikki skiftir veitara.
Tá heimild verður sett um mest loyvdu bindingstíð í fjarskiftislógina hevur hetta við sær eina greiða heimild hjá Fjarskiftiseftirlitnum at áseta og tillaga mest loyvdu bindingstíð, soleiðis at tryggjað verður eisini framyvir, at long bindingstíð ikki gerst forðing fyri nummarportabilitetinum. Hetta hevur eisini við sær, at mest loyvda bindingstíðin verður tillagað undir einum ístaðin fyri í einkultu loyvunum hjá veitarunum og teirra viðskiftatreytum til brúkaran.
Brúkaraumboðið mælir tí til, sum nevnt omanfyri, at heimila Fjarskiftiseftirlitnum at áseta mest loyvdu bindingstíð og tekur annars undir við uppskotinum um nummarportabilitet.