Lógaruppskot um fjarskifti

Brúkaraumboðið hevur fingið omanfyri nevnda lógaruppskot til hoyringar og hevur í tí sambandi hesar viðmerkingar:

Endamálsorðingin í lógaruppskotinum er at stramma upp í mun til verandi lóg, soleiðis at fokus verður á brúkaraáhugamálini. Hetta er í síni heild at frøast um og kann takast undir við.

Í uppskotinum verður nevnt, at talan er um reglur svarandi til ES-reglur og ætlanin er, at Føroyar skulu nærkast londunum rundan um okkum.

Brúkaraumboðið ger viðmerkingar við atliti til, hvussu reglurnar eru í donsku lógini, tá viðmerkingarnar vísa til ásetingar í donsku lógini og hevur avmarkað seg til at gera viðmerkingar við atliti til brúkaravernd.

Lógaruppskotið ásetir heimild at gera nærri reglur um brúkaravernd. Tað er av avgerandi týdningi fyri brúkaraverndina í lógaruppskotinum, at hesar reglur verða settar í verk samstundis ella beinanvegin lógin er komin í gildi. Annars er neyðugt at áseta brúkaraverndarreglur sum t.d. bindingstíð í sjálva lógina.

Grundleggjandi endabrúkararættindi:

Í § 22 er heimild hjá landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um ymisk brúkaraviðurskifti. Í stk. 2 er heimild at gera reglur, ið fevna um sáttmálaviðurskifti.
Í danska lógartekstinum er eisini heimild til at áseta krav til at hava ein sáttmála. Henda heimildin framgongur ikki av lógartekstinum í lógaruppskotinum. Í viðmerkingunum til greinina stendur henda heimild. Rættast er, at heimildin at seta krav um ein sáttmála er í sjálvum lógartekstinum, tí viðmerkingarnar eiga at stuðla undir lógartekstin og ikki øvugt.

Eg fari eisini at mæla til, at ásett verður heimild til í lógina, at tær reglur, ið verða settar í verk ikki kunnu víkjast frá til bága fyri brúkaran.

Veitingarskylda:

Í § 31 eru ásettar reglur um veitingarskyldu. Í § 31, stk. 5, nr. 4 er ásett, at reglurnar kunnu innihalda krøv til tann sáttmála, sum skal vera galdandi í viðurskiftunum millum veitingarskyldugan veitara og ein endabrúkara. Meira ítøkiligt er at áseta, at reglurnar kunnu innihalda krøv til innihaldið í tí sáttmála, soleiðis at ivi ikki stendst um talan er um formligar reglur til sáttmálan ella materiellar reglur um innihaldið í sáttmálanum.

Í § 31, stk. 6 eru ásettar reglur um, at veitarar kunnu nokta umbidnar veitingar um tann, ið biður um veitingarnar í fleiri førum ella grovt hevur misnýtt ta veitingarskyldugu veitingina, og tað er týðandi vandi fyri nýggjari misnýtslu.

Danska lógin ásetur kærumøguleika fyri brúkara, har veiting verður noktað, jvb. § 16, stk. 2 í donsku lógini. Føroyski brúkarin eigur at fáa somu vernd. Kærumøguleikin stendur í viðmerkingunum til lógina. Heimildin til kærumøguleikan eigur tó at setast í lógartekstin. Viðmerkingar eiga at stuðla undir lógartekstin og ikki áseta sjálvstøðuga heimild.

Tá talan er um vinnuvirksemi, hevur veitarin onga skyldu at kunna um kærumøguleikan. At brúkarin veit, at hann hevur rætt til at kæra virksemi veitarans hevur nógv at siga fyri samráðingarstøðuna hjá endabrúkaranum mótvegis veitaranum. Mælt verður tí til at áleggja veitarunum at kunna endabrúkaran ítøkiliga í avgerðini um noktan um kærumøguleika, -freist og –myndugleika.

Hámarksprísir fyri veitingarskyldugar veitingar:

§ 32, stk. 2: Í hesi grein kann landsstýrismaðurin áleggja Fjarskiftiseftirlitinum at áseta hámarksprís fyri eina ella fleiri veitingarskyldugar veitingar. Prísirnir skulu í minsta lagi svara til veitingarkostnaðin og ein rímiligan vinning. Um samanborið verður við donsku ásetingina § 17, stk. 3 sigur danska lógin, at hámarksprísirnir ikki kunnu vera lægri enn, at veitingarkostnaður verður dekkaður. Danska ásetingin ásetur ikki nakað krav um rímiligan vinning.

Viðmerkingarnar til lógina siga onki um, hvør avger, hvat rímiligur vinningur er ella hvørji atlit verða tikin, tá rímiligur vinnurin skal staðfestast.

Kravið um rímiligan vinning økir kostnaðin hjá føroyskum brúkarum og dýrkar um fjarskiftistænastur fyri brúkaran, har veitingarskylda er.

Grundgivið verður ikki fyri í lógaruppskotinum, hví talan skal vera um føroyskir brúkarar skulu hava aðra støðu enn sambært donsku lóggávuni. Mælt verður tí til at strika henda partin í stk. 2.

Um kravið um rímiligan vinning verður standandi í lógini, kann roknast við, at hetta framyvir verður sjálvstøðugt mál, ið skal viðgerast av avvarandi myndugleika og kærumyndugleika meðan brúkarin rindar fyri vinningin. So eigur myndin heldur at vera øvugt, at í hesum førum kann veitarin ikki krevja sær rímiligan vinning fyrr enn prísurin er góðkendur av fjarskiftiseftirlitinum.

Nummarportabilitetur

Í § 37, stk. 3 stendur, at í serligum føri t.d. við skuld kunnu veitarar nokta nummarportabilitet. Í viðmerkingunum stendur, at stk. 3 svarar til § 27, stk. 1 í donsku fjarskiftislógini. § 27, stk. 1 nevnir ikki, at veitarin skal hava møguleika at nokta portering og tí verður mælt til, at føroyski brúkarin ikki fær verri treytir enn aðra staðni. Um talan skal vera um møguleika at nokta portering, verður mælt til, at ásett verður, hvørjar ítøkiligar grundir kunnu brúkast til at nokta portering og avmarkað orsakirnar og harvið ganga burturfrá, at tað er veitarin, ið skal meta um, hvørt talan er um serliga orsøk.

Mælt verður til, at møguleikin fyri at nokta nummarportabilitet verður settur niður í reglurnar í stk. 9, har Fjarskiftiseftirlitið hevur møguleika at áseta reglur um ymisk viðurskifti.

Í § 37, stk. 6 stendur, at endabrúkari, ið hevur biðið um portering, verður ikki av tí orsøk loystur frá møguligum skyldum t.d. tá talan er um møguligt bindingstíðarskeið ella í eini uppsagnartíð.

Í viðmerkingunum stendur, at ásetingin svarar til § 27, stk. 1 og 2 í donsku lógini. Danska § 27, stk.1 nevnir hetta ikki og í stk. 2 stendur, at ein endabrúkari ikki skal bíða til eitt møguligt bindingstíðarskeið ella ein uppsagnartíð er farin, áðrenn portering er virking (svarar til stk. 5 í uppskotinum). Tá ásetingin ikki er at finna í teimum reglum, ið lógaruppskotið vísir til, hevur hetta verri rættarstøðu fyri føroyska brúkaran við sær. Ongin orsøk er nevnd um, hví føroyski brúkarin skal fáa ein verri rættarstøðu og verður tí mælt til at strika hesa áseting.

Um ásetingin verður standandi í lógini, er neyðugt at áseta mestu bindingstíð.

Í donsku lógini stendur í § 27, stk. 3 “Udbydere af elektroniske kommunikationsnet eller –tjenester skal yde slutbrugere rimelig kompensation i tilfælde af forsinket portering og i tilfælde af misbrug af portering fortaget af udbyderen eller dennes vegne.
Henda regla sæst ikki aftur í føroyska uppskotinum. Reglan eggjar veitaran til at fylgja reglunum um, at haldaranummarið verður flutt innan arbeiðslok arbeiðsdagin eftir, at veitarin hevur fingið umbøn um hetta.

Uppskotið nevnir ikki, hví henda regla ikki er við í føroyska uppskotinum. Mælt verður til at taka regluna við fyri at vera við at stuðla undir, at portering verður gjørd sambært freistini í lógini.

Kæra

Sambært § 70 er kærumøguleiki um virksemið hjá veitarum. Tá talan er um vinnuvirksemi, hevur veitarin onga skyldu at kunna um kærumøguleikan. At brúkarin veit, at hann hevur rætt til at kæra virksemi veitarans hevur nógv at siga fyri samráðingarstøðuna hjá endabrúkaranum mótvegis veitaranum. Mælt verður til at áleggja veitarunum til at kunna endabrúkaran alment um kærumøguleikan og hvønn kærast kann til. Hetta kann t.d. gerast umvegis eina heimasíðu.

Tórshavn, tann 27. januar 2015

Rannvá Ragnarsdóttir, Brúkaraumboð