01.06.2018

Allar kredittútreiðslur skulu upplýsast í lýsingum fyri kredittkeyp

Brúkaraumboðið hevur mint Føroya Tele og Hey á at gera sær størri ómak, tá feløgini lýsa við møguleikanum at ognar sær vørur við kredittkeypi.

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt mál hjá báðum feløgunum, har lýsingar um kredittkeyp ikki hava havt kravdu upplýsingar sambært marknaðarføringslógini.

Krøv til lýsingar, sum bjóða kredittkeyp av t.d. eini telefon, eru eitt nú, at lýsingarnar skulu upplýsa kontantprísin, mánaðarliga prísin fyri telefonina, um rindað verður í smáum, kostnað fyri stovning og kostnað í alt. Hesar upplýsingar hava feløgini lýst við, men tvær upplýsingar hava mangla hjá báðum feløgunum. Hesar eru árligu útreiðslurnar fyri kredittin í prosentum og kredittútreiðslurnar sum eina upphædd. Kreditútreiðslur er kostnaðurin at læna eina ávísa upphædd.

Brúkaraumboðið staðfestir, at bæði feløgini hava givið til kennar  at halda ásetingina um kredittkeyp í marknaðarføringslógini framyvir, tí verða málini ikki fráboðað løgregluni á hesum sinni, men Brúkaraumboðið hevur givið báðum televeitaranum átalu fyri brot á marknaðarføringslógina.