30.05.2013

Ársfrágreiðing 2012

Ársfrásøgnin 2012

Brúkaraumboðið hevur í 2012 viðgjørt 157 mál, ið er á leið tað sama sum í 2011. Av hesum vóru 92 kærur, 27 fyrispurningar, 28 forhandarmetingar og 10 onnur mál. 107 av málunum eru endað, 46 vórðu afturvíst og 4 ikki liðugt viðgjørd.

63 mál vóru frá vinnurekandi, 89 mál frá brúkarum og 5 mál vórðu tikin upp av eintingum ella av øðrum slagi.

Virksemið hjá Brúkaraumboðnum er at hava eftirlit við, at vinnurekandi og stovnar halda marknaðarføringslógina, og at fremja góðan marknaðarføringssið til frama fyri brúkaran.

Eftirlitið er býtt í tveir partar. Annar parturin eru innkomnar klagur ella mál, sum Brúkaraumboðið kann taka upp av sínum eintingum. Hin parturin er fyribyrgjandi og upplýsandi t.d. at gera leiðreglur.

Brúkaraumboðið samstarvar við hini norðurlendsku brúkaraumboðini um felags avbjóðingar og um felags sjónarmið og leiðreglar. Norðurlendsku brúkaraumboðini hava í 2012 gjørt felagsniðurstøðu um teirra fatan av marknaðarføring á sosialu miðlunum.

Brúkaraumboðið hevur í árinum skift stjóra. Rannvá Ragnarsdóttir hevur tann 1. september 2012 tikið við eftir Andrass Holm Arge.

Stovnurin var av fyrstan tíð lagdur í Vági, men hevur síðani 1. september 2012 hildið til á Skálatrøð í Havn, har fleiri onnur eftirlit húsast.

Við ársskiftið 2012/13 starvaðist eitt starvsfólk á Brúkaraumboðnum.Talan er um løgfrøðing.

Brúkaraumboðið virkar sum umsiting hjá Leigunevndini smbrt. sáttmála við Almannamálaráðið

Ársfrásøgnin í yvirskriftum:

• Um Brúkaraumboðið
• Brúkaravernd
• Virksemið í 2012
• Almannakunngerðir
• Vegleiðingar
• Aðrar almannakunngerðir í 2012

Ársfrásøgnin kann heintast í síni heild her: Ársfrágreiðingar

Tórshavn, tann 30. mai 2013

Brúkaraumboðið

Rannvá Ragnarsdóttir