27.06.2014

Ársfrágreiðing 2013

Ársfrásøgnin 2013

Brúkaraumboðið hevur í 2013 móttikið 139 áheitanir. Hetta er eitt vet minni enn í 2012. Av hesum vóru 43 fráboðanir, 63 fyrispurningar, 8 forhandarmetingar og 25 onnur mál. Onnur mál kunnu vera t.d. áheitanir frá øðrum myndugleikum, leiðreglar o.t.

30 mál vóru frá vinnurekandi, 77 mál frá brúkarum og 33 mál vórðu tikin upp av eintingum ella av øðrum slagi.

Virksemið hjá Brúkaraumboðnum er at hava eftirlit við, at vinnurekandi og stovnar halda marknaðarføringslógina, og at fremja góðan marknaðarføringssið til frama fyri brúkaran. Eftirlitið er býtt í tveir partar. Annar parturin eru innkomnar klagur ella mál, sum Brúkaraumboðið kann taka upp av sínum eintingum. Hin parturin er fyribyrgjandi og upplýsandi t.d. at gera leiðreglur.

Brúkaraumboðið samstarvar við hini norðurlendsku brúkaraumboðini um felags avbjóðingar og um felags sjónarmið og leiðreglar. Norðurlendsku brúkaraumboðini hava í 2013 havt felags fundir í Reykjavík og Tallinn.

Við ársskiftið 2013/2014 er eitt fult starv á Brúkaraumboðnum.Talan er um løgfrøðing. Umframt hetta eru lesandi knýtt at Brúkaraumboðnum.

Brúkaraumboðið virkar sum umsiting hjá Leigunevndini smbrt. sáttmála við Almannamálaráðið.

Ársfrásøgnin í yvirskriftum:
• Um Brúkaraumboðið
• Brúkaravernd
• Virksemið í 2013
• Almannakunngerðir
• Vegleiðingar
• Aðrar almannakunngerðir í 2013

Ársfrásøgnin kann heintast í síni heild her: http://bruk.fo/wp-content/uploads/2014/06/ársfrásøgn-brúk-2013.pdf

Tórshavn, tann 27. juni 2014

Rannvá Ragnarsdóttir