Ársfrágreiðing 2015: Brúkararar eiga at fáa betri vernd
Verndin hjá brúkarunum verður ikki fult røkt bara við einum brúkaraumboði. Brúkaraumboðið mælir til at stovna eina brúkarakærunevnd.
Hetta skrivar Rannvá Ragnarsdóttir, brúkaraumboð, í ársfrágreiðingini frá Brúkaraumboðnum fyri 2015.
Ein brúkarakærunevnd skal viðgera kærur frá brúkarum, sum hava keypt vørur, sum ikki eru í lagi.
Eftir verandi skipan kann ein brúkari, ið er komin illa fyri av einum keypi, bert fara umvegis dómstólarnar at loysa ósemjuna, og kann tað gerast drúgt og dýrt fyri brúkaran, skrivar Brúkaraumboðið í ársfrágreiðingini. Mælt verður til, at ein brúkarkærunevnd hevur umboð fyri bæði brúkarar og vinnurekandi.
Brúkaraumboðið gjørdi í fjør eina nýggja vegleiðing um, nær vinnurekandi kann broyta ómaksgjøld ella leggja nýggj gjøld á, tá avtala er gjørd við ein brúkara. Høvuðsreglan er, at vinnurekandi ikki av sínum eintingum kann áleggja ella hækka ómaksgjøld, uttan at tað stendur í avtaluni.
Brúkaraumboðið gjørdi í fjør eisini eina vegleiðing um, hvørjar reglur eru galdandi, tá handlar og fyritøkur senda lýsingar ella tilboð umvegis eitt nú teldupost til fólk. Meginreglan er, at vinnurekandi hava bert loyvi at senda elektroniskan post til fólk, sum frammanundan hava biðið um tað ella játtað tí.
Í oktober í fjør var Brúkaraumboðið vertur fyri fundi fyri norðurlendsku brúkaraumboðunum. Brúkaraumboðið samstarvar við hini brúkaraumboðini í norðurlondum um felags avbjóðingar og leiðreglur. Á fundinum í Føroyum viðgjørdu brúkaraumboðini m.a. eina nýggja vegleiðing um duldar lýsingar.
Brúkaraumboðið skipaði eisini i fjør fyri skeiði í online-marknaðarføring. Millum spurningarnar, sum vóru lýstir, kunnu nevnast, hvørjar vørur og tænastur kunnu bjóðast umvegis sosialu miðlarnar og, hvussu kunnu kappingar skipast á td. Facebook.
Brúkaraumboðið viðgjørdi í fjør 94 ymisk mál. Av hesum vóru 28 kærur, 34 fyrispurningar, 15 mál, har Brúkaraumboðið var biðið um at leiðbeina vinnurekandi í marknaðarføring og 17 onnur mál.
Ársfrágreiðingin og vegleiðingar kunnu lesast á heimasíðuni hjá brúkaraumboðnum http://www.bruk.fo
Leinki til ársfrágreiðingina er her: http://www.bruk.fo/fo/um-okkum/arsfragreiding/
Leinki til vegleiðingar er her: http://www.bruk.fo/fo/kunning/vegleiding-og-leidreglur/