21.06.2019

Ársfrágreiðing 2017-2018

Virksemið hjá Brúkaraumboðnum er at hava eftirlit við, at vinnurekandi og stovnar halda marknaðarføringarlógina, og at fremja góðan marknaðarføringarsið til frama fyri brúkaran. Eftirlitið er býtt í tveir partar. Annar parturin er fyribyrgjandi og upplýsandi t.d. at gera leiðreglur. Hin parturin eru mál, sum Brúkaraumboðið kann taka upp av sínum eintingum ella innkomnar kærur. Øll kunnu kæra ella senda fyrispurningar til Brúkaraumboðið, um tey halda seg hava verið fyri onkrum órætti ella ynskja at fáa greiðu á ivamálum í samband við marknaðarføring.

Til tess at kunna almenningin um virksemi sítt, letur Brúkaraumboðið úr hondum ársfrágreiðingar, har m.a. hagtøl og útvald mál verða lýst.

Ársfrágreiðingin kann lesast her: http://www.bruk.fo/fo/um-okkum/arsfragreiding/  

Brúkaraumboðið