Ársfrágreiðing 2017 frá leigunevndini
Leigunevndin nógv at gera
Leigunevndin viðgjørdi í fjør 39 mál, har av 20 vóru klagur. Leigunevndin sigur í ársfrágreiðingini, at leigumarknaðurin sum heild er undir stórum trýsti. Hetta sæst aftur í arbeiðinum hjá leigunevndini. Málini, sum nevndin hevur viðgjørt, hava verið munandi meiri orkukrevjandi enn áður og trætunar millum partarnar hava í ávísum førum verið ógvusligari og meiri áhaldandi enn fyrr. Klagurnar eru oftast um uppsagnir, leiguhækkingar og ósemjur um depositum
Andras Holm Arge, formaður í leigunevndini, skrivar í ársfrágreiðingini, at tað er alneyðugt at seta pengar av til eina nøktandi umsiting av leiguøkinum. Leigunevndin frøist um, at kommunurnar 1. august fáa heimild at gera egnar skráir yvir góðkendar leiguíbúðir. Kommunurnar skulu ikki, men kunnu gera yvirlit yvir leigubústaðir, ið lúka lógarásett krøv til bústað. Leigunevndin hevði annars mælt til, at tað var eitt krav til kommunurnar at gera eitt yvirlit.
Leigunevndin ger aftur vart við, at tað hevur týdning fyri leigumarknaðin, at leigari og útleigari brúka standardleigusáttmálar og gera bæði innflytingarfrágreiðing og fráfaringarsýn. Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at partarnir ikki brúka kravdu innflytingarfrágreiðing og fráfaringarsýn. Standardleigusáttmálar og onnur oyðibløð fáast á heimasíðuni http://www.leigunevndin.fo/, har ársfrágreiðingin fyri 2017 eisini kann lesast.”