Ársfrágreiðing 2018 frá leigunevndini
Leigunevndin mælir til at hagtøl um kostnaðarstøðið á leigumarknaðinum verða savnað og greinað.
Sambært leigulógini § 26, stk. 1, nr. 1, kann leigunevndin viðgera kærur frá pørtunum um ein møgulig hækking av leiguni er rímilig, og kann heilt ella lutvíst strika hesa hækking.
Tað verður javnan klaga til leigunevndina um hækking av húsaleigu, ið leigari metir er órímilig. Sambært viðmerkingunum skal ítøkiliga metingin hjá leigunevndini gerast við støði í “hvørt hækkingin er rímilig sæð í mun til støðið á leigaðu hølunum og kostnaðarstøðið á leigumarknaðinum annars.”
Leigunevndini tørvar amboð at meta útfrá, hvørji atlit og hvat støði skal takast út frá, tá leigunevndin skal gera eina ítøkiliga meting, hvørt ein leiguhækking er rímilig.
Í desember 2018 var uppskot til broyting í leigulógini til hoyringar, har skotið verður upp, at víðka heimildirnar hjá leigunevndini til eisini at taka støðu til uppruna leigugjaldið, sum partarnir hava avtalað sínámillum. Lógaruppskotið er í løtuni til viðgerðar í løgtingum.
Í viðmerkingunum til lógarbroytingina verður m.a. víst á “Tað er leigunevndin, sum í hvørjum einstøkum føri má meta um, hvørt avtalaða leigan er rímilig. Nevnast skal tó, at heimildin er ætlað sum eitt amboð í teimum støðum, har avtalaða leigan liggur lutfalsliga greitt omanfyri kostnaðarstøðið á leigumarknaðinum annars.”
Um leigunevndin skal meta um, hvørt avtalaða leigan er rímilig verður mælt til, at amboð verða fingin leigunevndini til vega til tess at gera metingar um leigukostnaðin á føroyska leigumarknaðinum. Tað ber ikki til at gera metingar við støði í “kostnaðarstøðinum á leigumarknaðinum annars”, tá kostnaðarstøðið á føroyska leigumarknaðinum ikki er greinað og ongi hagtøl ella annað finst, ið lýsa, hvat kostnaðarstøðið á føroyska leigumarknaðinum er.
Kostnaðarstøðið á føroyska leigumarknaðinum eigur at verða greinað við støði í skilmarkaðum metingarstøðum. Hesi metingarstøði kunnu t.d. taka støði í landafrøðiligu staðsetingini, stødd, góðska og um leigumálið verður leigað út við ella uttan innbúgv o.a.
Leigunevndin hevur skrásett 60 mál í 2018. Av teimum 60 málunum, ið vórðu skrásett, eru 23 kærur, 26 skrivligar fyrispurningar og 11 mál av øðrum slag. Til samanberingar skrásetti leigunevndin 39 mál í 2017, harav 20 kærur, 12 fyrispurningar og 7 mál av øðrum slag.
Ársfrágreiðingin 2018 kann lesast her.