05.05.2017

Ársfrágreiðing frá Leigunevndini 2016

Yvirlit yvir góðkendar leigubústaðir

Leigunevndin heldur tað hava týdning at seta krøv til standin á leigubústøðum.

- Hetta kann hava týdning fyri at tryggja rýmingarleiðir, og tá boðað verður frá eldi ella tørvur er á hjálp. Ein møguleiki er at gera eitt yvirlit yvir góðkendar leigubústaðir, sum uppfylla treytirnar fyri leigubústøðum.

Seinasta árið eru eingi ítøkilig stig tikin til at gera yvirlit yvir góðkendar leiguíbúðir.

Hetta sigur leigunevndin í síni ársfrágreiðing, og nevndin heitir aftur á myndugleikarnar um, at reglur um góðkendar leigubústaðir verða settar í verk – ongantíð ov skjótt.

Leigunevndin tekur sær av trætumálum millum leigara og útleigara. Nevndin er sett eftir leigulógini, sum leggur upp fyri teimum ymisku áhugamálum, sum leigarar og útleigarar hava.

Í fjør viðgjørdi leigunevndin 35 mál: 10 klagur, 23 fyrispurningar og tvey onnur mál. Klagur vóru bæði frá leigarum og útleigarum. Flestu eru um ósemjur millum leigara og útleigara um uppsagnir. Leigunevndin hevur í summum førum álagt útleigara at taka uppsøgn aftur og í øðrum førum góðkent uppsagnir.

Í leigunevndini sita Andrass Holm Arge, formaður, Gunnleyg Árnafjall og Jóhan Syderbø.

Leigunevndin hevur egna heimasíðu http://www.leigunevndin.fo/ við eitt nú oyðibløðum til standardleigusáttmála og innflytingarfrágreiðing. Ársfrágreiðingini sæst eisini á heimasíðuni. Skjølini finnast eisini á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum www.bruk.fo.

Ársfrágreiðing er at finna her: http://www.bruk.fo/fo/leiguavtalur/arsfragreidingar/