Átala og ávaring til báðar stóru fjarskiftisveitararnir
Brúkaraumboðið hevur givið bæði Føroya Tele og Vodafone átalu og ávaring, tí báðir veitararnar hava í lýsingum brúkt ”Føroya besta”. Føroya Tele um 4G og farnet og Vodafone um sjónet.
Fjarskiftisveitararnar hava kært hvønn annan fyri at brúka ”Føroya besta” í sínum lýsingum.
Brúkaraumboðið hevur víst til marknaðarføringslógina, sum ásetur, at upplýsingar um verulig viðurskifti skulu kunna skjalprógvast. Tí eru báðir fjarskiftisveitararnir bidnar um hvør í sínum lagi at skjalprógva, at uppáhaldini um ”Føroya besta”í lýsingunum er røtt.
Hvørgin hevur svarað Brúkaraumboðnum við nøktandi skjalprógvum.
Brúkaraumboðið heldur, at tí er talan um brot á marknaðarføringslógina, sum kundu enda við bót. Men í hesum føri, tá báðir teir stóru fjarskiftisveitararnir hava mál hjá Brúkaraumboðnum um tað sama hjá hvørjum øðrum, verða málini ikki fráboðað løgregluni á hesum sinni, men bæði Føroya Tele og Vodafone fáa átalu og avaring.
Samstundis ger Brúkaraumboðið báðum fyritøkunum greitt, at líknandi lýsingar ikki skulu verða nýttar í framtíðini, uttan at nøktandi skjalprógv eru fingin til vega.
Brúkaraumboðið kunnar eisini fyritøkurnar um, at skulu skjalprógv hava nøktandi próvstyrki, verður vanliga sett sum krav, at útsagnirnar eru grundaðar á úttalilsir, ummæli ella kanningar framdar av uttanveltaðum myndugleika við viðurkendum fakligum førleikum.