25.07.2018

Betri vegleiðing til, hvar ferðafólk kunnu ganga

Brúkaraumboðið hevur viðgjørt eina kæru um upplýsingar í einum lýsingarfaldara til ferðafólk.

Í faldaranum verður sagt, at ferðafólk kunnu steðga, nær tey vilja og fara í hagan nær tey vilja.

Kærarin helt, at hetta kann skiljast sum, at øll kunnu ganga, hvar tey vilja í haganum. Í lóg um hegn og markfred frá 1937 stendur m.a., at fólk skulu biðja um loyvi, um tey fara í hagan og ikki fylgja bygdagøtunum

Sansir, sum hevur gjørt faldaran, viðgongur, at hetta kann misskiljast.

Sansir boðar frá, at júst hetta brotið um at ganga í haganum verður tikið úr faldaranum ella broytt í eini nýggjari útgávu, sum kemur í september 2018.

Brúkaraumboðið heldur, at um upplýsingarnar í nýggja faldaranum verða rættaðar, so er tað nøktandi.

Brúkaraumboðið ger eisini Sansir vart við, at um upplýst verður um at ganga í bønum og haganum og einki verður sagt um, at tað krevst loyvi, so kann tað vera brot á marknaðarføringslógina, sum sigur, at ikki er loyvt at nýta skeivar upplýsingar ella leggja burturúr týðandi upplýsingar.

Brúkaraumboðið fegnast um, at vegleiðingar eru um, hvussu ein skal bera seg at í føroysku náttúruni, men vegleiðingin var ikki nøktandi í hesum føri, tí tað ikki var nágreinað, at loyvi skal fáast til vega, tá gingið verður innangarðs og um farið verður av bygdagøtunum uttangarðs.