10.06.2013

Betur er at vera fyrivarin enn eftirsnarin

Brúkaraumboðið mælir foreldrum og øðrum vaksnum at vísa varsemi, tá børnini spæla spøl á Ipaddinum ella Iphones seld á Itunes Store á Apple.

Spølini eru ofta ókeypis at byrja at spæla, men tá barnið hevur spælt eina løtu, verður møguligt at gera eykakeyp við veruligum peningini, ið verður tikin av gjaldskortinum, ið er knýtt at Ituneskontoini. Eykakeypini eru ofta tað, sum ger spælið stuttligt og spennandi.

Standardstillingarnar á Ipad eru soleiðis, at um loynitalið er trýst inn einaferð, stendur kontoin opin í 15 minuttir at keypa í. Í hesum tíðarskeiðið hevur barnið møguleika at keypa við gjaldskortinum hjá foreldrunum, ið er knýtt at Itunes. Tíðarskeiðið verður endurnýggjað fyri hvørt keyp, tvs. um keypt verður innan teir 15 minuttirnar, byrja nýggir 15 minuttir at renna.

Brúkaraumboðið mælir foreldrum til at broyta standardstillingarnar á Ipaddinum til, at loyniorðið skal brúkast, hvørja ferð keypt verður.

Hetta kann gerast á henda hátt:

1. far á “indstillinger”
2. trýst á “generelt”
3. trýst á “begrænsinger” og trýst eina fýratals kotu
4. set begrænsninger “til”
5. trýst á “kræv adgangskode” og broyt til “straks”

Um peningur er tikin av kontoini, vísa royndir, at tað ber til at fáa peningin aftur. Tað er av týdningi beinanvegin at gera vart við seg hjá peningastovninum at sperra kortið og at senda klagu til Apple um, at peningurin ynskist endurgoldin.

Møguleiki er eisini at keypa gávukort at brúka í spølunum, soleiðis at gjaldskortið ikki verður knýtt at Ituneskontoini.

Apple hevur, sum er, ikki nakra føroyska ella danska kæruvegleiðing, men á heimasíðuni hjá DR verður m.a. hesin teldupostbústaður upplýstur, at onnur hava klagað til: itunes_esc_eu@apple.com.

Fólk, ið hava havt trupulleikar við hesum, eru eisini vælkomin at venda sær til Brúkaraumboðið, ið hevur áhuga at hoyra um hesi mál.

Viðkomandi og áhugaverdar leinkjur eru at síggja her: http://www.dr.dk/DR1/kontant/2013/04/09114344.htm ; http://www.dr.dk/DR1/kontant/2013/04/09114344.htm og sjálv sendingin, ið varð send á DR http://www.dr.dk/tv/se/kontant/kontant-46/#!/03:26

Um spurningar eru til tíðindaskrivið, ert tú vælkomin at venda tær til

Rannvá Ragnarsdóttir

fartlf.558000 ella umvegis teldupost

rannva@bruk.fo