22.11.2022

Black Friday - góð ráð

Góð ráð til brúkarar og vinnurekandi

Nú stundar til Black Friday, við nógvum góðum tilboðum, og har tilvitaði brúkarin kann gera kvettið – um átøkini halda tað tey lova.

Tá marknaðarført verður við “útsølu”, “tilboð”, “Black Friday prísur” ella líknandi, er týdningarmikið, at prísurin veruliga er lækkaður, og at gamli fasti prísurin (undanprísurin) er upplýstur. Undanprísir skulu vera sannir. Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan søluni vera settur á, og vøran skal veruliga verða seld fyri tann prísin.

Meginreglan er, at undanprísurin skal hava verið galdandi í minsta lagi 6 vikur, áðrenn tilboðið kemur í gildi. Fyri gerandis- og árstíðarbundnar vørur (t.d. mat og jólaprýði) er kravið 4 vikur.

Brúkaraumboðið heitir á øll vinnurekandi um at seta seg væl inn í regluverkið, soleiðis at marknaðarføringin ikki verður villleiðandi og ólóglig.

Nøkur góð ráð til tann vinnurekandi:

  • Minst til at upplýsa undanprísin á vøruni.
  • Undanprísurin skal vera brúktur í rúma tíð áðrenn tilboðið byrjar.
  • Tað skal vera heilt greitt fyri brúkaran, um vøran verður seld fyri niðursettan prís ella ikki.

Nøkur góð ráð til brúkaran:

  • Kanna um vøran veruliga er niðursett – hvussu nógv er at spara?
  • Lat teg ikki blenda av tilboðunum – kanska er vøran bíligari í einum øðrum handli/nethandli.
  • Um tú keypir bil, møblar ella líknandi og í tí sambandi tekur lán – kanna samlaðar kredittútreiðslur.

Vegleiðingar: vegleiðing um prísmarknaðarføring og ofta spurt um prísmarknaðarføring