Black Friday – gott at vita áðrenn farið verður á stóra útsøludagin
Nú stundar til Black Friday við nógvum góðum tilboðum, og har tilvitaði brúkarin kann gera kvettið – um átøkini halda tað tey lova.
Novembur er stórur útsølumánaður. Borgarar eru spentir at fáa fatur á teimum bestu tilboðunum uppá alt frá telefonum til klæðir, búnýti, skógvar o.s.fr. Lat tó ikki lýsingasnildirnar lumpa teg.
Tá marknaðarført verður við “útsølu”, “tilboð”, “Black Friday prísur” ella líknandi, er týdningarmikið, at prísurin veruliga er lækkaður, og at gamli fasti prísurin (undanprísurin) er upplýstur. Undanprísir skulu vera sannir. Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan søluni vera settur á, og vøran skal veruliga verða seld fyri tann prísin.
Undanprísurin skal hava verið galdandi í ávíkavist 6 og 4 vikur undan tilboðnum
Tað er av týdningi, at tann vinnurekandi upplýsir undanprísin umframt núverandi prísin, so brúkarin alt fyri eitt sær, hvussu nógv hann kann spara. Meginreglan er, at undanprísurin skal hava verið galdandi í minsta lagi 6 vikur, áðrenn tilboðið kemur í gildi. Fyri gerandis – og árstíðarbundnar vørur, t.d. matvøru ella jólaprýði, er kravið 4 vikur. Upplýsast skal tann lægsti prísurin, ið vøran hevur kostað tær síðstu 6 vikurnar (4 vikurnar fyri gerandis – og árstíðarbundnar vørur).
Avmarkað nøgd
Um talan bert er um fá eintøk til sølu ella royndirnar vísa, at tilboðið er so mikið gott, at væntast kann, at útselt verður skjótt, skal fyrivarni takast um avmarkaða nøgd.
Um nøgdin er sera avmarkað, skal upplýsast, hvussu nógv eintøk eru sett til sølu. Vanliga eru undir 10 stk. mett sum sera avmarkað.
Brúkaraumboðið heitir á øll vinnurekandi um at seta seg væl inn í reglurnar, soleiðis at marknaðarføringin ikki verður villleiðandi og ólóglig.
Góð ráð til brúkaran:
- Kanna um vøran veruliga er niðursett – hvussu nógv er at spara?
- Er vøran møguliga bíligari í einum øðrum handli/nethandli?
- Um tú keypir bil, møblar ella líknandi og í tí sambandi tekur lán – kanna samlaðar kredittútreiðslur.
Góð ráð til vinnurekandi:
- Minst til at upplýsa undanprísin á vøruni.
- Undanprísurin skal vera brúktur í rúma tíð áðrenn tilboðið byrjar (Sí tekstin omanfyri).
- Væntast at sølan av eini vøru verður stór, tí tilboðið er so mikið gott, minst so til at upplýsa um tað er avmarkað nøgd.
- Eru tíggju ella minni eintøk eftir av eini vøru, minst so til, at upplýsa tali á eintøkum, ið eru sett til sølu.
- Tað skal vera heilt greitt fyri brúkaran, um vøran verður seld fyri niðursettan prís ella um tað bert verður lýst fyri vøruni.